Friday, March 2, 2012

Takk



Í morgin er ein heilt serligur dagur, tí tá fáa vit øll somul eina gávu. Og tað er ikki ein av teimum samfelagsniðurbrótandi gávunum til tey ríku, sum vit nú eru vorðin von við. Nei hetta er í grundini ein gáva til okkum øll somul. Ein sera fín, umráðandi og stórsligin gáva. Ein listagáva, sum er størsta listagáva, vit nakrantíð hava fingið. Tróndur Patursson hevur nevniliga handað føroyska fólkinum eina gávu. Hann hevur givið okkum Bládýpið, eitt einastandandi listaverk, sum fer at vera til gleði og íblástur fyri føroyska fólkið altíð. Tað er ein serstøk gleði at taka í móti eini gávu hvørs týdningur er so stórur, bæði sum eitt vakurt minni um okkara samtíð, sum ein partur av okkara søgu og symbol fyri okkara mentan og sjálvandi eisini sum sublimt listaverk.

Bládýpið er ikki bara vakurt, tað er sublimt á sama hátt sum náttúran er sublim. Verkið er sálarliga í ætt við náttúruna og á tann hátt gongur tað næstan yvir markið at vera listaverk.

Tá vit møta verkinum, verða vit sett andlit til andlits við náttúrunar óendaligu dýpd og við teirri stórbæru megi og intensiteti, sum hevur so sterka atdráttarmegi fyri okkum menniskju, men sum samstundis er ófrættakend og óskiljandi. Vit verða við svimlandi ferð leidd úr myrkri móti ljósinum móti ókendum dimensiónum av veruleikanum og móti øllum, sum er okkum ókent. Eitt sindur á sama hátt sum alheimsins markloysi er okkum ókent. Inniligi nærleiki listaverksins loysir tankan og letur kroppin gloyma seg burtur, og vit skilja av okkum sjálvum, hvat listin vil okkum, hvussu týdningarmikil hon er, og hvussu nógv hon kann í hondunum hjá einum stórum listamanni, sum Tróndi Patursson.

Takk.