Monday, May 27, 2013

Gøla ella ballón við heitari luft?



Seinastu tíðina hevur okkurt graml verið at hoyra í listaumhvørvinum um eina sanna gølu í Listasavni Føroya. Og fleiri fólk hava eisini vent sær til okkum við klagum um hesa sonevndu gøluna í vón um at tann konfrontatoriski og kritiski Listabloggurin fer at taka hetta upp. Og tað vildu vit eisini fegin, um altso talan var um eina gølu. Týsdagin í síðstu viku varð málið lagt fram og lýst í Dimmalætting undir gølukendu forsíðuyvirskriftini "Listasavnið vrakar Sven Havsteen-Mikkelsen". Tað snýr seg um eina framsýning, sum er tikin av aftur skránni í Listasavninum. Greinin, sum Beate L.Samuelsen hevur skrivað er í roynd og veru nógv hóligari enn yvirskriftin leggur upp til. Í greinini stendur, at talan er um eina ferðaframsýning við myndum hjá Sven Havsteen-Mikkelsen, sum varð fyriskipað í sambandi við 100 ára føðingardag listamansins og sum byrjaði á Johannes Larsen Savninum í fjør. Framsýningin hevur síðani verið at sæð í listasavninum í Ribe og í Sophienholm. Aftan á hetta var ætlanin at ferðaframsýningin skuldi sýnast fram í Listasavni Føroya, men hesar ætlanir eru nú sleptar. Tað er ikki vist hvørt ferðaframsýningin er vorðin eitt  sindur seinkað ella hon bara er blivin drúgvari enn ætlað, men sambært plausiblu frágreiningini hjá Nils Ohrt stjóra er orsøkin, at fleiri av teimum privatu málningaeigarunum ikki eru áhugaðir at læna verkini út longur og tað er eingin meining at hava framsýningina í Listasavninum, tá hesi verkini mangla.

Tað er spell, sjálvandi, at vit ikki fáa hesa framsýningina hjá danski listamanninum við tætta tilknýtinum at Føroyum og norðurlondum at síggja í Føroyum, men eg dugi illa at fáa eyga á eina gølu í hesi avgerðini hjá Nils Ohrt. Onkursvegna so er tað altso ikki júst handan málingastílin, sum vit hava tann størstan mangul uppá. Frágreiðingin hjá Nils Ohrt er sum áður nevnt ógvuliga rímilig og sjálvandi hevur hann sum savnsleiðari allan rætt at taka eina tílíka avgerð. Eftir stendur spurningurin hví summi vilja gera eina gølu burtur úr hesum. Vit kenna ikki motivið, men ætla okkum at royna at finna út av tí og yvirhøvur at halda fram við at viðgera list og listastovnar - ikki við teskandi bakbiti, men opið og erliga í signeraðum innleggum.





(KP)