Friday, March 16, 2012

Listafelag Føroya nýggjan formann

  
Vit á listablogginum plaga at fylgja væl við í tí, sum fyriferst innan listina, men mugu nú bara viðganga, at ársaðalfundurin hjá Listafelag Føroya púrasta er farin framvið okkara nøs. Listafelag Føroya hevur annars eina týdningarmikla og sentrala valdsstøðu innan føroyska list m.a. av tí, at tey eru við til at seta leiðaran í Listasavni Føroya. Malan Marnersdóttir hevur verið forkvinna í felagnum, men tók ikki við afturvali. Í hennara stað er komin Hilmar Høgenni. Vit seta inn frágreiðingina frá heimasíðu felagsins, har tað m.a. stendur, at felagið longu hevur avgjørt, at ólavsøkuframsýningin skal vera við Guðrið Poulsen, Silju Strøm, Bárði Dal Christiansen og Bárði Oskarson. Vit seta eisini inn ein listablogg, sum Inger skrivaði í august í fjør um viðurskiftini millum Listafelagið og Listasavnið og sum ikki er heilt ólíkur hugsanum í formansfrágreiðingini um hesi viðurskifti.

Felagið hevði ársaðalfund leygardagin 25. februar 
Malan Marnersdóttir greiddi frá virksemi felagsins í farna ári, og Julianna Klett legði fram góðkendan og grannskoðaðan roknskap. Fyri vali til nevndina stóðu Katrin í Gongini og Malan Marnersdóttir. 
Katrin varð afturvald, Malan tók ikki við afturvali og Annika Marr Poulsen stillaði upp og varð vald við lógvabresti. Súsanna Danielsen varð vald fyrri tiltakslimur, og Malan heldur fram sum annar tiltakslimur. 
Nevndin hevur skipað seg við Hilmari Høgenni sum formanni, Pál Weihe sum næstformanni, Anniku Marr Poulsen sum skrivara, Juliannu Klett sum kassameistara og Katrin í Gongini sum netstjóra 

 ÁRSFRÁGREIÐING
til ársaðalfundin 25. februar 2012
Eftir ársaðalfundin í januar 2011 skipaði nevndin seg við Maluni Marnersdóttur sum forkonu, Pál Weihe sum næstformanni, Julionnu Klett sum kassameistara, Hilmari Høgenni sum skrivara og Katrin í Gongini sum netstjóra, Súsannu Danielsen sum fyrra og Anniku Marr Poulsen sum seinna tiltakslim. Súsanna hevur verið við á nevndarfundi eina ferð fyri Julionnu. Síðani aðalfundin og nevndarfundin tann 22. januar 2011 hevur nevndin havt 12 nevndarfundir: 11.2., 19.3., 8.4., 7.6., 25.6., 7.8., 5.9., 6.10., 11.11., 30.11.2011 og 2.2. og 24.2. 2012.
 
Ólavsøkuframsýningin 2011
Nevndin heitti á vári 2011 á tey bæði Anniku á Lofti og Jóhan Martin Christiainsen og bað tey stíla fyri Ólavsøkuframsýningini. Anniku á Lofti hevur BA frá Listaháskóla Íslands, og Jóhan Martin Christiansen las tá á triðja ári á Konsthögskolan í Malmö. Tey fingu fríar teymar og ásettu hvørki evni, tøkni ella aðrar treytir. Tey valdu 94 verk burtur úr verkunum, sum komu inn. Tey løgdu seg eftir at skapa eina listaliga heild, har tey tóku fram teir duldu gimsteinarnar eftir eftir nýggj og roynd listafólk, føroysk og útlendsk.  Tíðirnar broytast, og listin flytur seg ár fyri ár og  Ólavsøkuframsýning 2011 var teirra boð um, hvar føroysk list er í dag. Myndina til plakatini hevði Helena Maria Guttesen, BFA (Bachelor of Fine Art), gjørt. Plakatin var partur í verkætlanini Working Machine, sum var at síggja í býnum um ólavsøkuna. Listafólkini, sum sýndu fram í 2011 vóru 33 í tali, 12 menn og 21 kvinnur. Talan var um olju- og akrýlmálningar, vatnlitamyndir installatiónir, foto, video og standmyndir av ymsum slag. Summi høvdu sýnt fram áður bæði á Ólavsøkuframsýningini, Várframsýningini og Heystframsýningini, summi høvdu sýnt fram uttanlands og nøkur sýndu fram á fyrsta sinni í 2011. Nevndin takkar hjartaliga Anniku og Jóhan Martin fyri dygdargott arbeiði og veitti teimum samsýning.

Ólavsøkuframsýningin var leingi høvuðsinntøkukelda felagsins við síðuna av limagjaldinum. Hesi seinnu árini er sølan støðugt minkað, men Ólavsøkuframsýningin er kortini væl vitjað, eini 1.300 atgongumerki vórðu seld á Ólavsøku 2011.

Nevndin hevur gjørt av, at Ólavsøkuframsýningina í 2012 verður við teimum fýra listafólkunum Guðrið Poulsen, Silju Strøm, Bárði Dal Christiansen og Bárði Oskarson.

Arvur
Janus Kamban, myndahøggari og fyrsti fyristøðumaðurin í Listaskálanum, skrivaði Listafelagnum húsini fyri at tey skulu verða rikin sum listafólkabústað. Búgvið er ikki endaliga uppgjørt, men tá ið tað er avgreitt, yvirtekur Listafelagið ognina og tekur støðu til umvælingar og hvussu virksemið skal verða skipað.

Stuðul
Felagið hevur stuðlað nógvum listaligum tiltøkum í farna ári.
Bøkurnar um listina hjá Titu Vinther, Edward Fuglø, Jónu Rasmussen, Per Arnoldi,
Trónd Patursson og Øssur Mohr hava fingið stuðul eins og lærubókin Tekna eftir Eli Smith. Annar stuðul var latin Ole Wich til tiltakið HugA á ólavsøku, Listasavnið fekk stuðul til tiltakið Samrøða við Per Arnoldi. Felagið stuðlaði framsýning hjá Amariel Norðoy í London og framsýningini Laterna Magica, sum Eva Furseth skipar fyri við Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn og Edward Fuglø, sum byrjar í ár í Norðurlandahúsinum, og seinni fer til Danmarkar og Japan.  Rannvá Mortensen hevur fingið verkstuðul í sambandi við stóra framsýning í Kunstbygningen í Århus komandi summar.  

Keypt verk
Í 2011 keypti felagið tríggjar tekningar eftir Marionnu Mørkøre, stóra modernistiska málningin Drangar eftir Jónu Rasmussen og saman við Listasavninum verkið Burtur av heiði eftir Edward Fuglø, sum samstundis varð ogn Listasavnsins.

Listasavnið
Listasavnið fekk nýggjan stjóra í farna ári og samstarvið millum felagið og savnið heldur fram í sama góða anda sum higartil. Tó hevur savnið tilskilað, at tað ikki er ført fyri at hýsa øllum verkum, sum felagið keypir. Nevndin hevur tí samtykt at fara at gera eina skipan, sum ger ognirnar virknar millum limirnar. Eftir áheitan frá Nils Ohrt, stjóra í Listasavninum, hava forkona og næstformaður felagsins verið á tveimum fundum á Listasavninum við Felagið Mynd, Norðurlandahúsið og Heystframsýningina. Tosað varð um møguleikarnar fyri at samskipa framsýningarnar hjá felagsskapunum og ummøguleikarnar hjá øðrum enn savninum sjálvum at hava framsýningar í Listaskálanum ein part av árinum. Hetta fær sum er ongar avleiðingar fyri felagið og Ólavsøkuframsýningina.

70 ára hátíðarhald
Tann 23. mars 2011 vóru 70 ár liðin, síðani felagið varð stovnað. Í tí sambandi hevur nevndin skipað fyri tveimum tiltøkum. Felagið søkti og fekk stuðul til samans 30.000 kr  tiltøkini frá Mentamálaráðnum og Mentanargunni landsins.

Talgildar fundarbøkur
Til tess at gera virksemið hjá felagnum atkomiligari hjá limunum og øðrum áhugaðum eru tær gerðabøkurnar 1941-99 skannaðar. Hetta talgilda tilfarið er lagt á heimasíðuna hjá felagnum.

Framsýningarrøð
Nevndin setti saman eina framsýningarskrá við 5 ungum listafólkum, sum hava havt hvør sína ferðaframsýning, sum byrjaði í Havn, síðani fór til í Klaksvíkar og at enda til Tvøroyrar. Avtala var gjørd við framsýningarstøðini, sum í fyrstu atløgu var Snarskivan hjá Tórshavnar Kommunu og seinni Býarbókasavnið, Leikalund í Klaksvík og Gallarí Oyggin á Tvøroyri. Framsýningarnar hingu uppi ein mánað á hvørjum stað. Fyrsta framsýningin var við verkum hjá Anniku á Lofti læt upp í Havn í februar, fór til Klaksvíkar í mars og til Tvøroyrar í apríl. Allar framsýningarnar fylgdu sama mynstri: 

Annika á Lofti var við Snarskivuna upp í februar
Heiðrikur á Heygum var við Snarskivuna  í apríl.
Marianna Mørkøre var við Snarskivuna í juni.
Sámal Blak byrjaði á  Býarbókasavninum í oktober
Jón Sonni Jensen byrjaði á Býarbókasavninum í desember, var í Klaksvík í januar
2012. Hon verður saman við henni eftir Sámal Blak suðuri á Tvøroyri á páskum.

Í sambandi við sjálvan føðingardagin hjá felagnum var greiddi forkonan frá virksemið felagsins í útvarpssendingini In mente.

Malan Marnersdóttir



Nýggjar tíðir hjá Listafelagnum

Listafelag Føroya hevur og hevur havt stóran týdning fyri føroyska list. Listafelagið eigur Ólavsøkuframsýningina, sum hevur fingið nógv fólk her á landi at geva listini gætur. Listafelagið er millum størstu innkeyparar av list her á landi og tað er orsakað av teirra arbeiði, at vit yvirhøvur eiga eitt listasavn. Tey gera og hava gjørt ótrúliga nógv gott fyri listina og uttan tey vóru vit illa stødd. 

Um hugsað verður um stóra leiklutin hjá Listafelagnum er ikki lætt at siga tað, sum stendur greitt, tá vit hesa tíðina á árinum ganga inn á gólvið í Listasavni Føroya til árligu Ólavsøkuframsýningina. Men kenslan av at stíga inn í eitt listasavn og har síggja verk, ið ikki hoyra heima á einum listasavni er so mikið sterk, at gongd verður sett á hugsanir, sum als ikki kunnu ignorerast.

Í grundini snúgva hesir tankar seg ikki í so stóran mun um sjálva Ólavsøkuframsýningina, ið av sonnum er ein góð og hugnalig hevd og sum júst hevur sín hevdvunna rætt at vera til. Tað vóru fólk í Listafelagnum, ið skapaðu Listasavnið og sum eisini hava grundað Ólavsøkuframsýningina og á júst hesi framsýning hava okkara bestu listafólk sýnt fram á fyrsta sinni og luttikið í áravís. Samstundis sum tey bestu listafólkini missa áhuga fyri Ólavsøkuframsýningini og Listasavnið verður professionaliserað og alt fleiri framsýningarmøguleikar eru hjá teimum, sum leggja lív og sál í listina uttan at gerast yrkislisstafólk, fær Ólavsøkuframsýningin alsamt minni týdning. Men sjálvt um framsýningin í grundini ikki hoyrir heima á einum listasavni og hennara tilverugrundarlag gerst alsamt minni, haldi eg ikki, at vit eiga at lata Ólavsøkuframsýningina falla. Hon er eitt symbol fyri søguna hjá savninum, hon varir bert eina viku og hon er týdningarmikil fyri mong. Harafturímóti eri eg vís í, at vit skulu taka teir tankar, sum framsýningin setur í gongd, í álvara. 

Tætta sambandið millum Listafelag Føroya og Listasavn Føroya er natúrligt og hevur umframt Ólavsøkuframsýningina havt nógv gott við sær, men tíðin er við at fara frá hesum. Listafelagið er enn involverað í at seta í starv savnsleiðaran, tey hava ein lim í nevndini og tey verk, sum Listafelagið keypir, gerast partur av savninum hjá Listasavni Føroya. Tá vit um vónandi ikki ov langa tíð fáa eina museumslóg í Føroyum, verða hesi verk museumsverk og savnið fær ábyrgdina av at varveita tey í allar ævir. Við allari virðing fyri Listafelagi Føroya má staðfestast, at tey heilt einfalt ikki hava serkunnleikan til tess at meta um hesar stóru og fyri føroyska list sera týdningarmiklu spurningarnir. Haraftrat kompliserar tætta sambandið millum Listafelagið og savnið gongdina at almannagera savnið sum part av Søvnum Landsins. Tætta sambandið millum Listafelag og Listasavn, sum hevur verið fruktagott er sostatt við at bremsa yrkisgerðina hjá Listasavninum. 

Orðið amatør kemur úr latíni, amare, at elska. At vera amatør er ikki nakað negativt, tað er tvørturímóti sera fínt at leggja kærleika og tokka í at skapa. Innan listina merkir tað at vera amatør ella at arbeiða á amatørstøði als ikki tað sama sum, at listin ikki er góð. Tað merkir bara, at listin ikki er tað, man livir av, at man ikki hevur ta útbúgving, tann serkunnleika og tær royndir, sum gera ein føran fyri at taka tær størstu avgerðirnar. Ikki bert egna vegna, men vegna listina og fólksins vegna - mentanararvin ikki um at tala. Listafelag Føroya eigur stóra tøkk uppiborna fyri tað arbeiðið, tey sum amatørar hava gjørt fyri listina her á landi, fyri listasavnið og fyri at hava hjálpt okkara listafólkum og skapað áhuga, kærleika og tokka til listina

Eg harmist ikki um, at tíðin er farin frá tætta sambandinum millum Listafelag Føroya og Listasavn Føroya. Tvørtur í móti gleðist eg um, at okkara listasavn í framtíðini verður rikið á heilt annan hátt, at vit eru á veg inn í eina nýggja tíð við listarligari góðsku og etiskt forsvarligum museumsrakstri í samsvari við altjóða museumslóg. Og eg fari at gleða meg til, at Listafelag Føroya finnur nýggjar uppgávur, tí eg eri vís í, at felagið enn fær gjørt nógv gott fyri listina. Felagið fer altíð at vera ein umráðandi partur av søguni hjá savninum og fer altíð at varveita eitt samband av onkrum slag við savnið - møguliga fer eisini Ólavsøkuframsýningin at halda áfram. Men greitt er, at sambandið millum Listasavn Føroya og Listafelag Føroya ikki kann vera so tætt sum tað er í løtuni.
 (IS)