Tuesday, November 8, 2011

Viðmæli: Reinsan á Tjóðpallinum


Reinsan er dramatisk søga um svik, angist, vónloysi, lygn, skuld og skomm, ið gongur fyri seg í søguligum rammum úti á bygd í Estlandi, síðst í 1940-unum, fyrst í 50-unum og í 1992. Søgan snýr seg um, at rættindi verða tikin, rætturin til egið likam og virði. Hon snýr seg um lagnur, sum verða knýttar saman ella, sum longu eru samantvinnaðar. Um brotsgerðir mótvegis kærleika og hjartagóðsku. Um at yvirliva og um reinsan.

Innan byggilistina verða hugtøkini tektoniskt og stereotomt nýtt. Tektoniskt snýr seg um tað, sum er útvortis, um bygnaðurin og sjálva konstruktiónina, meðan tað stereotoma snýr seg um tað innara, dýpdina og nakað uttan frástøðu, sum er verri at definera. Rúmið verður skapað í einum bæði dynamiskum og statiskum samspæli millum hesar báðar arkitektonisku eginleikarnar. Í Reinsan hevur scenografiin ein greidligan tektoniskan eginleika av tí, at bakgrundin er myndað av eini stórari, klæddari konstruktión, sum er fasettkend. Hetta er sum ein installatión, ella sum eitt petti av abstraktari byggilist, men samstundis er bakgrundin eisini við til at stuðla undir søgugongdina, hagar myndir verða lýstar upp og dentur verður lagdur á ymisk hugløg. Sjálvur pallurin er køkurin í einum estiskum bóndahúsum, sum á minimialistiskan hátt er skerdur til eitt borð og ein krakk. Einki annað konkret er til staðar í scenografiini og úrslitið av hesi avgerð er óvanliga ógvisligt og psykologiskt sterkt.

Men í tektonisku konstruktiónini eru til staðar seks sjónleikarar, ið saman við umhvørvinum skapa eitt rúm, har týdningar spretta (og lat meg siga alt fyri eitt, at allir leikarar spæla fantastiska væl. Eg vil helst ikki taka nakran framum, men Hans Tórgarð átti at fingið eina milliónmilliard fyri hansara sublima spæl og ómetaliga stóra íkast til listina. So kann hann altíð lata eitt sindur til allar teir framúr góðu sjónleikararnar, sum spæla saman við honum.) Tey nógvu løgini í konstruktiónini aftan fyri pallin verða sameind við teimum nógvu løgunum av ræðuleika í leikinum og teimum mongu røddunum, sum leikararnir skapa í einum at kalla organiskt flótandi streymi. Turrisliga melankoliin hjá teirri klassisku frásagnarrøddini, avmarkaða og óvandaliga málið hjá Pasja, inniliga barnamálið hjá Zaru, kyniska sorgblídnið hjá teirri gomlu Aliide, skilagóða vónloysi hjá teirri ungu Aliide, Hans og hansara stórlætaða takan synd í sær sjálvum, harða, ússaliga og sleiska maktmálið hjá Martin og russisku orðingarnar hjá hermonnunum, sum eg ikki skilji eitt orð av, men har perversiónin og ráskapurin allíkavæl tykist heilt ítøkilig. Hesar røddir verða fylgdar av eini æviga hjástaddari ljóðmynd, sum ikki sleppur sínum haldi í okkum, men sum í sínum miskunnarleysa nakinleika seta seg fast í sálina á sama hátt sum lukturin, ið hongur uppií persónunum í leikinum. Ein deymur, sum tey ikki sleppa undan og sum talar til tey úr teirra egna dulviti.

Í hesum rúminum við tektoniska bygnaðinum og stereotoma, at kalla organiska, innara gongur ein reinsan fyri seg. Ein reinsan, sum fevnir um okkara stevnu við listina, eitt møti, tá sinnið verður kenslunomið í so stóran mun, at tað ikki rúmar nøkrum øðrum enn listini. Sinnið verður tømt, reinsað. Men tað snýr seg eisini um eina aðrar reinsan, nevniliga reinsanina frá tí ónda. Tann evindaliga súltanin hjá konunum og teirra stríð móti flugum og spillu er eitt sterkt leiðimotiv, sum inniheldur sera nógvar umráðandi týdningar, men sum eisini speglar júst bardagan móti tí ónda, antin tað eru kulakkar, fólkafíggindar, svikarar, blóðtystir røvarar, horur ella kommunistar. Tey óynsktu. Í einum samfelagi, har einki pláss er til systemkritikk, har menniskjað verður tvingað at vera ómenniskjaligt, til morð og til svik, har skal tað reinsast út. Tað er tann einfaldi dreymurin um LEGO®World, eitt stað, har tað ikki er nakað, sum minnir okkum á spillingina. Alt skal burtur: ”Læknar reinsa alt út, allar sjúkur. Búldir, parasittar, kreft. Teir skera alt vekk, soleiðis”, siger Zara. Alt má vera reint: ”Eg havi brúk fyri hansara hondum, hansara reinu hondum, at tær nerta við meg, tí tað er bara Hans, bara hann sum kann, bara hann sum hevur eitt reint hjarta, tað reinasta hjartað í verðini og hann fer at lova mær inn í sítt reina hjarta og bjarga mær”, sigur tann unga Aliide. Men veruleikin er ein annar, misbrúkið verður endurtikið og tað ber ikki til at reka tað ónda burt, tað er kyknað og vaksur víðari í tær sjálvum: ”Tí tá man er í parti við tí sum hevur maktina, so er man tryggur. Og so skal eg ongantíð aftur sita eina nátt í kjallaranum á býráðshúsinum”.

Eg gevi hervið leikinum Reinsan eftir Sofi Oksanen mítt allarbesta besta viðmæli. Tøkk fái tit:

Leikarar
Barbara Christophersen
Bárður Persson
Birita Mohr
Gunnvá Zachariasen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam

Uppsetan
Leikstjórn: Kim Dambæk (DK)
Pallmynd og búnar: Oana Constantineanu (DK)
Týðing: Hans Tórgarð
Ljósdesign: Árni Balvinsson
Ljóðdesign: Jón McBirnie
Pallsmíð: Símun Pauli Hansen og Mikkjal Galán
Seyming og rekvisittir: Katrin Bonde
Hjálparfólk: Ingilín Strøm

(IS)