Friday, March 30, 2012

Eftir sjey løk ár sær nú sum tað fylgja enn lakari ár

Í morgun skrivaði eg ein blogg um millum annað, hvør list hugtekur meg og hvør list hugtekur mín fýra ára gamla son. Honum dámar best list – sum hann sigur – “sum ikki tekur ov langa tíð”. Eg helt hetta vera stuttligt sagt. http://listinblog.blogspot.com/2012/03/hvat-fyri-list-damar-mamma.html

Og fyri løtu síðani sendi ein FB-vinur mær so hetta brotið:

”Her er tað sum stendur um mentan í ætlan landsins fram til 2017:

Aðrar játtanir á grein 7

Endamál
Effektiviseringar og sparingar.

Lýsing
Gjørdar verða tillagingar í rakstrar- og stuðulsjáttanum

Avleiðing
Neyðugt verður at tillaga ætlaða virksemið til ein lægri játtan.”

So tað er ikki nógv, sum bendir á, at hann fyribils fær list, sum honum dámar. Tað sær út, sum vit eru á veg inn í nøkur enn lakari ár á mentanarøkinum, har alt fer at taka langa tíð.

Men sonur mín kann so fyrireika seg til at vaksa upp í einum samfelag, har endamálið við mentanarpolitikkinum er effektiviseringar og sparingar.

So tá sonur mín fær meiri skil fer hann at svara spurninginum:
“Mær dámar best mentan, sum lýkur endamálinum um effektiviseringar og sparingar, har tillagingar verða gjørdar í rakstrar- og stuðulsjáttanum, tí neyðugt er at tillaga ætlaða virksemið til eina lægri játtan.”
Og tá fer mamma at svara aftur: “Ja, góði, nú hevur tú skilt, hvat mentan og list snýr seg um!”