Í gjár læt framsýningin hjá Øssuri Johannesen upp í Norðurlandahúsinum. Eri takksom og fegin yvir tey mongu, sum høvdu leitað sær innar í góðveðrinum at uppliva sterku listina hjá Øssuri. Eg helt røðu, sum eg seti inn her saman við nøkrum myndum frá ferniseringini, nakrar havi eg fingið frá Birgiri Kruse
http://birkblog.blogspot.com/2012/03/what-you-see-is-what-you-get.html
Úr skálanum
Bókmentaðir framsýningargestir
Portrettmynd
Gestir í skálanum
Myndirnar eru hongdar upp uttan glas og rammu
Árni Brattaberg og John Dalsgarð
Áhugaðir framsýningargestir, mamma listamannin í miðjuni
Annar endaveggurin í skálanum
Ein listakvinna skoðar list
Tveir dugnaligir praktikantar, sum hava verið við til at prenta prentini hjá Øssuri
Gestir í skálanum
Myndir
Bókmentaðir gestir í skálanum
Sjálvsmynd
Málningar í klingruni
Skrímslið
Øssur Johannesen - Røða 30/3-2012 í Nlh.
Myndlist verður ofta sett í samband við yvirskot og mett at vera fyri tey vælbjargaðu í samfelagnum, fyri tey við flatskatta-túsundkrónuseðlum at keypa listaverk fyri, sum tey kunnu hanga uppi yvir teirra fínu sofum sum statussymbol millum Wegner- og Arne Jacobsenstólar og PH-lampur - og ongantíð betri um litirnir í listaverkinum hóska til sofuna ella til púturnar í sofuni. Soleiðis er tað bara og eg kundi ikki droymt um at funnist at hesum grundleggjandi góða hugi til at prýða okkara umhvørvi við myndlist.
Men list er annað og meira enn til pynt. Hyggja vit okkum um á hesari framsýningini ber skjótt til at staðfesta, at verkini fyri tað mesta líkjast frá vanligari, prýðiligari sofalist. Hesi verkini eru í grundini beinleiðis antimaterialistisk, eisini tilfarsliga sæð. Listamaðurin hevur ikki brúkt dýrt og fínt tilfar til hesi verkini, hann hevur brúkt papp, plátur, málingablikk og yvirhøvur tað tilfar, sum hann hevur kunnað fingið hendur á í tí løtu skapanarkraftin beyð honum at mála. Úrslitið er rátt og ógvuliga sjálvdan vakurt í konventionella týdninginum av orðinum.
Men Øssur Johannesen er als ikki áhugaður í tí prýðiliga, og vøkur list tykist honum følsk og grunn. Eftir hansara tykki skal listin avdúka sinnið og myrkastu loynikrókar í menniskjasálini. Av tí sama er hetta ein ógvuliga sterk framsýning og nógv av verkunum eru beinleiðis óunnilig í teirra lýsing av sorg, neyð, einsemi og angist, men Øssur Johannesen málar eisini dreymar, og setur vónrík symbol inn í myndirnar sum eitt slag av verndarskjóli í myrkrinum. Myndirnar eru fyri ein stóran part svartar og hvítar. Alt hevur tvær síður, eisini sinnið hjá listamanninum, sum í fleiri myndum verður lýst sum ein stríðsvøllur millum tvær síður og tann eina tekur skap av einum óhugnaligum ódjóri sum vit síggja á størsta linoprentinum inni í Skálanum.
Henda framsýningin við verkum hjá Øssur Johannesen byrjar her úti í forhøllini við málningum á papp, í Klingruni eru tríggir stórir málningar á lørift og niðri í Skálanum hongur ein røð av linoskurðum. Øssur Johannesen var bara 23 ára gamal, tá Bárður Jákupsson skipaði fyri hansara fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya, Øssur hevði í 1990´unum fleiri serframsýningar, bæði heima og uttanlands. Fleiri av prentunum, sum nú hanga inni í Skálanum vóru t.d. við á eini framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn miðskeiðis í hálvfemsunum, sum eg minnist rættiliga væl, eisini tá tóktust myndirnar óvanliga ógvusligar.
Sjálvt um tær flestu myndirnar hjá Øssuri eru av fólkum eru hetta ikki portrettmyndir í vanligari merking. Áskoðarin er tó onga løtu í iva um, at tann langleiddi og síðhærdi høvuðspersónurin, sum gongur aftur í flestu myndunum, er listamaðurin sjálvur, sum vísir okkum hvat gongur fyri seg í hansara sinni á sama hátt sum t.d. listakvinnan Frida Kahlo gjørdi. Sjálvt um stórur munur er á Fridu Kahlo og Øssur Johannesen hava teirra verk ein týðiligan skyldskap við sonevnda primitiva, ella upprunakenda fólkalist. Hetta sæst t.d. í mátanum, sum symbol verða brúkt á ein næstan rituellan hátt soleiðis, at listaverkini í sær sjálvum gerast eitt slag av halgimyndum, sum kunnu verja málaran frá tí ónda. Perspektiviska dýpdin í myndunum er sera avmarkað og verður fyri tað mesta myndað av støddarmuni ella av at myndaliðirnir umskarast og fleiri av myndunum ganga fyri seg á fleiri stigum í senn ofta við andlitinum á høvuðspersóninum fremst í myndarúmum og so ymiskum hugsaðum støðum kring hann.
Tematiskt eru linoprentini hjá Øssuri Johannesen lutfalsliga fábroytt, vit kunnu næstan kalla tey monoman í teirra uppafturtøku av ræðuligari sorg og sálarkvøl, sum kemur av sosialum og psykiskum áðum, tað kann snúgva seg um sjálvmorð, kríggj, kúgan, avrætting, fasismu, sálarsjúku ella einsemi og sjálv eri eg ógvuliga rørd av einsemismyndunum, t.d. tann har listamaðurin málar seg staddan uttanfyri eini heimlig og innbjóðandi hús.
Myndirnar eru ógvusligar og grafiskt einfaldar, eisini í mátanum tær eru gjørdar við grefligum skurðum, sum næstan síggja út sum hvít, lýsandi sár á svørtu grundini. Stílsliga ber illa til at lata vera við at samanbera við teir týsku ekspressionistarnar, og Øssur Johannesen hevur sjálvur nevnt nógvar fyrimyndir, t.d. Soutine, og eisini norðurlendskar fyrimyndir sum Edvard Munch, Mikines og ikki minst William Skotte Olsen, sum er ein stór og umráðandi fyrimynd. Vit síggja t.d. beinleiðis íblástur í myndini longst til høgru her á vegginum, at persónurin hevur gloriu á sama hátt sum í myndunum hjá William Skotte Olsen. Men samstundis sum tað ber til at síggja íblástur ymsastaðni frá í myndunum hjá Øssuri Johannesen, kemst ikki uttanum hvussu serstakar tær eru - í eini kategori fyri seg.
Listamaðurin er ikki til staðar her í dag - hann er í Danmark, men eg veit, at Øssur er sera fegin um framsýningina og eg gleði meg at hoyra hvat hann nú fer at halda um katalogið, tí tað er nústani liðugt, vit hava ikki fingið tað fyrr enn í dag. Katalogið havi eg gjørt saman við John Dalsgarð í Gramar, stóra tøkk fyri hjálpina og títt góða arbeiði við fotografering og layout. Túsund takk fyri alt tykkara góða arbeiði, Jan Andersson og Fríða Brekku í Steinprenti, sum hava staðið fyri prenti av linoleumsskurðunum hjá Øssuri og sum eisini hava monterað myndirnar, takk eisini Urd og tit í Norðurlandahúsinum fyri áheitanina. Tað hevur verið ein heilt serlig fragd at seta hesa framsýningina saman.
KP