Sunday, November 20, 2011

Tomas Tranströmer tiltak í Norðurlandahúsinum í kvøld



Sunnukvøldið 20. november kl. 18.00

"At varnast tað stóra ókenda" - vinmaðurin Leif Olson lesur yrkingar eftir Tomas Tranströmer. Björn J:son Lindh ber fram egnar útsetingar av yrkingunum og Lars Hägglund spælir klassiskan tónleik.
Kostnaður 100 kr, lesandi 50 kr.
At varnast tað stóra ókenda
Norðurlandahúsið heiðrar Tomas Tranströmer, Nobelprísvinnari í Bókmentum 2011

20. november verður musikalskt yrkingakvøld í Norðurlandahúsinum. Svenski leikstjórin og resitatørurin Leif Olson ber fram yrkingar hjá vinmanninum Tomas Tranströmer.
Við sær hevur hann tveir tónleikarar, annar konsertpianisturin Lars Hägglund, hin tónaskaldið og floytuspælarin Björn J:son Lindh. Tónleikur hevur altíð verið partur av lívinum hjá Tranströmer. Sjálvur spælir hann ofta vinstruhanda klavertónleik – hann er lamin á høgru síðu aftan á eina heilabløðing í 1990. Lars Hägglund spælir Frantz Liszt (200 ár í 2011) sum partur av yrkingasvituni ”Sorgegondol”. Björn J:son Lindh – kendur fyri fólkakær løg sum ”Brusa lilla å”, hevur tónsett fleiri yrkingar eftir Tranströmer. Sum listamenn hava teir í felag íblástur frá náttúruni.
Tá Tomas Tranströmer vann Nobelprísin fyri bókmentum, segði dómsnevndin: ”att han i förtätade, genomlysta bilder ger oss ny tillgång till det verkliga”.
Tranströmer er næstan ikki taluførur aftan á heilabløðingina, og vanliga er tað kona hansara sum týður hansara svar, eitt nú í miðlaumrøðuni eftir Nobelvirðislønina.
Transtrømer gav út sítt fyrsta yrkingasavn, ”17 dikter” í 1954. Í dag eru týðingar gjørdar av hansara skaldskapi á fleir enn 60 ymiskum málum. Aleksander Kristiansen hevur umsett tríggjar yrkingar sum partur av savninum Filomela. Hesi eru ”SPOR”, ”AIR MAIL” og ”Í FOSSANDI STREYMUR ER FRIÐUR”.
Enska týðingin er úrslit av vinskapinum millum Robert Bly og Tranströmer – teir umsettu yrkingarnar hvør hjá øðrum.
Teir tríggir, sum vitja í Føroyum, hava seinastu seks árini ferðast víð framførsluni um skaldskapin hjá Tranströmer bæði í Svøríki, hinum Norðurlondunum og ymsastaðni í Europa, Asia og USA. Í Svøríki eru allir tríggir kendir, Leif sum útvarpsmaður, Lars sum konsertpianistur og Björn sum populertónaskald við langa diskografi, og eisini filmstónleikin til filmar hjá Bo Widerberg.
Meðan teir vitja Føroyar verður eisini konsert í Fríðrikskrikjuni 19. november kl 16, har Lars Hägglund framførir Goldberg variatiónirnar hja Johann Sebastian Bach.

AIR MAIL

Meðan eg leitaði eftir einum postkassa
bar eg brævið gjøgnum býin.
Í stóra skóginum av gróti og betongi
frákraði hesin vilsti firvaldurin.

Frímerkið sum eitt flúgvandi teppi
sløðrandi stavirnir í áskriftini
umframt annleiki mín innsiglaður
í hesi løtu sveimandi yvir havinum.

Havsins krúpandi silvur.
Skýbøklarnir. Útóðrarbáturin
sum ein sviskusteinur spýttur út.
Og bleiku arrini frá kjalarvørrinum.

Her niðri arbeiða vit spakuliga.
Eg kveiti ofta at urinum.
Skuggarnir frá trøðunum eru svørt tøl
í hesi grammligu kvirruni.

Sannleikin er á jørðini
men eingin torir at taka hann.
Sannleikin liggur á gøtuni.
Eingin vil kennast við hann.

Tomas Tranströmer, týtt hevur Aleksandur Kristiansen