Saturday, May 4, 2013

Prosavika 6 Oddfríður M.Rasmussen


Vit hava ofta yrkingar og yrkingaummæli á listablogginum og onkursvegna verður skaldskapurin á óbundnum máli við sviðið soð. Hetta botnar sjálvandi eisini í, at skaldsøguútgávurnar eru færri í tali enn yrkingarsøvnini, men hesa vikuna gera vit eitt sindur burtur úr prosaskaldskapi og fara hvønn dag at leggja brot úr skaldsøgum ella stuttsøgur á bloggin.

Oddfríður Marni Rasmussen hevur eftir útbúgving sína á danska rithøvundaskúlanum av sonnum sett sín dám á føroyskar bókmentir bæði sum yrkari, sum annar av ritstjórunum á tíðarritinum Vencil, men harumframt skrivar hann eisini barnabøkur. Hetta er fimti kapittul av eini barnabók, sum vónandi kemur út í heyst. Hon eitur "Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni og forelskilsið" og er eftir øllum at døma bæði skemtilig og poetisk. Bárður Oskarsson fer at tekna tekningarnar til bókina.
Morgunin eftir var aftur stilt í veðrinum. Septemberveðrið hevði nú sovið í eitt samdøgur. Fuglarnir vóru smátt um smátt farnir aftur á flog. Onkur sá heldur troyttur út. Hóast kalt var í veðrinum, var ongin vindur.
Túsundbeinið Súni sat úti á svalanum og sutlaði summardáasaft í seg. Onkur illsint vespa royndi at fáa sær ein sopa. Meðan hann soleiðis sat og stríddist við at prumpa vespurnar burtur, sá hann eitt høvd koma undan flaggstongini. Hann hugdi nærri og sá longu eygnahárini og reyðu, rundu kjálkarnar á einum øðrum túsundbeini. Nú var langt síðani, hann hevði sætt ein annan av sínum slagi. Eygnahárini vóru so long sum nálir og eygnalokini skinu í øllum ælabogalitum og blunkaðu so títt sum veingirnir á eini flúgvandi vespu. Spakuliga kom meir og meir av hesum skapningi undan falggstongini.
“Fffuttifuuu!” segði Túsundbeinið Súni og hoyrdi ikki, at hann segði tað.
“Hygga hasar lekru sandalirnar,” teskaði hann fram fyri seg sjálvan og misti saftglasið niður á svalan. Onnur hvør sandala var ljósareyð og onnur hvør var grøn. Hann hoyrdi tað brúsa inni í høvdinum. Tankarnir kendust sum túsund smáar, tómar sápubløðrur. Hvørja ferð ein brast, kvakk hann við og segði: “Hov, hov!”
Hon gekk varisliga yvir móti Túsundbeininum Súna. Allar mjadnarnar dansaðu í takt við eygnalokini. Hann hevði ilt við at fylgja við. Nú stóð hon beint framman fyri honum.
“Hhhheeeyyy.” Røddin ljóðaði líka hás á málinum sum Innantanna Anna hevði ljóðað, og hann sá fyri sær eitt einglakór syngja.
Hygga øll knøini, hugsaði Túsundbeinið Súni og vónaði ikki, at hon hoyrdi tankarnar, tí at teir ljóðaðu sum torusláttur og stormur í hansara høvdi.
“Hvussu eitur tú?” 
“Súsundbeinið Túni,” skundaði hann sær at svara. Hann hugdi niður og gjørdi rundingar við fimm teimum fremstu beinunum, og so hendi tað, sum ikki skuldi henda. Hann prumpaði ein ordiliga larmutan prump.
“Llllekkurt,” segði hon, og Túsundbeinið Súni helt, at tað ljóðaði sum um hon meinti tað.
“Eitur tú?” Hann kendi ikki seg sjálvan aftur.
“Ja, eg eiti,” svaraði hon og blunkaði títtari við eygnalokunum. “Eg eiti Feginsbrúgvin Femja, men øll kalla meg Fegna. Eitur tú ikki Túsundbeinið Súni?”
“Fegna rímar við regna og tekna og hegna,” segði Túsundbeinið Súni og flenti ein so løgnan snorkandi látur, at hann kvakk av sær sjálvum og tagdi.
“Eitur tú ikki Túsundbeinið Súni?” spurdi hon aftur.
“Jú, Fegna.” Hann rodnaði, skelkaður av, at hon visti, hvussu hann æt.
“Eg eiti Súsundbeinið Túni,” segði hann og hevði onki tamarhald á tí, sum hann segði.
Hann hugdi beint inn í ljósabláu eygu hennara. Hon hevði minst túsund eygnahár á hvørjum eygnaloki. Túsundbeinið Súni hevði ongantíð sætt so nógv eygnahár á einum eygnaloki fyrr.
Hon skriðaði sær um feginsbrúnna. Tað sigst, at so er okkurt gott í væntu, tá ið tað skriðar í feginsbrúnni.
“Fegna Femja,” teskaði Túsundbeinið Súni. “Fegna Femja, tað er eitt vakurt navn. Og, og, og, tú er eisini grúiliga vøkur ... øll sum tú er,” segði hann.
“Takk fyri.”
“Sjálv takk,” svaraði Túsundbeinið Súni lotur.
Hann helt, at alt, sum hon segði ljóðaði sum, tá ið fuglarnir plagdu at syngja morgunsang.
“Eg má fara nú,” segði Femja og blunkaði so títt við eygnalokunum, at framparturin næstan fór uppfrá.
“Eg, eg, eg, má eisini nú,” segði hann, men hann helt at okkurt orð manglaði, so hann rópti hart upp í luftina: “Fara. Eg má eisini fara ... nú.”
Hon snúði sær á og fór. Allur kroppurin sveiggjaði, mjadnarnar dansaðu og eygnalokini gingu so kyk at framkroppurin fór uppfrá og bara nøkur heilt fá afturbein numu jørðina.
“Segði eg Súsundbeinið Túni við hana?” segði hann hart og trampaði við øllum beinunum á vinstru lið.
“Ja, tað segði tú,” hoyrdi hann eina mjúka rødd rópa. Tað ljóðaði sum kom hon av sjeynda himli.




(KP)