Eg haldi, at tað var tann ljóshærda í svenska superbólkinum, sum við syrgiligum turkisbláum eygum sang, at "The winner takes it all, the loser´s standing small" og hetta sorgblíða popplagið kom mær til hugs í gjárkvøldið, tá tað var kunngjørt, at norski rithøvundurin Merethe Lindstrøm fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012. Tí eg visti av, at tað í somu løtu sótu heilir trettan aðrir høvundar í teimum ymsu norðurlondunum, sum vóru tilnevndir, men sum ikki fingu ta flógvu og heiðurligu virðislønina uppá 350.000 krónur. Soleiðis eru treytirnar og soleiðis er á hvørjum ári hjá meginpartinum av teimum tilnevndu, og hjá bókmentafjeppandi føroyingum hevur ikki verið nógv at heinta seinastu árini. Ikki síðan Rói Patursson fekk virðislønina í 1986 hevur hesin heiður verið sýndur einum føroyskum høvundi. Hyggja vit at teimum seinastu tíggju árunum sæst, at Ísland hevur vunnið tvær ferðir og Danmark og nú Noregi tað sama, meðan Svøríki hevur vunnið tríggjar ferðir. Tey stóru londini sleppa at innstilla tvey verk, tey smáu eitt og hagfrøðiliga fer helst at bera til at staðfesta at tey stóru londini vinna oftari enn tey smáu, men hetta er í sær sjálvum ikki serliga áhugavert.
Tað áhugaverda við Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er sjálvandi bókmentaliga sjónarmiðið. Fyri ein bókmentaáhugaðan persón sum undirritaðu er tað uppá allar mátar ein dreymauppgáva at vera í nevndini, sum tilnevnir føroysk verk til ta stóru norðurlendsku virðislønina. Eitt nú fáa nevndarlimirnir allar tær tilnevndu bøkurnar sendandi. Hesa ferð hava vit umframt tær føroysku bøkurnar og altso eisini bókina hjá Hanusi Kamban, sum varð tilnevnd, fingið 13 norðurlendskar bøkur, tær flestu áhugaverdar so ella so. Sum nevndarlimur vónar tú sjálvandi, at tann føroyska bókin vinnur, og so hevur tú annars á hvørjum ári tínar yndisbøkur, sum tú ynskir skulu vinna.
Seinastu árini hava vit sæð eitt ávíst lyndi til, at tann óbundni skaldskapurin, skaldsøgur og stuttsøgur, hevur sigrað á bundna skaldskapinum, og at tað siðbundna í ein vissan mun hevur vunnið á tí eksperimenterandi. Hetta fær summi at halda, at bókmentaheiðurslønin er vorðin breiðari ella vendir sær til ein breiðari lesaraskara enn áður. Sjálvandi skulu vit ikki foreinkla bókmentir við at seta tað ov einfalt upp, men aftur í ár var tað so ein skaldsøga, ein realistisk frásøgn um eini hjún, eitt sonevnt familjudrama, sum fekk heiðurslønina. Tað er einki at ivast í, at Merethe Lindstrøm er dugnaligur rithøvundur, og at mong nú kunnu gleða seg at fara í gongd við at lesa hennara bók. Bókin nertir eitt nú evnið demens, sum er ein viðkomandi trupulleiki hjá nógvum. Men hinar bøkurnar, sum vóru tilnevndar norðurlandaheiðurslønina, eru av sonnum eisini góðar og sera ymiskar.
Seinastu árini hava vit sæð eitt ávíst lyndi til, at tann óbundni skaldskapurin, skaldsøgur og stuttsøgur, hevur sigrað á bundna skaldskapinum, og at tað siðbundna í ein vissan mun hevur vunnið á tí eksperimenterandi. Hetta fær summi at halda, at bókmentaheiðurslønin er vorðin breiðari ella vendir sær til ein breiðari lesaraskara enn áður. Sjálvandi skulu vit ikki foreinkla bókmentir við at seta tað ov einfalt upp, men aftur í ár var tað so ein skaldsøga, ein realistisk frásøgn um eini hjún, eitt sonevnt familjudrama, sum fekk heiðurslønina. Tað er einki at ivast í, at Merethe Lindstrøm er dugnaligur rithøvundur, og at mong nú kunnu gleða seg at fara í gongd við at lesa hennara bók. Bókin nertir eitt nú evnið demens, sum er ein viðkomandi trupulleiki hjá nógvum. Men hinar bøkurnar, sum vóru tilnevndar norðurlandaheiðurslønina, eru av sonnum eisini góðar og sera ymiskar.
Eg nýti høvið til at viðmæla bókina hjá svenska høvundanum Katarinu Frostenson "Flodtid", sum er eitt sindur torført, men áhugavert yrkingarsavn og so "Jimmen" hjá Øyvind Rimbereid, sum kom púra óvart á meg. ""Jimmen" er ein long episk yrking ið gongur fyri seg í hálvfjersunum í Stavanger. Hetta er ein rættiliga original og inspirerandi yrking, sum er grundað á tvey ymisk sjónarmið, tvær ymiskar røddir og tvey ymisk mál hjá ávikavíst Jimmen, sum er ein gamal arbeiðshestur, ið talar og hugsar við fornum máli og so manninum, sum arbeiðir saman við hestinum, og sum sambært norska bókmentafrøðinginum, Erik Bjerck Hagen hevur eina lokala Stavanger dialekt. Hesir báðir arbeiða við at beina burtur matrestir og eina ferð um vikuna tøma teir bukkur í bakgarðunum í Stavanger:
Stilt
går eg inn i baggårdane,
så ingen hørre at eg e der for å tømma.
Og sko eg treffa ein som bor akkurat der
eller som komme ud fra skuret
eg ska inn i.
Då finst eg ikkje,
men bare fikle i lommen
itte ein nyggel
som heller ikkje fins.
Kagger som bler tomme sånn heilt av seg sjøl!
Hetta er hesturin, sum gleðir seg um at hava frí sunnumorgun:
Dagen då ikkje
til byen ganga.
Og då på marki vera
Attum stallen mine heimars
og ikkje so grøn’e denne marki
men gul og long mykje.
Ete då attmed digra hòla
og eta deim gode stråi
ein bete inn i hòla òg
og mykje meir strå der er.
Skita skit.
Eg má siga sum er, at eg ivaðist eitt sindur í hesi bókini í fyrstani. Hon er so øðrvísi bæði í innihaldi og formi, og málið styggir eitt sindur í fyrstani, men hugtakandi er bókin, full av mótsetningum. Hetta er ein eitt sindur against all odds yrking við sosialrealistiska setuppinum, løgna kvæðamálinum og teimum jarðbundnu og góðvarnu eygleiðingunum hjá hestinum og manninum. Og tað er kanska júst av hesi orsøk, at lesarin verður so mikið rørdur sum hann (hon!) var av bókini og teimum merkiliga ópatetisku, ópretentiøsu og konkretu staðfestingunum, sum tá tú minst væntar tað, føra teg út í djúpar og sorgblíðar tankar um poesi og tilveru.
Tað er sum áður nevnt bert eitt verk og ein rithøvundur, sum vinnur tær 350.000 krónurnar, sum fylgja við virðislønini, men kanska eru tað vit lesarar, sum eru teir sonnu vinnararnir av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins á hvørjum ári. Tí sjálvandi vinna vit øll somul, tá ljós verður varpað á allar hesar frálíku bøkurnar úr norðurlondum. Innstillaðu rithøvundarnir vinna fleiri lesarar og vit lesarar vinna fleiri upplivingar. Vit ynskja Merethe Lindstrøm og okkum øllum hjartaliga til lukku og gleðiligan lestur.
Hesi hava fingið norðurlandavirðislønina í bókmentum seinastu tíggju árini:
Hesi hava fingið norðurlandavirðislønina í bókmentum seinastu tíggju árini:
2012: Merethe Lindstrøm, Norge
2011: Gyrðir Elíasson, Island
2010: Sofi Oksanen, Finland
2009: Per Petterson, Norge
2008: Naja Marie Aidt, Danmark
2007: Sara Stridsberg, Sverige
2006: Göran Sonnevi, Sverige
2005: Sjón, Island
2004: Kari Hotakainen, Finland
2003: Eva Ström, Sverige
2002: Lars Saabye Christensen, Danmark