Thursday, May 23, 2013

Ísland við í Venezia-biennaluni


Gallarí i8 í Reykjavík boðar í tíðindaskrivi frá, at verkið hjá framúrskarandi íslendska listamanninum, Ragnar Kjartansson, S.S. Hangover, verður við á 55. biennaluni í Venezia Biennaluni í summar. Altjóða listaframsýningin hevur heitið: The Encyclopedic Palace, og Massimiliano Gioni kuraterar framsýningina, sum varir frá 1.juni til 24.november. Ragnar Kjartansson hevur tikið lut á biennaluni áður. Skipið/verkið S.S. Hangover  fer at sigla millum tvær lendingar í sjálvari kanaluni á biennaluni, og orkestrið verður ein messingsekstett, sum fer at spæla eitt verk hjá Kjartani Sveinsson, tað er gjørt serliga til biennaluna. Skipið S.S. Hangover er í útsjónd merkt av einum tilvildarligum blandi millum grikskt, íslendskt og venesianskt skipasnið, men upprunaliga er talan um ein íslendskan útróðrarbát frá 1934. 

- Gamla sluppin var brúkt til konsertir o.a., men liggur nú á havsins botni við bryggjuna á Skála
Eg veit ikki um tað er bara er í mínum føroyska knokki, at hetta hugskotið gevur eitt serligt afturljóð, stjørnur í eyguni og eitt pinkalítið vet av øvund: "hví kunnu vit ikki eisini gera sóritt...".  Tað er einki at ivast í, at íslendingar eru nógvar stavnar ella ein heilan ólavsøkuróður framman fyri okkum, tá tað snýr seg um íslendska list í heimslistarhøpi, men heldur enn at grenja kunnu vit lata okkum inspirera av tílíkum hugskotum. Eg ivist ikki í, at føroysk listafólk høvdu kunnað klárað seg altjóða innan myndlistina eins og tónleikarar, men ikki minst kundu vit klárað okkum væl innan tílíkar blandingslistaformar og cross over list, sum Ragnar Kjartansson orkestrerar í Italia í summar. Vit kundu eisini komið við onkrum framúrskarandi, um altso vit umframt at satsa uppá føroyskan dans og træskip eisini dugdu at satsa uppá samtíðarlistina. 
PS: Nú havi vit fingið ein íslendskan stjóra í Norðurlandahúsinum, tað skal vera mín vón, at húsið undir leiðslu Sif Gunnarsdóttirs fer at blóma listarliga og at hon kanska enntá fær heimslistafólk sum Ragnar Kjartansson at framsýna her. Eg nýti høvið at ynskja henni alt tað besta 



(KP)