Tuesday, November 22, 2011

Vón


Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen


Fimm føroyskir filmsleikstjórar vísa sínar filmar á Norðurbryggju í Keypmannahavn

Norðurbryggjan skipar hesar dagar fyri Biodøgum, og tórsdagin, tann 24. Novembur kl. 20, verður ljós varpað á Føroyar við eini stuttfilmaskrá.

Føroyskar stuttfilmsperlur
Á skránni eru fiktionsfilmar, eksperimentalfilmar og poesi- og tónleikavideo, og filmsleikstjórarnir
Anton Petersen, Dennis Agerblad, Rannvá Káradóttir, Katrin Ottarsdóttir og Heiðrikur á Heygum vera til staðar og vísa fram.

Anton Petersen, sum er næmingur í filmskúlanum í Prag, vísir stuttfilmin “Skýming” (2011). Filmurin er 30 minuttir langur og leggur eisini navn til hetta tiltakið, sum í Danmark verður lýst “Skumring – nye færøske kortfilmperler”.

Tvær frumsýningar
Fryi stuttum gav Dennis Agerblad út eina fløgu, nevnd Sproghoved/Málhøvd, har han syngur yrkingar hjá Tóroddur Poulsen. Hetta tórskvøldið vísir hann síni animationsvideo til sangin, Vón, frá fløguni.

Kvøldið bjóðar eisini uppá tvær frumsýningar. Katrin Ottarsdóttir vísir sítt nýggja tónleikavideo, sum hon hevur gjørt til sangin, Last song, hjá Budam. Heiðrikur á Heygum vísir sítt video til nýggja sangin hjá Orka, Aldan Reyð, frá teirra nýggjastu fløgu, Óró.

Harafturat vísir Rannvá Káradóttir dansifilmin, Bow, sum vann høvuðsheiðursmerki til Dance on Camera festivalin í new York í vár.

Norðurbryggja hevur veitt karmar fyri Biodøgum síðani 2006, og áhugin fyri føroysku filmunum er størri fyri hvørt ár.

Les meira um Biodagar á www.bryggen.dk?

Søla av atgongumerkjum á www.politikenbillet.dk/nordatlanten.