Sunday, May 12, 2013

Blue Bird Film roynir nýggjar leiðir at fíggja stuttfilm eftir Katrina Ottarsdóttur



Í eini roynd at fáa fíggjað ein nýggjan stuttfilm eftir Katrina Ottarsdóttur hevur undirritaði sett í verk eitt sonevnt crowdfunding-átak, eitt stuðulsátak, har ein og hvør kann stuðla filminum við eini sjálvvaldari upphædd. Sum takk fyri stuðulin fáa stuðlararnir t.d. innbjóðing til frumsýningina og/ella dvd-fløgur.     
   

Filmurin hevur heitið "Ludo" og er ein psykologiskur óhugnafilmur um ein vanligan dag í lívinum hjá eini ungari familju - einum pápa, eini mammu og 11-ára gomlu dóttur teirra. At síggja til ein heilt vanlig familja, men skjótt merkist, at her býr okkurt ófrættakent aftan fyri fasaduna.

Filmurin skal takast upp í Sandoynni í august, og skal eftir ætlan verða liðugur síðst í hesum ári.

Katrin hevur skrivað handritið og skal leikstjórna filminum. Leikararnir verða 5 í tali, teir eru ikki allir funnir enn, men tó liggur fast at Hjálmar Dam og Hildigunn Eyðfinnsdóttir skulu spæla leiklutirnar sum pápin og mamman. Filmsliðið er heldur ikki fullsett enn, men telur fyribils hesi: Natascha Tiara Rydvald, filmfotografur, (DFF) Edward Fuglø, senografi, Ingun í Skrivarastovu og Hugin Eide, framleiðslufólk.

Verkætlanin hevur higartil fingið fíggjarligan stuðul frá Mentanargrunni Landsins, Filmsgrunninum hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk, Tórshavnar Kommunu, Fjølritum og P/f Poul Michelsen. Vit eru sera takksom fyri hendan stuðul, men mugu samstundis staðfesta, at hann røkkur ikki til stórt meiri enn "grundleggjandi" útreiðslur, sum t.d. leigu av kamera og aðrari tekniskari útgerð, løn til professionellan filmfotograf, ferðaútreiðslur v.m., og tískil írestar enn fígging til t.d. lønir, mat og uppihald, tónleikarættindi umframt meginpartin av eftirarbeiðnum, tvs. klipping, ljóðmix, litviðgerð osfr. (Og vit gera vart við, at stuðulin vit fáa, fer ikki til at gjalda okkum sjálvum løn, men til omanfyri nevndu útreiðslur. Okkara íløga í filmin er, at vit bara fáa løn, um nakað er eftir, tá alt annað er goldið, og øll onur hava fingið løn.)

Til tess at fáa hesa írestandi fígging til vega hava vit sett í verk eitt sonevnt "crowdfunding"-átak.

 Crowdfunding byggir á prinsippið "Nógvir løkir smáir ..." og gongur í stuttum út uppá, at ein og hvør - privatpersónur og/ella fyritøka - kann stuðla verkætlanini við eini størri ella minni peningaupphædd. Afturfyri fær gevarin navn sítt á eftirtekstirnar í filminum umframt eina ella fleiri gávur alt eftir støddini á stuðulsupphæddini. Hendan gáva kann t.d. vera innbjóðing (við maka) til frumsýningina, ein dvd-fløga við lidna filminum, og/ella dvd-fløgur við eldri filmum hjá Katrini.

(Crowdfunding kann eisini lýsast sum ein happadráttur, har tú ert vís(ur) í at vinna, og sjálv(ur) gert av, hvat vinningurin skal vera.)

Crowdfunding ('hópfígging' ella 'fjepparafígging' á føroyskum?) er ein fíggingarháttur, sum um allan heim er vorðin alt meira vanligur seinastu árini til tess at fíggja verkætlanir av allahanda slag. Nógvar netsíður eru, ið virka sum "vertir" fyri crowfunding-átøkum. Hesar vertssíður fáa so ein ávísan prosentpart av pengunum ið koma inn.

Til okkara átak hava vit valt síðuna Indiegogo.com, ið serliga er til listarligar verkætlanir sum filmsframleiðslur, sjónleik, tónleikaútgávur, bókaútgávurur og tílikt. Sum mál hava vit sett € 12.000 (knappar 90.000 krónur). Náa vit hesum máli fara 4 % til Indiegogo.com, náa vit ikki hesum máli er teirra partur 9 % av innkomna peninginum.

Crowdfunding-síðan fyri "Ludo" er at finna her:
http://igg.me/p/402726. Síðan er á enskum, tá vit vóna at onkur útlendingur eisini vil vera áhugaður at stuðla.

Á síðuni er eitt yvirlit yvir ymsar stuðulsupphæddir ein kann velja - frá € 15 til € 100  - og hvat ein fær fyri ymsu upphæddirnar.  Tað ber eisini til "bara" at stuðla við eini sjálvvaldari upphædd. Síðan er almenn, og ein og hvør kann fylgja við hvussu leikur fer. Tey ið velja at stuðla gera sjálvi av, um navn teirra skal almannakunngerast ella um tey vilja stuðla anonymt.

"Associate producer"

Tey ið stuðla við € 500 (uml. 3.700 krónur) verða roknað sum medframleiðarar ella 'associate producer' og verða nevnd við hesum heiti á fortekstunum á lidna filminum. Hetta er kanska ein í so stór upphædd fyri einstaklingar, men vón okkara er, at onkur fyritøka er sinnað at stuðla við hesi upphædd.

Filmurin hevur eisini eina Facebook-síðu:
https://www.facebook.com/LudoAShortFilmByKatrinOttarsdottir
Hon kan finnast við at leita eftir "Ludo - a short film by Katrin Ottarsdóttir".

Vit vóna at hetta crowfunding-átakið okkara fær góða undirtøku, bæði frá føroyingum og útlendingum, einstaklingum og møguliga onkrari fyritøku. Allur stuðul. stórur ella lítil, er kærkomin og verður móttikin við hjartans tøkk.

Hugin Eide, Blue Bird Film, 11. mai 2013