Fyrireikingar. Claus Carstensen og Tine Blicher-Moritz umhugsa hvar myndirnar skulu hanga
Myndirnar verða transporteraðar í lyft
Stóra myndin hongur sera væl í hølinum uppiá
Uttan fyri framsýningarhølið niðriundir
Uttan fyri var heitt at standa
Tað ber eisini til at sita..
Claus Carstensen sýnir fram yvirmálingar í Galleri Tom Christoffersen
Grafikkurin hongur uppiá
Uttanfyri á bryggjuni
Samrøða var við Claus Carstensen í Politiken síðsta leygardag, men higartil eru tvey smærri ummæli komin av framsýningini
Tvey av verkunum á framsýningini
Karin Elspudóttir bjóðar vælkomin
Flemming Pless sigur okkurt stuttligt
Ráu, ógvusligu myndirnar hjá Claus Carstensen hóska væl til hølini á Bryggjuni
Lítla prentið, sum setti alt í gongd, tvær versiónir
Vit práta
Áskoðarin sleppur eisini at síggja baksíðuna
Tríggir listamenn, sum høvdu eina fína framsýning "Corda Atlantica" í 1998, Bjarne Werner Sørensen, Anker Mortensen og Tóroddur Poulsen
Og her sæst ein annar listamaður í fartinum, Svend-Allan Sørensen
Tær báðar uttastu myndirnar hjá Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku eigur listamaðurin sjálvur, hinar hava vit lænt frá Simon Louis-Jensen og Jóannes Gaard
Vit høvdu eina almenna samrøðu í framsýningini, Claus Carstensen greiddi frá síni list
Claus Carstensen keypir eitt flagg hvørja ferð hann er eitt nýtt stað...
Og tá hann kemur heim transformerar hann tað til eitt listaverk
Klaksvikaffærer. Framsýningin hongur á Norðurbryggjuni inntil 11.august.
Myndirnar tóku: eg sjálv, Jan Andersson og Martin Hilker.
(KP)