Tuesday, March 6, 2012

Burtur í bláum (og gulum og gráum..)

So upprann endiliga dagurin, tá Bládýpið kundi skoðast aftur á Listasavni Føroya. Stríðið er av og bingjuinstallatiónin er nú vorðin integreraður partur av savninum. Tað er av sonnum ein fín loysn at seta bingjuna hagar, sum hon nú stendur, uttanfyri gomlu stjóraskrivstovuna. Talan var einaferð um, at bingjan skuldi staðsetast í syðra enda móti Viðarlundini, men hon riggar nógv betri har, hon nú stendur. Bládýpið er umvælt við fíggjarligari hjálp frá Norðurlandahúsinum og er í grundini eitt heilt annað verk í dag enn tað var, hóast grundhugskotið er tað sama. Verkið er ein installatión við málaðum og brendum glasi og spegilsgólvi og spegilslofti, sum hevur við sær, at dýpdin av speglingunum tykist endaleys. Sjálv havi eg hæddarskrekk og tordi ikki at hyggja beinanvegin, men tað er ein góð kensla, tá tú sum áskoðari sleppur øllum varsemi og letur verkið taka teg av fótum. Takk fyri verkið, Tróndur og til lukku, Føroyar fyri eitt verk, sum ríkar okkara listasavn allar hugsandi vegir.

Tað er mín vón, at Listasavn Føroya keypir ein ella tveir av teimum stóru málningunum á framsýningini. Mær dámar so væl tey ordiliga stóru verkini hjá Tróndi Patursson, sum áskoðarin kann fara inn í antin likamliga sum í Bládýpið ella sálarliga í teimum tveydimensionellu myndunum. Stóru málningarnir á framsýningini hava sostatt eitt at kalla kropsligt árin á áskoðaran, ið kennir seg dringan inn í tað bláa myndarúmið. Djúpbláa grundin liggur tíðum aftan fyri eitt kolasvart, livandi mynstur, ið er málað so mikið tjúkt á løriftið, at tað liggur omaná løriftinum næstan sum eitt relieff. Mynstrið sær fullkomiliga tilvildarligt út, men setur tú teg framman fyri einari av myndunum at hyggja, gerst tú varug við eina øgiliga rúmd, ið uppstendur, tá tey horisontalu og vertikalu pensilsstrokini leiða teg inn í myndina á ein kanska ikki heilt tilvildarligan hátt. .   

Á framsýningini eru fleiri framúrskarandi verk, men framsýningarliga disponeringin av verkunum kundi verið væl strammari, og framsýningin hevði verið betri, høvdu færri verk verið við og høvdu tey smærru pappírsverkini verið framsýnd saman onkrastaðni har tey ikki órógva málningarnar, kanska aftan fyri norðara veggin har sum verkstaðið hjá Steinprenti var. Í øllum førum sýnist framsýningarheildin ikki eins greið sum monumentalu verkini leggja upp til og sum tey eisini hava uppiborið. Verkið Kosmiskt rúm frá 2011 stendur nokkso mitt fyri í framsýningarsalinum og uttan, at eg havi nakað uppskot til hvar hetta umráðandi verkið annars skuldi staðið, má eg siga, at tað ørkymlar framsýningarheildina har tað stendur. Summar av pappírsmyndunum eru góðar, men tær høvdu riggað betri innrammaðar í úrvali, enn sum nú settar saman uppá svartar plátur og fyri nú at fáa alt negativt við - vit eiga jú at vera kritisk, tá talan er eina framsýning í Listasavninum - er ógvusliga skuggaspælið frá loftsljósinum í framsýningarsalinum eisini við til at ørkymla meditativa huglagið, sum listin hjá Tróndi Patursson leggur upp til.

Í sambandi við framsýningina hevur Listasavnið givið út katalog við áhugaverdum og informativum tekstum, sum Nils Ohrt og Inger Smærup Sørensen hava skrivað. Tekstirnir eru skrivaðir á donskum og standa við síðuna av teirri føroysku versiónini, kanska við atliti til myndirnar, men hetta er eitt sindur troyttandi, tá man lesur. Leiðarin í Listasavninum, Nils Ohrt greiðir frá um listamannin, og um verkið Bládýpið og um glaskuplarnar hjá listamanninum, sum hann m.a. lýsir út frá einum listasøguligum og geometriskum sjónarhorni. Eg veit ikki hvussu nógv eg sjálv, ella fyri tað, hvussu nógv Tróndur Patursson fatar av ástøðiligu geometriini, og hesum veit høvundurin eftir øllum at døma av, men tað er áhugavert, tá hann kemur inn á religiøsa árin í verkunum hjá Trónd Patursson. Nils Ohrt skrivar: "Í trúarjáttan Tróndar Patursson verður heldur kallað á tað numinøsa, á eina yvirveldandi og virðingaróttakenda guddómliga megi: Om jeg tror på Gud ved jeg ikke, men jeg tror på skabelsen... Jeg har hørt en kunsthistoriker sige, at der er en kraftig religiøsitet i mine billeder. Det ved jeg nu ikke (forstået som kristen). Men naturen er så stærk en kraft... Den er ikke påvirket af mennesker. Naturen har en religiøsitet i sig, og min religiøsitet ligger mere i selve opfattelsen af naturen. Når man så - også på mine rejser - har været meget, meget tæt på disse kolossale kræfter, så får man en stor ærefrygt for naturen eller skabelsen og for den stor rytme... Der opdager man religiøsiteten i det.." (s.33, sitatið í kataloginum er úr samrøðu, sum Karsten Ohrt hevði við Trónd Patursson). Greinin hjá Inger snýr seg um litirnar hjá Tróndi, evnafrøðiliga og listasøguliga sæð. "Eitt serligt samband er millum tað ytra og tað innara í verkum Tróndar Paturssons. Ljósið kemur innanífrá, og tað tykist, sum at myndirnar hava ein kjarna, haðani alt verður bygt upp og veksur út. Men tað er ikki so einfalt kortini, tí tað ytra og innara eru knýtt hvør at øðrum í eitt samspæl. hetta skal ikki bara skiljast ekspressionistiskt, har tað ytra avmyndar tað innara, men kanska heldur sum eitt óbýtiligt lívrunnið samband millum tað ytra og tað innara. Men myndin er skapað innanífrá, og tilvera hennara sum tilfar ella lutur byrjar við tí ráa løriftinum. Tróndur Patursson arbeiðir vanliga við tempera, sum er ein málitøkni, har tilfarið, oftast eggjahvíti, ið bindur litirnar, er úr einum óklárum løgi, einari mylking (emulsion)...".



Jú, tað er mikið áhugavert at lesa um litverðina hjá Tróndi Patursson. Tey flestu munu vita, at hansara høvuðslitur er blátt og sum áður nevnt hava fleiri av teimum størstu myndunum á framsýningini henda eyðkenda ultramarinblá grundlitin, men eg fekk eisini nógv burturúr nøkrum stillførum, poetiskum gráum og gulum kompositiónunum, ið hanga innan fyri har, sum Steinprent var fyrr. Á einum veggi hanga tríggjar myndir eins og ein triptykon og framman fyri hesum myndunum tykist áðurnevnda religiøsa ábending næstan ítøkilig. Mynstrið í myndunum er miðsavnað og eina løtu er tað næstan sum líkist tað einum krossi, men hann hvørvur, tá tú hevur hugt eina løtu. Kalligrafisku teknini sveima eftir myndaflatanum, men umbroytast brádliga til fasta skrift. Tá letur myndin seg upp og leiðir eygað innar í dýdina, har tú eina lítla løtu fært hómingina av eini djúpari, kosmiskt grundaðari lívsáskoðan.