Saturday, May 25, 2013

"Altso eg eri ikki rasist, men..."

Á veg í bussin hoyrdi eg av óvart nakrar gentur práta saman. Prátið snúði seg um eina grill her í Havn, hvørs eigari eyðsýniliga er muslimur, "ella í hvørt fall arabari". Hon, sum átti hesa upplýsingina legði aftrat: "Altso eg eri ikki rasist ella nakað sóritt har, men eg keypi ikki mat frá einum sovorðnum, altso mann veit ikki hvat tey hava gjørt við matin...". Hinar báðar genturnar, sum hon vendi sær til, søgdu einki, kanska vóru tær eitt sindur illa við og høvdu ikki hug til eina konfrontatión har mitt í býnum á veg inn í bussin. Løtu seinni í bussinum hoyrdi eg, at prátið, sum nú var væl meira animerað og hugaheitt, snúði seg um hvørt Johnny Depp var megalekkur ella alt ov aggamal til yvirhøvur at kunna bólkast sum lekkur. 

Eg havi ikki hildið, at vit hava havt nakra serliga rasismu her á landi uttan tann av handahógvi merkti mótviljin móti danskarum, sum eru gírigir, tosa nógv og eru bara so "danskir", danin er fanin og súkklutjóvar eru teir eisini í landsuðri. Hetta plagar allíkavæl at ganga so nøkulunda yvir, tá vit læra teir einstøku danirnir at kenna (í øllum førum so leingi sum teir skikka sær ordiligt). Men hvat er rasisma? Tey munu vera fá, sum sjálvi halda seg vera rasistar og flest øll kunnu vit helst semjast um, at rasisma er av tí ónda. Tey eldru av okkum hava sæð sjónvarpsrøðina Roots (ella Rødder, sum tað eitur í Føroyum) og halda sum heild, at Ku Klux Klan eru nakrir verri kúllar. At vera rasistur er ikki nakað mann reypar av, tað er eitt sindur á sama hátt sum við einum øðrum hugtaki; at vera snobbur. Tað er jú oftast nakað, sum rakar onnur fólk enn teg sjálva. Í Føroyum haldi eg ikki, at vit hava havt nakra serliga rasismu, ella tað helt eg, men innlitið, sum viðmerkingar á portalum og fb geva inn í føroysku fólkasálina, fær meg at ivast um stórliga, kann tað passa, at eisini vaksin hampafólk her heima eru rasistar?

Flestar allýsingar eru samdar um, at støðið undir rasismuni er ímyndin um, at menniskju eru býtt upp í ymsar bólkar eftir biologiskari rasu og at eitt slag av stigskipaðum hierarki er millum hesar rasurnar, ið hevur við sær, at summar rasur eru betri enn aðrar. Rasisma er í familju við diskriminatión, kúgan og fremmandahatur, rasisma kann fremjast út frá mentan, religión, máli, etnisiteti, politiskari trúgv og tjóðskaparligum áðum. Mentanarrasisman, ið tekur støði í mentanarmunum, er ógvuliga aktuel. Í Europa er tað tann vestliga mentanin, ið verður roknað fyri at vera tann ovasta mentanin, altso tann, ið er við yvirlutan. Í Europa hevur mentanarrasisman sum kunnugt tikið dik á seg síðan yvirgangsálopið 11.september 2001 móti Pentagon og World Trade Center og Pentagon í einum ofta einstáttaðum kjaki, har islam verður hildið at vera ein ónd religión, sum er trælkandi av natúr. At trupulleikarnir við rasismu gerast alt meira áleikandi í Europa hevur fleiri samfelagsligar orsøkir, t.d. sosialir trupulleikar og miseydnað assimilatión, sum hevur við sær, at eitt nýtt ættarlið hjá innflytarum ymsa staðni í Europa, kennir seg sum annanrangs borgarar í teirra egnum føðilandi. 

Í Føroyum eru vit enn lutfalsliga homogen mentanarliga sæð í og við, at vit ikki hava teir nógvu tilflytararnar við øðrvísi religión, mentan osfr. Við onkrum undantøkum, hava vit tað eisini lutfalsliga gott í Føroyum um vit hugsa um grundleggjandi tørv og ágóðar, so samanumtikið skuldi eingin grund verið til rasistiskan atburð og útsagnir hjá okkum. At tað allíkavæl kemur fyri í heilum er ótýdligt og til at gerast illa við av. Á facebook eru í heilum kjak, har svínhundurin stingur sína ljótu gron fram og goyr so inniliga. Í einum kjaki millum etablerað hampafólk við arbeiði, húsi og hava og stórum frystara, helt ein kona, at vit sum heild eru ov fitt og lagalig "Vit eru alt ov fitt og lagalig í Europa, skilja ikki muslimska vandan, tí hetta er ein beinhørð religión, sum hevur sett sær fyri at taka yvir alla verðina, tað siga teir sjálvir, og av onkrari løgnari grund hevur Várharra givið teimum oljuna, sum ger, at teir hava ráð til at gera, sum teir vilja. Teir fara kanska at herja á okkum øll líka til dómadag, og vit fara at vakna alt ov seint". 

Ofta tigur mann, tá svínhundurin goyr, men eg haldi í grundini, at uppskotið hjá unga danska skemtaranum, Michael Schøt um, at møta rasistiskum útsagnum við somu krøvum, sum vit seta roykjarum, er nokkso gott. Koyr rasistarnar út í tún at brúka seg.










(KP)