Max Beckmann: “Quappi”. 1932-35. Max Beckmann segði um seg sjálvan, at hann var plágaður ella vælsignaður við fruktagóðum og vitalum sensusaliteti. Ímyndin um, at tann mannligi sexualiteturin er útfarandi, aktivur og aggressivur hevur stóran týdning fyri okkara fatan av, at listafólk eru menn.
Francois Boucher: “ Genta”. 1751. Myndin er frá teimum døgum, tá ein maður var ein maður og ein kvinna ein kvinna. Tá menninir kurtiseraðu og kvinnurnar koketteraðu, og sakloysi og góðvarni uttan trupulleikar kundi sameinast við gleivandi lør og freistandi rumpur.
Tintoretto: “Kvinnuportrett” c.1570. Millum fleiri listamenn verður enn roknað sum natúrligt kurteisi, at kvinnur hyggja burtur við smædnum yvirbrá meðan tær vísa boppur.
Gauguin: “Tahiti kvinnur”. 1891. Áhugin hjá Gauguin fyri bjørtu litunum á Tahiti var stórur, men áhugin fyri teimum frílyntu og fýrisligu kvinnunum á Tahiti var ikki minni. Hesar Tahitikvinnurnar vóru á so mangan hátt lættari at fáast við enn hansara egna, gronuta kona. Kvinnan sum frítt nátturubarn er høgt elskað myndevni hjá óteljandi listamonnum. Hugsið bara um Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen.
Picasso: ”Kvinna”. Størsti listamaðurin í 20.øld, Pablo Picasso, var eisini ein helvitis kalur og konufólkarevur um ein háls. Hansara potensur er víðagitin og hansara makt yvir kvinnum var eftir øllum at døma fullkomin. Men sjálvt um hann kundi dríva kvinnur út í sinnissjúku, koma vit ikki uttanum, at hann hevur málað nøkur av bestu kvinnuportrettunum í heimssøguni.
Salvador Dali: “Leda Atomica”. 1949. Elskaða konan hjá Dali, Gala, verður á myndini pallsett sum móðir, erotiskt objekt, dís, gudinna og jomfrú í einum stórslignum blandi. Hetta er ein lutfalsliga vanlig samanseting, tá menn mála kvinnur.
Botticelli: “Venus verður fødd”. 1484. Ultimativa myndin av kvinnuligum og følnum ungdómi og vakurleika. Kvinnan, sum allar aðrar kvinnar verða mettar í mun til.
Anders Zorn: “Model”. 1889. Í norðurlendsku hevdini tykist vera ein ávísur forkærleiki fyri vitalistiskum kvinnulýsingum. Sterkar heilsugóðar kvinnur í náttúruni er vælumtókt evni, men hóast teirra lívsmegi, halda hesar kvinnur seg eftir øllum at døma passivar og lata seg objektivisera.
Edvard Munch: “Madonna” 1893-1894. Munch fataði kvinnuna sum eina gátu, sum hann bæði girnaðist og firnaðist.
Roy Lichtenstein: “M-Maybe”. 1965. Hesa“Sweet Dream Baby” gjørdi Roy Lichtenstein ódeyðiliga. Latið blondinusøgurnar byrja…
Thomas Gainsborough: “Frances Duncombe” 1777. Objektiviseringin av kvinnum í listini fer onkuntíð so mikið langt, at kvinnurnar gerast átøkar dukkum
Torbjørn Olsen: “Model i atelierinum” 2005. Enn ein passiv kvinna, hesa ferð er tað eg sjálv, sum er myndevnið. Torbjørn Olsen hevur fatur á eini ógvuliga belastaðari sjangru, Gud vitið hvar hetta myndaslagið man vera um 10 ár.
(IS)