Næmingar og lærarar í Tórshavnar Musikkskúli hava alt skúlaárið arbeitt við støði í tónleikaarvinum hjá okkum føroyingum – skjaldrum, kingosálmum og kvæðum. Í hesum sambandi skipar musikkskúlin fyri eini framsýning í forhøllini í Norðurlandahúsinum fram til sunnudagin 26. mai.
Framsýningin endar við tveimum konsertum sunnudagin 26. mai kl. 14 og 16, hvar ein rúgva av orkestrum og kórum musikkskúlans – einir 10 bólkar við tilsamans um 350 næmingum - fara at framføra nýskrivað verk, íð taka støði í okkara tónleikaarvi.
Millum kl. 15 -16 er høvi at vitja framsýningina í forhøllini og samstundis njóta ymisk tónleikainnsløg.
Skrá:
Á fyrru konsertini (kl. 14.00) er skráin henda:
Gittarbólkur
|
Óluvukvæði (frumframførsla)
|
Ólavur Jakobsen
|
Yngri strúkarabólkur
|
Deiga dansar umcha (frumframførsla)
|
Agnar Lamhauge
|
Barnakór
|
Uppi undir eikilund
|
Joanna Johansen
|
Floytubólkur
|
Ólavur Riddararós
|
Atli Petersen
|
Klarinett- og saxofonorkestur
|
Sús frá hvørvandi tíðum
|
Kári Bæk
|
Ungur rokkbólkur
|
Kall og Svein Ungi & Hákun ríður í timburskóg (frumframførsla)
|
Heðin Ziska Davidsen
|
Á seinnu konsertini (kl. 16.00) er skráin henda:
Eldri strúkarabólkur
|
Turristrúkilurr
|
Pauli í Sandagerði
|
Dansifelagið Tøkum lætt & strúkiorkestur
|
Grindavísan (frumframførsla)
|
Heðin Z. Davidsen
|
Saxofon og klaver
|
Uppi á gil
|
Agnar Lamhauge
|
Fólkatónleikarar
|
Úr nótabók Svabos: Lanonelle Allemande
|
Angelika Nielsen
|
Xperiment
|
Fuglakvæðið & Í Gøtu ein dag
|
Sigrid Sivertsen
|
Skansa BigBand
|
Rura, rura barnið
|
Búi Petersen
|
Jeg stod mig op en morgenstund (frumframførsla)
|
Herluf Lützen
|