Sunday, May 5, 2013

Nýtt føroyskt leikverk í Norðurlandahúsinum



 

Føroyski eksperimenterandi palllistabólkurin Det Ferösche Compagnie er komin aftur úr Írlandi við nýggjum leikverki.

Við sínum triðja leikverki, síðan bólkurin í 2010 varð settur á stovn, verður DFC á palli við nýggja leikverkinum REGN. Hesaferð í Norðulandahúsinum til føðingardagshald húsins mikukvøldið 8. mai klokkan 19.30

Á várið 2012 var DFC á listauppihaldi í Shawbrook, School of Dance, í Írlandi. Har framleiddi bólkurin, saman við fagnaða danska leikstjóranum Ninu Kareis, REGN við frumframførslu í býnum Longford.

Hugskotið til REGN, er vunnið úr gamlari føroyskari søgn, sum DFC hevur loyvt sær at skilt sundur til tess at seta saman aftur við millum annað elektroniskum ljóðmyndum, dansi, poetryslam og sjónleiki. Við íblástri úr umhvørvinum í Shawbrook hevur Det Ferösche Compagnie soleiðis megnað at skapað eina visuella, poetiska og løgna sýning.

Sýningin varir 50 minuttir og atgongumerki kunnu fáast á www.nlh.fo, á Kunningarstovuni í Havn og í Runavík umframt við dyrnar.

Les meir á www.dfc.fo