Mentanarnáttin verður 7.juni við eini ørgrynnu av mentanartilboðum kring allan Havnar bý. Vit hava enn ikki fingið ta samlaðu skránna, men í fabrikkini hjá Østrøm gangur nógv fyri seg, har verður eitt nú opið alt kvøldið í Steinprenti, har høvi verður at uppliva ta serstøku framsýningina hjá týska myndlistamanninum Andreas Schulenburg við tøvdum standmyndum og skemtiligum og øðrvísi myndum. Til tey, sum hetta kvøldið hava hug at hoyra kórtónleik, er eitt gott tilboð í Steinprenti klokkan 22, tá kórið Sólarmagn við Fróða Djurhuus Sandoy sum leiðara framførir eina stutta skrá við fjølbroyttum tónleiki. Skráin fevnir um bæði miðaldartónleik, jazz og nýggjan tónleik og so verður tann stuttligi Harra Bean heiðraður, tá kórið syngur verkið Ecce Homo hjá Howard Goodall, sum byrjar við orðunum: Ecce homo qui est faba, sum merkir nakað tað sama sum: Sí mannin, sum er ein bøn (bean).
(KP)