Hesa vikuna er kroppurin Gud á listablogginum. Tað
er hann jú í øllum øðrum miðlum og ikki bara hesa vikuna,har er hann
alla tíðina, hvønn dag eru greinar, útvarps- og sjónvarpssendingar, sum snúgva
seg um hvussu vit fáa ein vakrari kropp og ikki minst ein kropp, sum heldur til
æviga tíð, so at vit øll somul kunnu gerast heiladeyðar vakurleikadrottningar
og kongar.
Men sjálvt um miðsavnanin um kropp framum ond kann
ørkymla við støðugu ræðsluni fyri kropsins forfalli, sum vit nú deila í
gerandisdegnum, so hava vit á Listablogginum einki í móti kroppinum. Í grundini
halda vit, at hann er sera praktiskur og at nógv spennandi list er komin burtur
úr kroppinum. Listin, sum vit fara at deila við tykkum hesa vikuna, snýr seg um
kroppin. M.a. verður ein grein um tekningarnar hjá Bárði Oskarsson at lesa, har
kroppurin er í fokus og so hava vit nakrar myndarøðir og nakrar yrkingar á
skránni, sum á ymsan hátt viðgera kroppin sum evni antin tað er tann
eksistentielli, tann deyði, tann dansandi, tann erotiski ella tann speiski
kroppurin.
Triðja dagin
tá eg vakni
hoyri eg maðkarnar tosa um
hvussu eg smakki:
ein sigur at eg smakki púrasta meiningsleyst
annar sum vil spýggja sigur
at tað er einki høpi í samansetingini
at tað hevði verið betur
um eg var stoktur ella kanska kokaður
ein triði meinar
at hetta minnir mest um sjeynda ættarlið
frá eini útvatnaðari kvæðakempu
ein fjórði heldur hetta vera heldur herskið
at eg smakki sum um samfelagið
fyrr hevur verið í mær
og tað er heldur ikki líkt til
at eg havi havt nakra virðing fyri tí
ein fimti hevur als ongan matarlyst
tí at tað smakkar sum um boðskapurin
er burturvilstur í brendum barndómi
og einum longsli eftir einum longri lívi
hetta síðsta rørir meg als ikki
men tá onkur sigur
at eg smakki næstan sum kvaldur kærleiki
gravi eg meg sjálvan upp
pilki maðkarnar úr mær
og geri ein nýggjan rætt
hoyri eg maðkarnar tosa um
hvussu eg smakki:
ein sigur at eg smakki púrasta meiningsleyst
annar sum vil spýggja sigur
at tað er einki høpi í samansetingini
at tað hevði verið betur
um eg var stoktur ella kanska kokaður
ein triði meinar
at hetta minnir mest um sjeynda ættarlið
frá eini útvatnaðari kvæðakempu
ein fjórði heldur hetta vera heldur herskið
at eg smakki sum um samfelagið
fyrr hevur verið í mær
og tað er heldur ikki líkt til
at eg havi havt nakra virðing fyri tí
ein fimti hevur als ongan matarlyst
tí at tað smakkar sum um boðskapurin
er burturvilstur í brendum barndómi
og einum longsli eftir einum longri lívi
hetta síðsta rørir meg als ikki
men tá onkur sigur
at eg smakki næstan sum kvaldur kærleiki
gravi eg meg sjálvan upp
pilki maðkarnar úr mær
og geri ein nýggjan rætt
Tóroddur Poulsen.
Steðgir.