Í grundini gleða vit okkum sum smábørn, tí í morgin er fyrsti desember og hetta merkir ikki bert, at forbrúkarasamfelagið verður koyrt harðari frá, tað sama hendir við listini.
Aftur í ár eru vit ernar av at kunna presentera ein heilt serligan jólakalendara til okkara kæru lesarar. Síðsta ár var tað Carl Jóhan Jensen, ið stóð fyri jólakalendaranum við yrkingini "Myndir á eini óhildnari framsýning". Í ár er tað Sissal Kampmann, sum hevur givið jólakalendaranum 2011 skap.
Sissal Kampmann debuteraði í ár við savninum "Yrkingar úr uppgongdini" har hon piprandi hvassliga og fullvíst skroypiliga markeraði seg sum eina týdningarmikla nýggja rødd í føroyskum bókmentum.
So gleðið tykkum og fylgið við her á listablogginum frá í morgin 1.desember og heilt fram til 24 desember. Havið eini gleðilig listajól.
(IS)