Nýggja Kærleikskúlan varð avdúkað í gjár. Hansina Iversen hevur sniðgivið føroysku Kærleikskúluna 2011. Vakra munnblásta glaskúlan ímyndar tvey menniskju, ið hittast. Dugni avdúkaði Kærleikskúluna 2011 á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum í dag saman við Listasavni Føroya. Kærleikskúlan er heilt serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Hansina Iversen sigur soleiðis um sniðið til Kærleikskúluna 2011:
Á kærleikskúluni eru í ár tvær myndir av sama slagi settar beint yvirav hvør aðrari. Tær ímynda samanspælið millum tvey menniskju, ið ikki møtast fysiskt, men standa beint yvirav hvørjum øðrum og síggja tá inn í kjarnan á hvør øðrum, eins og tá eygu møtast og okkurt hendir innan í okkum. Áskoðarin sær tær renna saman í eina mynd. Kúlan snarar og myndirnar snarast úr hvørjari aðrari fyri aftur at sameinast, og soleiðis heldur tað áfram, so leingi kúlan hongur í tunnum tráði. Reyði liturin verður ofta tengdur at kærleikshugtakinum í okkara parti av heiminum. Inni í miðjuni logar heiti guli liturin, sum strálar sum ein sól. Kring gula logan er ein ringur av bláum, sum er ímyndin av tí kalda, tó hann er ikki kensluliga kaldur, men ein verndarringur, ið verjir reyða litin ímóti at brennast upp av gula loganum.
Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2011 varð handað fyritøkuni Munin. Við hesum heiðrinum vil stýrið fyri Dugna takka fyritøkuni fyri, at hon vísir jaligan vilja og ídni at rúma fólki, ið bera brek. Munin er ein virðilig fyrimynd, tí hon vísir, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.
Frá í dag av og til og við 23. desember ber til at keypa Kærleikskúluna 2011 í gávubúðum kring landið. Kærleikskúlan hevur eitt hvítt silkiband og er pakkað í eina snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara. Í faldaranum er ein frágreiðing um kærleikskúluna og um sniðið hjá Hansinu Iversen umframt ein heilsan frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni.