Í gjár var fernisering í Steinprenti hjá Bárði Jákupsson, sum sýndi fram vatnlitamálningar. Eg helt eina stutta røðu, og vit tóku nakrar myndir.
Jan Andersson og ymsir framsýningargestir
Góður hýrur
Ljósar og lættar myndir
Inger og Ivan og ein fitt didda
Vakrir litir
Eg haldi røðu
Brandur og Andreas Schulenburg, sum hevur arbeitt á verkstaðnum og fingið í minsta lagi eitt fantastiskt steinprent burturúr
Fínar myndir
Góði Bárður, eg fari at byrja við at ynskja tær hjartaliga til lukku við framsýningini og at takka Jan fyri áheitanina um at siga nøkur orð. Henda ljósa og lætta framsýningin er ógvuliga hóskandi til ein dag sum í dag nú várið er komið til Føroya og til okkum her í Steinprenti. Eg ætli mær at lesa eitt sindur burtur úr hesari bókini, sum er eitt úrval av listabloggum. Skuldi kanska ansa mær betri enn at sitera listabloggin, tí eg skilji á bløðunum, at hann ikki er heilt vandaleysur (ein mentanarligur úlvur í seyðaskinni) men nú geri eg tað allíkavæl. Hetta er m.a. úr einum ummæli av framsýningini, sum Bárður hevði í Listahøllini í fjør og sum eg havi lagað til hesa framsýningina: Bárður Jákupsson er ein sannur málaramálari. Her er eingin stúran um málarídeyða ella djúptøkar hugsanir um torgreidd listaástøði. Hetta eru myndir her og nú, bornar fram av vatnlitamáling og tusjpenni, sum í rytmiskum, - stundum breiðum, - stundum fínligari strokum ganda fram hugans stórbæru landsløg. Í fleiri av sínum mongu tekstum um føroyska myndlist kemur Bárður Jákupsson inn á eina franska litkenslu, sum ikki tykist heilt fremmand í summum av hansara egnu myndum. Hesar nýggju vatnlitamyndirnar bera boð um ein listamann, sum kennir akvareltøknið innanífrá, men sum framhaldandi roynir nýggjar leiðir í síni rannsakan av hesum tøkni. Í fleiri av hansara myndum síggjast flótandi, frí vatnlitastrok saman við neyvari blýants- og tusjstrikum og fleiri staðni eksperimenterar listamaðurin við at spræna vatnlitirnar á pappírið í fleiri løgum og í ymsum strukturum. Á henda hátt sýnist dýpdin í myndunum meira samansett og samanumtikið tykjast myndirnar rættiliga fjølbroyttar. Nú brúkti hugtakið "rytmiskt" til at lýsa hesar vatnlitamálningarnar. Hetta er sum kunnugt eitt tónleikaligt hugtak, og Bárður Jákupsson er oftani lýstur sum ein sera musikalskur málari. Vit sansa musikalitetin í myndunum og hann fylgir okkum víðari yvir til tær næstu dyrnar, har Aldubáran hevur konsert um eina løtu...