Í mentanartáttinum In mente hes vikuna løgdu tey frískliga øðrvísi og bragdliga frá landi. Nýggi verturin í sendingini, Páll Danielsen greiddi frá, at komandi sendingarnar fram til jóla fara at snúgva seg um mentan og mentanaraktørar í Føroyum. -Hvør er tað, sum fæst við mentan og hví. Byrjað varð elegant og púra upplagt við sjálvum toppinum, tí nýggja mentamálaráðharranum, sum varð settur í heita stólin. Sera spennandi upplegg. Tíverri kunnu vit ikki siga tað sama um sendingina.
Spurningarnir vóru sum heild alt ov breiðir og ófokuseraðir og sum tú spyrt, verður tær sum kunnugt eisini svarað. Har fór ómetaliga drúgv tíð til tómgongd, t.d. gjølligu lýsingina av pendlingini hjá mentamálaráðharranum um Kalsoyarfjørð og Norðoyatunnilin, uttan at hetta førdi til annað enn ein spurning um hvat fyri slag av bili, mentamálaráðharrin koyrdi í. Sendingin var løgd soleiðis til rættis, at vit inn í millum hoyrdu løg, sum øll vóru vald av mentamálaráðharranum og hetta kundi jú verið spennandi, men var tað í grundini heldur ikki. Eg helt tann fyrsta sangin "Gullkálvavalsin" hjá Kára P vera sera forvitnisligt val av einum konservativum ráðharra, men har var alt spennandi effektivt ruddað av borðinum við uppfylgjandi spurninginum, hvørt mentamálaráðharrin er materialistiskur. -Nei, tað visti mentamálaráðharrin ikki, men helt seg ikki vera meira óðan eftir verðini enn tey flestu. Eg veit ikki um tað var líkasum fyri at undirstrika hetta, at ein sangur hjá Steintór Rasmussen - hin við friðarmerkinum á tí slitna cowboyjakkanum - varð spældur, men hervið varð í øllum førum sett hol á tað lokala, sum mentamálaráðharrin eyðsýniliga gongur serstakliga høgt uppí.
Eg má siga sum er, at eg næstan var sovnað niður á borðið, tá brádliga tjóðskaparkrubba føroyinga; Jólafundurin í 1888 varð havdur á lofti. Sambandsmentamálaráðharrin er eftir øllum at døma nóg tjóðskaparsinnaður til at halda, at føroyska málið er grundleggjandi í okkara mentan. Harumframt tosaði hann nógv um sína bakgrund, um uppvøksturin í Syðradali á Kalsoynni, um seyð, fletting, kirkjugongd og um skúlalív í Klaksvík og seinni í Havn, men í grundini var lýsingin so breið og generel, at vit als einki fingu at vita. Neyvan er tað lætt heldur at svara uppá spurningin: Hvat er mentan og sama er galdandi fyri spurningin: Hvat er list, sum mentamálaráðharrin eisini fekk settan, tá The Scorpions vóru lidnir at spæla Winds of change. - List ríkar okkum og er gott til undirhald og í arbeiðslívinum helt mentamálaráðharrin og fór so í holtur við eina listaallýsing, sum kundi verið áhugaverd, um eg skilti hana. Men eg gevi honum fullkomiliga rætt í tí, hann segði, at tað ikki er lætt at úttrykkja í stuttum hvat list er. Mentamálaráðharrin hevði harafturímóti als ongan trupulleika, tá hann var biðin um at nevna eina mentanarfyrimynd. Hansara mentanarfyrimynd er myndlistamaðurin, yrkjarin (og norðingurin!) Hans Jacob Glerfoss, sum Bjørn Kalsø eyðsýniliga er skyldur við og sum hann siteraði áðrenn Hanus Johansen slapp framat fløguspælaranum við síni tulking av óskrivandi yrkingini hjá Hans Jacob Glerfoss.
Móti endanum av hesi sera drúgvu sendingini sloppu vit eisini at hoyra mentamálaráðharran halda eina sjáldsama óáhugaverda røðu til ferniseringina á framsýningini Smálutir, sum er í Mentamálaráðnum í løtuni. Eg havi ikki sæð framsýningina, men hon er við orðum mentamálaráðharrans "Fín, fjølbroytt og fjálg". Bókstavarím og fittlig forhánisligheitt alt í einum og sama setningi. Aja, og síðani sang Ingibjørg Hansen úr Mikladali hin aldrandi countryklassikaran Crazy. Sendingin var annars næstan við at gerast áhugaverd at enda, tá verturin spurdi um nøkur serføroysk virði eru, sum føroyingar eiga at varðveita og um mentamálaráðharrin hevur nøkur framtíðarmál á mentanarøkinum. Svarið var tó alt annað enn spennandi, tí tað snúði seg fyri tað mesta um eldsálirnar kring landið og teirra stóra sjálvbodna og ókeypis arbeiði og at neyðugt er frá politisku skipanini at sýna hesi mentanini virðing. Einki konkret varð nevnt, eingin tjóðpallur, eingin listafólkaløn, eingin hækkan av játtan til list og mentan, bert eitt ynski um, at mentan og list kundi blivið ein vinnuvegur hjá føroyingum. Og meðan góði gamli Freddie Mercury at enda sang The show must go on" kom tann tankin til mín, at listin so í øllum førum ikki gerst nakar vinnuvegur, so leingi sum vit halda áfram at handfara hana sum eitt hugnaligt og fjálgt ítriv.