Í støðuga streyminum av leinkjum til hetta og hitt, datt eg ein dagin um eitt viðmæli hjá einum facebookvini, sum viðmerkir "fantastiskt" til sangin Home hjá Teiti Lassen. Eg lurtaði, eri fullkomiliga samd eisini við ummælaranum í melodybox, sum heldur, at Teitur dugir okkurt heilt serligt við klaverinum. Hesin sangurin javnvigar á eini knívsegg millum tað banala og melodramatiska við tí næstan turrisliga grundleggjandi og autentiska musikalitetinum, sum eyðkennir Teitur. Ummælarin er eitt sindur kargur við stjørnum, men ummælið er áhugavert og rættiliga positivt, les bara her: http://themelodybox.com/ep-teitur-four-songs/