Í kvøld verður leikurin "Reinsan" frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Tey eru helst mong, sum kenna ta dramatisku og kenslubornu skaldsøguna hjá Sofi Oksanen, sum fekk norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í fjør. Nú verður søgan sýnd sum sjónleikur á Tjóðpallum í týðing hjá Hans Torgarð. Kim Dambæk er leikstjóri og Oana Constantineanu er scenograf. Við eru 6 leikarar, 3 kvinnur og 3 menn. Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum: í Estlandi í 1940'unum, tá Estland varð hersett av Stalin og estar í túsundavís vórðu tvangsfluttir til Sibiria og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur tann gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer avdúkast hesi loyndarmál og samband kvinnurnar ímillum. ”Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, vald og valdsloysi, eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskja og søgunnar nærvera í nútíðini”, ljóðaði m.a. motiveringin frá dómsnevndini, tá bókin varð heiðrað við norðurlendska bókmentaprísinum í 2010. Søgan ”Pudhistus” varð upprunaliga skrivað sum sjónleikur, men út frá leikritinum vaks skaldsøgan, sum kom út í 2008 og sum gjørdist nummar eitt á bestseljaralistanum beinanvegin.Í hesum leikaári verður ”Reinsan” uppsettur í fýra norðurlendskum høvuðsstøðum: Í Oslo (National Teateren), í Stokkhólmi (Stadt teatern), í Reykjavík (Thjóðleikhúsið)og á Tjóðpalli Føroya í Tórshavn. Fyrr í ár varð leikurin framførdur á La Mama Experimental Theatre í New York. Í Finlandi hava verið einar sjey uppsetingar av Reinsan síðani 2007, umframt í Estlandi.So ikki kann sigast annað enn at føroyskir áskoðarar nú fáa ein stóran leik, eins og áskoðarar í øðrum europeiskum stórbýum. Nógvir føroyingar hava longu lisið skaldsøguna Renselse og Stalins Køer, sum eru tær, sum eru týddar til danskt. Renselse er sera nógv umbiðin sambært bókahandlum og bókasavninum. Og í november ber so til at fara oman í Tjóðpallin at síggja søguna sum sjónleik. Ein psykothrillari, sum leikstjórin Kim Dambæk lýsir leikin at verða. Við einum minimalistiskum palli verður hetta puslispæl, sum Reinsan er, løgd ber fyri áskoðaran. Frumframførsla á Tjóðpalli Føroya verður leygardagin 5. nov. Atgongumerkir á kr. 200,- fáast á Kunningarstovuni í Havn.