Monday, March 12, 2012

Mentanarstovan


Tørvurin á mentanarpolitiki er størri enn nakrantíð. Í gjár skrivaði eg um mítt endaleysa vónbrot yvir vantandi visiónirnar hjá andstøðupolitikarunum, so lat meg bara fara beint til sakina í dag.

Vit skulu hava eitt ráð, ella ein stovn, sum er eitt slag av tænastustovni hjá politikarum og listini. Mentanarpolitiskt er einki avgjørt seinastu árini, sum er listina at bata og tað gongur bara niður á bakka. Orsøkin er, at lógaruppskotini hava verið óvandalig, tí samfelagsuppgávan, sum liggur í list og mentan ikki er gjørd skillig og tí støðið sum heild ikki hevur verið nóg gott og professionelt.
Eg haldi ikki, at hetta ráðið skal liggja undir MMR, tí eg haldi at alsamt fleiri stjórnarráð brúka list og mentan, m.a. í sambandi við profilering av landinum og í sambandi við samstarv millum vinnu og mentan. Eg haldi heldur ikki, at tað skal liggja undir einum ráðharra, tí tað skal vera politiskt óheft og skal kunna brúkast av bæði samgongu og andstøðu - mentan er ikki bert fyri listafólk, men fyri øll og tað skal bera til hjá øllum flokkum at fáa teirra tankar viðgjørdar á fakligan og sakligan hátt.

Uppgávur fyri ráðið kundu verið:

 1. At viðgera og taka lut í tilevning av lógaruppskotum. Tað eru ofta smáar villur sum hava við sær, at uppskotini falla. Villur, sum eru týðiligar fyri tey, sum fáast við mentan fulla tíð. Ofta er kommunikatiónin við lista- og mentanarøkið vánalig, so ráðið kundi syrgt fyri, at teir røttu partarnir vóru hoyrdir. Ráðið kundi staðið fyri tilevning av eini museumslóg. Vit hava stóran tørv á eini tíðarhóskandi museumslóg. Vit kundu tikið støði í altjóða lógarverkinum hjá ICOM og laga tað til føroyskar umstøður. Eftir at Føroyar hava fingið limaskap í Unesco er latið upp fyri møguleikum, sum ikki verða troyttir í løtuni. Mentanarráðið kundi aktivera viðurskiftini við Unesco og evna eitt føroyskt avbrigdi av teirra lóg.

 2. At kanna og savna saman vitan í sambandi við stórar íløgur. Tá t.d. tingið samtykkir at stuðla SALT kundi verið gott um innihaldið í verkætlanini var kannað av professionellum fólkum, sum kundi borið tað saman við øðrum verkætlanum úti í heimi, við mentanartørvin her á landi osfr. Ynskiligt kundi eisini verið, at tá vit tosa um at byggja ein nýggjan tjóðpall, í grundini hava eina greiða ætlan fyri hvat vit vilja við einum tílíkum, hvørji perspektivini eru osfr. Tjóðpallurin skal hava nýggj høli, men kjakið er endaleyst, tí politikarar higartil bert hava tosa um bygningar og tað gerst gruggut, tí Tórshavnar Kommuna eisini er við í kjakinum og tað sostatt ikki er greitt, hvør hevur endaligu ábyrgdina. Mentanarráðið skuldi havt sum uppgávu at greina tørv og møguleikar og funnið eina loysn. NÚ.

3. At koma við viðmælum í sambandi við ymiskar umleggingar á mentanarøkinum. Ráðið arbeiðir fyri bæði politikarar og listafólk og kann eisini sjálvt taka fyrsta stig til fokusøki. Hugskotið við hesum viðmælum skuldi verið at havt fakligu próvførsluna, at skapa eitt meira visionert huglag, men eisini at skapa eitt størri tilvit hjá fólkinum um hvønn leiklut mentanin hevur í samfelagnum. Ráðið kundi til dømis staðið fyri eini umlegging av Mentanargrunni Landsins. Listastuðulin fungerar ikki og fleiri broytingaruppskot hava verið seinastu árini. Mentanarráðið kundi evna til eitt uppskot til haldgóða loysn.

4. At verið bindiliður til aðrar serfrøðingar og uppbygging av einum netverki innan- og uttanlands. Tað kann vera tørvur uppá hjálp uttanifrá. Í tílíkum førum skuldi ráðið havt kontaktirnar. Góð netverk kunnu eisini hava týdning í tí størra og breiðari arbeiðnum at marknaðarføra føroyska list og at profilera landið, søkja stuðul - bæði gjøgnum føroyskar, norðurlendskar og aðrar útlendskar grunnar. Nógv listafólk hava ikki tíð at leita í villskóginum av grunnum. Somuleiðis kundi ráðið arbeitt við fundraising fyri landið í sambandi við t.d. byggjarí. Ráðið kundi tikið aktivan lut í ávísum satsingarøkjum sum t.d. filmi. Hetta krevur fundraising uttanlands og at vit brúka útlendskar ráðstovnar. UNESCO hevur góð tilboð til filmstjóðir og EU hevur esini fleiri puljur fyri lond uttan fyri EU, sum eg haldi, at vit skulu gera brúk av. Mentanarráðið kundi kannað konkretu møguleikarnar, skapað netverk, skipað og samskipað og ráðgivið.

5. At gera sáttmálar við listastovnar. Eg haldi, vit skulu krevja nógv meira av teimum mentanarstovnum, sum fáa almennar pengar, hetta er gjørt í øðrum londum og tað til stóra gleði fyri mentanarstovnarnar. Hugskotið er, at man politiskt ger av hvønn leiklut man heldur, at stovnurin skal hava í samfelagnum - skal stovnurin gera nakað fyri børnini, tey brekaðu, skulu teir skapa heimssensatiónir, skulu teir taka lut í eftirútbúgving, skulu teir gera nakað fyri turismu, skulu teir hava eitt ávíst tal av vitjandi um ári osfr. Tað kann vera alt møguligt (bara ikki konkreta listarliga innihaldi). Síðan verður sáttmáli skrivaður og stovnarnir fáa teirra veitingar fyri at náa onkrum ávísum máli. Hetta er við til at fáa mentanarstovnarnar til at taka dik á seg og skapa medvit hjá fólkinum um hví vit yvirhøvur hava mentanarstovnar.

6. At standa fyri planlegging og útinnan av mentanarligum tiltøkum innan- og uttanlands. Hetta kundi t.d. verið føroysk luttøka á bókamessum ella biennalum, ella at bjóða útlendskum ferðafólkafelagsskapum higar fyri at vísa teimum hvat vit hava at bjóða uppá.

7. At skriva árligar frágreiðingar um mentanarlívið. Hvat er hent politiskt, hvat er hent innan fyri listagransking, hvat er hent á stovnunum, hvussu sær búskapurin út, hvussu hevur barnamentanin tað osfr. Okkum tørvar vitan um mentanina og politikarar hava sum støðan er nú, ongan møguleika fyri at síggja hvar setast skal inn, hvørji øki eru skilabest fyri landið at satsa uppá. Hvørt listaslag skal viðgerast fyri seg, so at tað teknar seg ein greið mynd at støðuni og av tørvinum hjá klassiskum tónleiki, rytmiskum tónleiki, bókmentum, myndlist, leiklist, dansi og filmi bæði hvør sær og av mentanarlívinum sum heild.

(IS)