Tað er longu staðfest upp til fleiri ferðir, at nýggja samgonguskjalið í sjáldsaman mun tykist merkt av rossahandlum. Hin fyrrverandi fullveldisflokkurin, Fólkaflokkurin loyvir eini ósmædnari biddaragongd til Danmarkar móti at fáa gjøgnumførda eina flatskattaskipan, sum í veruleikanum er skattalætti til tey múgvandi. Hvussu er og ikki sær tað út til, at Sambandsflokkurin og allir ríkisfelagskapsfjepparar hava vunnið valið so dyggiliga. Hesa afturvendan okkara inn undir skjúrtufaldin á móðir Danmark kunnu vit ikki annað enn markera við eini røð av (suður)danskari list. Í dag hava vit eina sosialt indigneraða mynd á skránni, sum danski málarin H.A.Brendekilde málaði í 1889 og sum hevur heitið Uppslitin. Tíverri eru tey á myndini ikki millum tey, sum fáa ágóða av komandi skattalætta, tí til tað tjena tey alt ov lítið. Vit venda aftur við meira av danskari list í morgin.
Wednesday, November 16, 2011
Blokklistin

Labels:
Myndlist