Eftir øllum at døma er Tóroddur Poulsen gott og grundiga troyttur av at verða innstillaður til Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina. Hann er innstillaður til hesa heiðurslønina fimm ferðir. Hann var í danska útvarpinum í gjár í sendingini Skønlitteratur på P1. Yvirskriftin á samrøðuni er "Ein vreiður føroyskur yrkjari" og Tóroddur Poulsen er rættiliga provokerandi, tá hann sigur tað vera eyðmýkjandi at tapa, serliga til ein íslending. Hann finst eisini at prísnevndini og skýrir tey at vera sjuskut, tí tey ikki lesa allar bøkurnar, men bara favorittarnar, ið vanliga eru úr Danmark, Noregi ella Svøríki. Hini londini eru bara darl ella "vedhæng". At enda las Tóroddur 2 yrkingar úr Udsyn á føroyskum og donskum. Klaus Rothstein, sum er annar verturin í bókmentasendingini, segði seg dáma Tórodd Poulsen sera væl og innslagið endaði við, at tey spældu ein hjá Garasjuguð á Rock against Færøkitsch. Sum skilst vil Tóroddur Poulsen helst hava frið frá virðislønarinnstillingum og eftir hetta innslagið segði hann seg eisini rokna við at fáa frið. Asger Schnack heldur ikki, at tað passar, at smáu londini ikki hava ein kjans. Hann er nýggjur í donsku innstillingarnevndini, men er sjálvur bilsin av í hvussu stóran mun tað snýr seg um verkini og ikki um viðkomandi, ið hevur skrivað tey. Hann sigur seg ikki ordiliga skilja frustratiónirnar hjá Tóroddi og heldur, at hann átti at verið errin av teim mongu innstillingunum.
http://www.dr.dk/radio/player/?id/5330
http://www.dr.dk/Nyheder/Kultur/2011/11/15/161820.htm