Sunday, March 18, 2012

Formansins frágreiðing


Aftur eitt ár er farið afturum, og vit eru farin inn í eitt nýtt kalendaraár og eisini eru vit farin inn í eitt nýtt politisk valskeið. Nýggjur mentamálaráðharri er settur, og eitt nýtt samgonguskjal er undirskrivað, sum á mentanarøkinum er tynri enn vatn. Men, sum mentamálaráðharrin sjálvur segði tá ið hann vardi samgonguskjalið: "Tá ið onki stendur, so ber alt til at gera."

Livst so spyrst.

Mentanargrunnur landsins umskipast
Áðrenn henda samgongan fór til verka, høvdu vit fleiri fundir við Mentamálaráðið og táverandi mentamálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø, um, at mentanarpolitikkurin átti at verið endurskoður og umskipaður. Serliga varð tosað um umskipanin av Mentanargrunni landsins og teimum kontum, sum eru í Mentamálaráðnum, og sum eru til at stuðla ymiskum mentanarligum og listarligum virksemi. Vit meta, at hetta skal liggja undir Mentanargrunni landsins. Komið var so mikið langt við hesum arbeiði, ið byrjaði í 2008, at klárt var at bera uppskotið fram fyri Tingið, tá ið val varð útskrivað. Hetta málið hevur verið umrøtt fyrr og limafeløgini eru kunnað. Nú vita vit ikki rættiliga, hvussu leikur fer. Á fundi við landsstýrismannin, Bjørn Kalsø, 2. mars 2012 segði hann, at onkur úr samgonguni ikki heilt vildi, at allar konturnar skuldu takast úr MMR og latast eini sjálvstøðugari eind at taka sær av. Her var serliga talan um veddingarpengarnar, sum er ein konta til børn og ungdóm. Men landsstýrismaðurin skuldi royna at bera uppskotið niðan í Tingið, áðrenn summarfrítðina.

Samsýningar og skrásetingar
Í sambandi við, at LISA í fjør tók sær av at avgreiða samsýningarnar, sum Kringvarpið plagdi at gjalda høvundum, hvørs tekstir vórðu lisnir upp har, gjørdu vit av eisini at skráseta høvundarættindini. Nógvir høvundar eru als ikki skrásettir og skriva seg ikki undir dópsnavninum, samstundis sum tað er ringt at finna fram til, hvør hevur rættindi til teir ymisku høvundarnir, sum eru deyðir. Ein slík skráseting er góð at hava. Rithøvundafelagið hevur fingið listan, og skuldi hetta tí verið lættari at umsitið. Rithøvundafelagið rindar nú eisini samsýningarnar fyri tað, sum verður lisið upp í Kringvarpinum. Talan er um eina fasta upphædd á 250.00 krónur, sum verður býtt út til høvundar, ið verða lisnir upp í Kringvarpinum.

Sendipolitikkur í Kringvarpinum
Í apríl í fjør, spurdu vit leiðsluna í Kringvarpinum um, hvønn sendipolitikk tey hava viðvíkjandi senditilfarið við mentanar- og listatilfari. Vit hava ikki fingið nakað svar, vit kunnu brúka. Eisini skrivaði formaðurin eitt bræv beinleiðis til stjóran í Kringvarpinum um, hví sendingarnar, ið viðgera list eru tiknar av skránni. Mentanartíðindi eru tikin av skránni í SVF og í ÚF er ongin nevniverd sending, ið viðger list, og tá meini eg ikki við In Mente, ið mestsum er ein brúkarasending um list, har vit fáa at vita, hvat hendir og viðhvørt er eitt hendinga bókaummæli. Tað hevði verið ynskiligt, at Kringvarpið menti henda partin av publik service sáttmálanum. Tað kundi verið gjørt soleiðis, at LISA Kringvarpið menti sendingar, ið siga hvat kemur av listaligum tiltøkum, sendingar, ið eru á staðnum, tá ið listaligar hendingar eru og sendingar, ið tosa um listaligar hendingar, ið hava verið.

Saltsiloin
Í mai mánað í 2011 vórðu vit kallað inn til fundar í fíggjarnevndini, har vit skuldu svara spurningum viðvíkjandi byggiætlanini um Saltsiloina. Vit vístu á, at teknisku kanningarnar og fíggjarvánirnar fyri verkætlanini ikki vóru nøktandi og heldur ógreiðar. Nakrir stovnar kendu seg ikki aftur í teimum skrivum í fylgdu við verkætlanini. Men lítið bagdi, tí at ætlanin varð atkvødd gjøgnum á Tingi. Ilt er at siga, nær hon fer í gongd.

Norðurlendskur fundur
Í juni var fundur í Helsinki í sambandi við at Norðurlendska Ráðharraráðið hevði fund har. Øll listafeløgini í norðurlondum vóru við á fundinum. Á skránni var meginreglan um armslongd, korini hjá listafólkum í norðurlondum og at fáa meira samanhang í samstarvinum millum norðurlond.

Tosað hevur verið um at seta á stovn eitt norðurlendskt listafólkasamband. Hetta skal ikki hava egna skrivstovu, men eina heimasíðu, har felags áhugamál verður viðgjørd og varpað út. Hetta norðurlendska listafólkasambandið skal eisini styrkja um norðurlendska mentanarpolitikkin mótvegis mentanarpolitikkinum í ES, sum etur seg inn á okkum.

Nýtt felag
Í november fingu vit eina umsókn frá Designarafelagnum um at gerast limur í LISA. Allar reglur og lógir í felagnum eru rættar, so eg slái upp, at vit fara at bjóða teimum vælkomnum.

Tryggingar
Myndlistafelagið hevði ein fyrispurning um vanlukkutryggingar og hvørjar treytir skulu til. Listafólk eru aftur her í einari serstøðu, og tí er ringt at seta trygginar saman til listafólk, og hartil er tað dýrt at tekna eina trygging. Vegleiðingar eru lagdar út á heimasíðuna hjá LISA, har tryggingarnar verða einklaðar og har sagt verður hvørjar tryggingarnar eru.

Samansettar starvssetanir
Í fleiri ár hava tónleikalærarar roynt at fingið samansettar starvssetanir. Hetta merkir, at lærarar undirvísa í ein part av tíðini og spæla ella venja ein part. Hetta kemur bæði rútmisku og klassisku tónleikarunum til góðar, tí verður venjingin ikki hildin við líka, fúnar dugnaskapurin.

Henda skipanin er roynd aðrastaðni og við góðum úrslitum. Her skal hon sum so bara setast í verk. Tað kostar ikki tað stóra.

Ein bólkur innan tónleikaøkini fer at samskipa eina ætlan viðvíkjandi hesum. Hetta er eitt ógvuliga spennandi mál, tí at fáa tónleikararnir hetta at rigga, so er ikki ómøguligt, at onnur listfaklig øki kunnu royna henda leistin eisini.


Leigusáttmálin er uppsagdur
So kom sendandi skriv frá Tórshavnar kommunu um, at vit frá 1. januar 2013 eru uppsøgd, og at leigusáttmálin við LISA er uppsagdur. Vit noyðast at finna nýtt høli til LISA. Talan hevur verið um at fáa húsini á Lützenstrøð, har Skúlabókagrunnurin helt til og ein partur av Nám heldur til í dag. Fyrrverandi landstýrismaðurin, Helena Dam á Neystabø, hevði ætlanir um, at LISA og feløgini undir LISA skuldu hava skrivstovur har soleiðis, at eitt veruligt umhvørvi kundi koma burturúr.

Á fundi hin 2. mars 2012 við núverandi landsstýrismann, Bjørn Kalsø, varð sagt okkum, at onnur eisin vóru um boðið, og at hann mátti fara at hyggja eftir húsunum. Tað ljóðar ikki sum landsstýrismaðurin og Mentamálaráiðið brennir fyri, at LISA skal hava sína skrivstovu har, men vónandi síggja teir, at her er ein møguleiki at fáa eitt blómandi mentanarpolitiskt umhvørvi.


Frankfurt
Eitt øki, sum er farið avstað við nógvari orku, er Bókamessan í Frankfurt.

Tá ið vit meta samlað um Frankfurt bókamessuna 2011, so er ymiskt, sum var væl eydnað og ymiskt, sum kundi verið betri skipað. Eitt eru vit øll samd um og tað er, at tað var ein týdningarmikil og røtt avgerð at taka av tilboðnum frá íslendingum og spenna okkum meira út enn áður. Vit eiga avgjørt at halda fram við at luttaka við so stórum bási og eini felags fyriskipan. Forarbeiðið til Frankfurt komandi ár byrjaði av álvara í Frankfurt í ár. Vit lærdu, hvat vit avgjørt eiga at gera aftur og hvat vit skulu gera øðrvísi komandi ár.

Á nevndarfundi í LISA hin 31.10.2011, komu vit til ta niðurstøðu, at LISA ikki er rætti stovnurin at samskipa eitt slíkt tiltak. Í LISA eru 11 limafeløg, og tí er ikki gott, at LISA brúkar so nógva orku bara til eitt limafelag.

Á felags eftirmetingarfundi 2. november 2011 samdust vit um, at ein lítil stýrisbólkur átti at verið skipaður at hava ábyrgd av tiltakinum. Hann kundi verið mannaður við einum umboði frá Námi, einum frá BFL, og einum felags umboði fyri Sprotan, Mentunargrunn Studentafelagsins og Fróðskap. Helst átti eitt umboð at verið fyri Mentamálaráðið eisini. Ein størri sparringsbólkur kundi hitst nakrar ferðir og verið kunnaður leypandi um fyrireikingarnar.

Høvuðsniðurstøðan er, at ein samskipari átti at verið settur at taka sær av øllum fyrireikingararbeiðinum til Frankfurt og kunning um føroyskar bókmentir yvirhøvur. Samskiparin eigur at hava sæti á Bókamiðsøluni, sum er savningarstaðið fyri allar bøkur og harvið bróðurpartin av forløgunum, ið hava sína gerandisgongd í BMS. Hann eigur at verða fíggjaður úr Mentamálaráðnum, úr Norðurlandahúsinum, úr bókaumhvørvinum og við at søkja privatan stuðul. Arbeiðið skal umfata at útbyggja og reka heimasíðurnar, at gera kunningartilfar um føroyskar bókmentir, gera avtalur við forløg, skaffa vitan um royndirnar og sambondini hjá íslendingum, dønum, norðmonnum o.s.fr., stutt sagt at vera umboðsfólk og praktiski grísur fyri føroyska bókmentaútrás.

Samskiparin fer at hava alstóran týdning fyri, hvussu bókamessan í Frankfurt verður fyriskipað. Bókadeild Føroya lærarafelags og Nám eru forløg, ið verða professionelt rikin. Sprotin, Mentunargrunnur studentafelagsins og Fróðskapur eru ikki professionell forløg í siðbundnari merking og hava tí onga arbeiðs- og/ella fíggjarorku til slíkt arbeiði, ið krevst til at gera frammanundanavtalur og til at gera tað arbeiðið, ið skal til eftir at bókamessan er liðug. Tað eru nettupp útgávurnar hjá hesum forløgum, sum eru tær, vit royna at fáa útflutt.

Enn er ov tíðliga at siga endaliga, hvat og hvussu nógv fekst burturúr bókamessuni 2011. Tað er greitt, at fleiri sambond vóru knýtt, sum kunnu kasta avtalur av sær, um vit duga at fylgja upp og um tingini fella rætta vegin.
Fyri at nevna onkrar møguleikar, so fekk Gunnar Hoydal samband við eitt italskt forlag, Bárður Oskarsson og BFL fingu m.a. samband við ein italskt/enskt forlag, Sólrún Michelsen hevði samband við tvey fólk, sum bæði eru áhugaði í at týða hennara bøkur til týskt og Carl Jóhan Jensen hevði samband við fleiri áhugað forløg, m.a. var møguleikin at týða Ó til týskt umrøddur. Fleiri fyrispurningar vóru um at týða krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen til týskt og Hanus Kamban var í sambandi við fleiri áhugaðar týskar forleggjarar.

BFL og Nám hava verið á Frankfurt bókamessuni nógvar ferðir og teirra arbeiðið gekk sera væl í ár, ikki minst takkað verið tí økta áhuganum fyri okkara bási. Fleiri góðar avtalur eru komnar í hús, í onkrum føri til munandi betri prís enn áður, samanumtikið verður mett, at teirra úrslit í ár er millum tey best nakrantíð.

Vit, sum vóru í Frankfurt, meta, at hetta er eitt sera gott grundarlag at byggja víðari á. Vit eru sannførd um, at hetta er ein íløga, sum fæst fleirfalt aftur bæði í sølu av føroyskum bókmentum og øktum áhuga fyri Føroyum sum heild, ikki minst á ferðavinnuøkinum.

Á fundi við landsstýrismannin, hin 2. mars 2012, segði hann, og aðalstjórin tók undir við honum, at tey skuldu spara 600.000 krónur í MMR, og tí vóru ikki nógvir pengar. Eg haldi, at tá ið íslendarnar hava boðið okkum við, so eigur MMR at satsa í tvey ár afturat og gjalda einar 200.000 krónur árliga til Bókamessuna í Frankfurt. Norðurlandahúsið er eisini sinnað at gjalda fyri bókamessuna, men so skal MMR eisin gjalda. Signalið frá landsstýrismanninum var tíanverri heldur ullint og onki varð lovað viðvíkjandi Bókamessuni í Frankfurt.


Farvæl og takk
Hetta er seinasta formansfrágreiðingin hjá mær. Eg taki meg aftur, og ikki ber til at fáa meg talaðan yvir til at sita tvey ár afturat. Ikki í hesi verð. Eg havi sitið í samfull 11 ár í formanssessinum og haldi, at onkur annar nú eigur at koma framat. Í tey 11 árini havi eg fundast við 12 mentamálaráðharrar, og tveir teirra hava enntá sitið valskeiðið út.

Tað manglar ein samanhangandi mentanarpolitikkur í hesum landinum, har tey, sum eru í listaumhvørvinum verða tikin upp á ráð. Politikarar arbeiða ikki FYRI listafólkini. Nógv teirra lurta ikki eftir, hvat listafólkini hava at siga. Tó eru undantøk.

Tað finnast trý sløg av politikarum:

Politikarar, ið hava tvey oyru og ein munn – sum lurta dupult so nógv sum teir tosa.

Politikarar, ið hava tveir munnar og eitt oyra – sum tosa dupult so nógv sum teir lurta.

Og politikarar, ið hvørki lurta ella tosa, har onki rínur við og tað, sum hesir siga, er lítið og onki vert.

Tá ið væl stóð til í Føroyum, og henda sokallaða kreppan ikki var komin enn, og tá ið ongin forðing var fyri, at ein milliard kundi finnast til at grava ein undirsjóvartunnil undir Raktanga, tá kundi mentanin og listin ikki fáa hægri játtan og betri karmar, tí at so nógvar týdningarmiklar (les kostnaðarmiklar) verkætlanir fyrst skuldu setast í verk. Nú kassin er slunkin og ikki so nógvur peningur er, nú ber heldur ikki til. Fáur politikari vil arbeiða bara við at geva listini og mentanini nakað gott. Teir brúka listina til at breggja sær av, at vit eiga so dugnalig listafólk, men hesi dugnaligu listafólkini eru ikki vorðin dugnalig, tí at
politikarar hava skapað teimum karmar, tey eru vorðin dugnalig, tí at tey ikki kunnu lata vera við at skapa, óansæð umhvørvi, karmar ella løn.

Tá ið talan er um at menna og stuðla listaliga umhvørvið í Føroyum, tá ber onki til. Vit verða roknað sum grenjutir nassarar og av tignaligasta staðið í Føroyum, tingsins røðarapalli, háa og spotta politikarar landsins listafólk og fáa onga ábreiðsla frá politiskum leiðarum fyri sínar spillandi tungur, ið fjala seg handan talufrælsi uttan ábyrgd.

Tað kann væl vera, at onkur politikari og onkur embætismaður vil listini og mentanini góðar sømdir og góð kor, men hesi tandur sleppa aldri framat. Tað er ógvuliga sjáldan, ja, nærum óhoyrt, at ein nýnevndur landsstýrismaður í mentamálum sigur, at hetta var tað hann altíð hevði ynskt sær – at verða landsstýrismaður í menta- og skúlamálum.


Samskiftið við feløgini
Tað hevur verið ógvuliga ringt at fingið eitt javnt og gott samskifti við limafeløgini í LISA. Feløgini hava onga orku til tað stóra felagsarbeiði. Sjálvandi eru summi, sum hava betri orku enn onnur, men sum heild er samskiftið ringt. Vit vóna at fáa húsini í Lützenstrøð, og harvið skapa eitt umhvørvi saman við feløgunum. Sum er, so fylgja skrivstovurnar hjá feløgunum formonnunum, og tá ið ein nýggjur formaður verður valdur, fylgja ringbindini við í ein annan kjallara. Fáa vit eini trý rúm í Lützenstrøð, har feløgini eisini kundu húsast, gerst tað lættari hjá LISA at samskifta og hjálpa teimum ymisku feløgunum og limunum.

Eg vóni so inniliga, at eftirmaður mín ikki fellur í fátt av hesum glepsið, men fer í hetta ógvuliga spennandi arbeiðið við fattari bringu og ikki letur seg kúga og tøla av politiskum dugnaloysi.

Eg ivist ikki í, at einaferð fara politikarar at síggja, hvussu stóran búskaparligan týdning listin hevur fyri eitt samfelag sum okkara. Longu nú spáa búskaparfrøðingar í ES, at skapandi listin fer at standa fyri einum 15% av BTÚ.

Við hesum fátæku orðum fari eg at takka fyri meg. Nú fari eg at geva mær sjálvum stundir at skriva og gera annað enn at hugsa um og arbeiða við mentanarpolitikki.

Eg takki øllum, sum virka í mentanarlívinum í Føroyum fyri eitt gott samstarv. Drívið á listini at frama.


Formaður: Oddfríður Marni Rasmussen