Hesa vikuna er kroppurin Gud á listablogginum. Tað er
hann jú í øllum øðrum miðlum og ikki bara hesa vikuna,har er hann allatíðina,
hvønn dag eru greinar, útvarps- og sjónvarpssendingar, sum snúgva seg um hvussu
vit fáa ein vakrari kropp og ikki minst ein kropp, sum heldur til æviga tíð, so
at vit øll somul kunnu gerast heiladeyðar vakurleikadrottningar og kongar.
Men sjálvt um miðsavnanin um kropp framum ond kann
ørkymla við støðugu ræðsluni fyri kropsins forfalli, sum vit nú deila í
gerandisdegnum, so hava vit á Listablogginum einki í móti kroppinum. Í grundini
halda vit, at hann er sera praktiskur og at nógv spennandi list er komin burtur
úr kroppinum. Listin, sum vit fara at deila við tykkum hesa vikuna, snýr seg um
kroppin. M.a. verður ein grein um tekningarnar hjá Bárði Oskarsson, har
kroppurin er í fokus og so hava vit nakrar myndarøðir og nakrar yrkingar á
skránni, sum á ymsan hátt viðgera kroppin sum evni antin tað er tann
eksistentielli, tann deyði, tann dansandi, tann erotiski ella tann speiski
kroppurin.
Lucian Freud
Lucian Freud