Í gjár læt framsýningin Lutfalsliga Ørt - Proportionalt verruckt upp í Steinprenti á Skálatrøð 16. Hetta er ein rættiliga øðrvísi framsýning, sum onkursvegna upplivast hon meira samtíðarlig/ contemporary enn nógv av tí, vit annars síggja í Føroyum. Tøvdar standmyndir, keramikkfigurarar við myndevnum, sum bjóða góða smakkinum av, men tað gera málningarnir í grundini eisini, og harumframt eru eisini fleiri prent við á framsýningini, sum Andreas Schulenburg hevur gjørt í Steinprenti í tveimum umførum. Framsýningin er frísklig og inspirerandi, hon hóskar sera væl til góðveðrið og ljósu tíðina. Framsýningin letur aftur 15.juni.
Eitt alternativ til tey tíggju boðini
Eitt sera eldfimt stearinljós
PH-lampa við koala
Hobbyknívur við ófrættakendum blóðsporum
Glaðir grísar
Deyðir fuglaungar á líkismarmori
Skrúviblað og seymur
Herligar uppskriftir uppá ymisk sløg av dupultkonfekt
Ein áhugaður listamaður
Listamaðurin og onnur
Jan Andersson segði nøkur orð
Og tað sær út til at hava verið eitt sindur stuttligt
Nøkur av teimum fínu steinprentunum hjá Andreas Schulenburg
Ein saftigur búffur og ein sósakanna og tvey flogfør
(KP)