Friday, May 17, 2013

reyp.punktum.fo






64 síður í dagsins útgávu av Dimmalætting - harav Punktum við 32 menta- og listasíðum.


Punktum í dag fagnar bókasøvnunum, sum eru ein súla í frælsa fólkaræðinum, nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen verður ummælt, eins og listprýðingin á Boðanesheiminum. Heiðursgrein er um stóru, men lítillætnu festivalina, Summartónar, ein heil opna um vinylplátur og húsar, vit hava samrøðu við Bartal Augustinussen, sum vil skriva musikk "til tín", vit ummæla fimm nýggjar barnabøkur og hava stóra samrøðu um list við Steinunn, sum prýðir Punktumforsíðuna hesuferð við sínum standmyndum, sum í hópatali skjótt fara at verða at síggja á gøtunum í Havn. Vit hava tema um Tvøroyri við útbyggingini hjá Varðanum Pelagic og við ætlaða mentanarmultihúsinum á Drelnesi. Sissal Kampmann hevur eina ritroynd um tað monstrøsa, Winthereig hevur brodd um sponsorering og trúvirði, Katrin Ottarsdóttir svarar Proust og Kristina Sundar Hansen skrivar um sítt leiklistarliga Reykjavík.