Hesa vikuna er kroppurin Gud á listablogginum. Tað er
hann jú í øllum øðrum miðlum og ikki bara hesa vikuna,har er hann allatíðina,
hvønn dag eru greinar, útvarps- og sjónvarpssendingar, sum snúgva seg um hvussu
vit fáa ein vakrari kropp og ikki minst ein kropp, sum heldur til æviga tíð, so
at vit øll somul kunnu gerast heiladeyðar vakurleikadrottningar og kongar.
Men sjálvt um miðsavnanin um kropp framum ond kann
ørkymla við støðugu ræðsluni fyri kropsins forfalli, sum vit nú deila í
gerandisdegnum, so hava vit á Listablogginum einki í móti kroppinum. Í grundini
halda vit, at hann er sera praktiskur og at nógv spennandi list er komin burtur
úr kroppinum. Listin, sum vit fara at deila við tykkum hesa vikuna, snýr seg um
kroppin. M.a. verður ein grein um tekningarnar hjá Bárði Oskarsson, har
kroppurin er í fokus og so hava vit nakrar myndarøðir og nakrar yrkingar á
skránni, sum á ymsan hátt viðgera kroppin sum evni antin tað er tann
eksistentielli, tann deyði, tann dansandi, tann erotiski ella tann speiski
kroppurin.
Yvir borð
Strikurnar skapa form, avmarking, variatión, tilfarskenslu og rørslu, og skapa rúmd og dýpd í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Smáar eyðmjúkar rúmskapandi strikur og dungar av tøttum feitum strikum gera myndina rúmliga, men samstundis, tá strikurnar verða umbroyttar frá smáum fínum træðrum til okkurt nitrut, næstan tilfarsligt, er ikki lætt at skilja í millum hvat er strika og hvat er flata. Og á sama hátt sum strikurnar tykjast skifta frítt millum at vera málandi ella grafiskar og millum tað einfalda og tað torskilda, skiftir myndin eisini frítt millum tað rúmliga og flata. Alt flytir seg alla tíðina, og sjálvt botnurin, flatan av pappírinum, sum stendur nakin millum strikurnar, tykist óstøðug til tíðir.
Millum óteljandi forskjótingar og mótsetningar, millum sjónlig og ósjónlig spor, millum endaleys skift milum tað lágmælta, intima, lyriska og tað meira intensa ekspressiva, millum tað narrativa og tað ikoniska, og millum tað poetiska, vakra og tað hættisliga, er ein kroppur í tekningini hjá Bárði Oskarsson. Eitt fast grundarlag, ein fysisk vera. Kroppurin er miðdepilin í listini hjá Bárði Oskarsson, kroppurin er atgongd menniskjans til eina fatan av heiminum, menniskjan er í heiminum sum ein kroppur og kann einans fata seg sjálvan og sítt umhvørvi gjøgnum kroppin. Men strikan er eisini í sær sjálvum merkt av einum serstøkum kropsleika, hon er fysiskt til staðar á sama hátt sum kroppurin, hon er eitt slag av liklamliggerð av handarørslunum. Á henda hátt verður samband millum teknaða kroppin og strikuna, sum kroppurin er teknaður við, tey eru grundleggandi ólík, men eru allíkavæl partar av hvørjum øðrum. Tey eru tað sama, men ikki tað sama.
Yvir borð
Tekningar hjá Bárði Oskarsson
Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og
allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði
Oskarsson. Hansara strika er kensluborin og persónlig og samstundis, sum strikan
avmarkar og skapar ein kropp, er tað eins og livir hon sítt egna lív, eins og
hon breiðir út sínar egnu eginleikar og sína egnu náttúru. Strikan hevur ein
neyvleika og endurgevur beinrakið ein kropp, ein mann við eitt borð í einum
rúmi. Hinvegin hvílir strikan í sær sjálvari, er leys og opin og skilnaðurin
millum tað figurativa og tað abstrakta er flótandi. Á sama hátt eru sterkir
narrativir lutir í tekningini og nógvar smáar søgur verða sagdar, samstundis
við, at myndin bara er til staðar, merkt av endaleysari ró og hvílir í sær
sjálvum og síni egnu stillu tilveru. Tað er bæði narrativt og ikoniskt. Bæði
teatralskt og burturhugað. Bæði illustrativt, tað hevur nóg mikið í sær sjálvum
og er á sama hátt og strikan um somu tíð er stýrt og tilvildarligt, og setur eins og strikan bæði sjónlig og ósjónlig fótafar á pappírinum.

(IS)