Í dag er Kristi Himmalsferðardagur og til dagin hava vit funnið fram eina mynd hjá filippinska listamanninum Manuel Ocampo, sum í løtuni framsýnir í SOD Gallery í Holbergsgade 17C í Keypmannahavn. Framsýningin eitur "Monument to the Pathetic Sublime" og varir inntil 8.juni 2013. Manuel Ocampo er føddur í Manila á Filipsoyggjunum í 1965 og er kendur listamaður, ein av teimum, sum eru umboðað í týðandi bókini Vitamin P New Perspectives in Painting, sum Phaidon gav út fyri tíggju árum síðani. Manuel Ocampo hevur sýnt fram á Documenta og Venesia Biennaluni. Hansara myndir hava verið kallaðar nýbarokkar, teirra ikonografi sambindir katólsk myndevni, sum vit kenna frá sponskum barokkmyndum úr 17.øld, kyrrlutamyndir og ein ørgrynna av krossum, við myndevni úr poppmentan og provokerandi myndevnum, sum eitt nú kunnu sipa til ymisk sløg av politiskum einaræðisveldi við t.d. nazisymbolum.
Hansara nýggja framsýning í SOD Gallery er hugtakandi serliga av tí, at hon er so mikið samanhangandi sum hon er, bæði myndevnisliga við myndevnum, sum verða varierað og endurtikin, men eisini formliga í mátanum framsýningin er sett saman, tí fyrst hevur listamaðurin málað sínar krossar við katólskt violettum á veggirnar í gallarínum og eftir hetta hevur hann hongt málningar oman yvir, sum endurtaka og víðka um temaið í veggjamálninginum. Hetta er lag oman á lag í einum tysjandi myndaheimi, hann er lutfalsliga ljósur og tó ikki ólíkur einari av marrunum hjá Goya ella løgnu intellektuellu myndunum hjá Vélazquez, sum javnan spyr áskoðaran hvat hann vil og hvør uppgávan hjá listini í grundini er. Myndamálið er primitivt, visonert og dreymakent, fleiri av blómumyndunum eru náttmyrkar, monokromar svarthvítar og blandað uppí bukettina síggja vit skøltar, tenn ella fostur sum eitt ósentimentalt slag av memento mori yvir tann æviga deyðan. Tað kitschuta og stuttliga í myndinum verður støðugt javnvigað við einum monumentaliteti og álvarsemi so sterkum, at áskoðarin ikki eina løtu ivast í, at hetta er kensluborin list, útint av fullum og erligum hjarta.
Manuel Ocampo er umboðaður á hesum søvnum: MOCA
Museum of Contemporary Art, Los Angeles, Oakland Museum, California Laguna Art
Museum, California Whitney Museum of American Art, New York MNCARS Museo
Nacional Centro de Arte Reina Sofia, Madrid MEIAC Museo Extremeno e
Iberoamericano de Arte Contemporaneo, Badajoz IVAM Institut Valencia d’Art
Modern, Valencia Sintra Museu de Arte Moderna, Lisbon Fonds National d’Art
Contemporain, Paris Fukuoka Asian Art Museum, Japan MUDAM Musée d’Art Moderne
Grand-Duc Jean, Luxembourg Frac Languedoc-Roussillon, Montpellier Frac
Île-de-France, Le Plateau, Paris Museo Berado, Lissabon Falckenberg Sammlung.
(KP)