Wednesday, March 14, 2012

Góðan morgun Listin!


Mentan og list er á skránni í tinginum í dag. Tjóðveldi hevur nøkur uppskot, sum eru alt ov varin í mun til hvat vit í veruleikanum hava tørv á, men spurningurin er hvat sleppur í gjøgnum tingið, har list og mentan sum kunnugt ikki eru serliga høgt raðfest. Vit seta inn uppskotið niðast í blogginum, og undrar lesarin nú seg yvir hvat portrettmynd av listbloggstjórunum skal í hesum høpi, er frágreiðingin her:
Í sambandi við, at vit á listablogginum hava almannakunngjørt innlegg nummar 900, eru vit báðar bodnar niðan í útvarpið at greiða frá okkara arbeiði við blogginum hósmorgunin klokkan 8, hoyrast!



Mentan, list og útbúgving eiga dagin á løgtingi

14-03-2012



Tingfundurin í dag, mikudagin 14. mars 2012, er ein rættiliga forkunnugur dagur í løgtingshøpi.
Øll málini á dagsskránni snúgva seg um mentan, list og útbúgving, og tað er neyvan komið fyri áður.
Tjóðveldi eigur ikki færri enn 5 uppskot á dagsskránni:

1. Uppskot um at broyta stuðulsendamálið hjá Mentanargrunninum til eisini at fevna um filmslistina. 
- (tingmál nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins)

2. Uppskot um at játta 500.000 kr. til nýggja undirkontu hjá Mentanargrunninum til filmslist.- (tingmál nr. 139/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-1)

3. Uppskot um at flyta 650.000 kr. av ymsum stuðulskontum hjá landsstýrismanninum til Mentanargrunnin til tess at styrkja skapandi og útinnandi list og leiklutin hjá grunninum sum heild. - (tingmál nr. 140/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-2)

4. Uppskot um at játta 300.000 kr. til Symfoniorkestur Føroya
- (tingmál nr. 141/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-3)

5. Uppskot um at játta 500.000 kr. til Eftirskúlaverkætlanina í Suðuroy til tess at fáa gongd á málið og at útvega eitt fulfíggjað uppskot hjá tinginum at taka støðu til- (tingmál nr. 142/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-4)

Meira fæst at vita um uppskotini hjá Tjóðveldi við at venda sær til:
Gunvør Balle á tlf. 51 02 80.

14. mars 2012
Tjóðveldi