Friday, March 30, 2012

Hvat fyri list dámar mamma?


Herfyri kom sonurin til mín við eini bók um regnskógin, sum hann er ógvuliga hugtikin av fyri tíðina. Sjálv sat eg eisini við eini bók og hann spurdi hvat mín bók var um. Mín bók var um list greiddi eg honum frá. "Nåh, mær dámar ikki list" segði hann, "tað tekur ov langa tíð, jú onkra list dámar mær væl, tað er hon, sum gongur eitt sindur skjótari".

So sótu vit har, hann við sínum marglittu froskum í regnskóginum og eg við míni meira svørt-hvítu bók um avantgarde listakvinnur árini 1920-1940. Munur er á at vera fýra ár og tríatifýra. Síðstnevnda hevur til dømis lært at bíða og at vera tolin við tí, sum tekur langa tíð, tað hevur tann fýra ára gamli ikki. Harafturímóti hevur ein fýra ára gamal nógv lættari við at koma við glasklárum útsøgnum um listina og at greiða frá sínum egna smakki við fáum setningum enn ein, sum er tríatifýra. Uppá tretivu ár nær man sjálvandi at lesa meira enn eina bók um list, mann veit meira, men er eisini farin at ivast meira. Tí var tað eisini ringt at svara spurninginum, sum mátti koma: "Hvat fyri list dámar mamma?". Tí ivin er í grundini ein grundleggjandi partur av mínum máta at fata, uppliva, fyrihalda meg til og at formidla list. Ivin er altíð til staðar, tá eg skrivi um list og tá eg standi framman fyri list og eg haldi tað er umráðandi, at umhugsanir viðvíkjandi hvussu orð og list sameinast, hvussu vit skulu viðgera listin á meiningsfullan hátt og um hvussu vit sleppa undan at knúsa nuansurnar fylgja okkum, tá vit loyva okkum at skriva og røða um list.

So eg fekk við ikki heilt fáum setningum greitt lítla frá okkurt um, at mær dámar list, ið gevur mær okkurt at undra meg yvir, okkurt sum ikki er ov ovurhonds týðiligt og forútsíggjandi. Okkurt, sum gevur mær høvið at hugsa sjálv og uppliva sjálv, okkurt sum sær út til at innihalda nøkur støði, sum eg ikki havi beinleiðis innlit í og sum tykjast loyndarfull. Tað vísti seg at vera fullkomiliga sama orsøk til, at lítli elskaði regnskógin. Hann vísti mær eina mynd av nøkrum stórum trøum, har tú knappliga hómaði bæði papageykar og pytonslangur, hugdi tú nóg væl og leingi. ”Men, tað kann jú taka eitt sindur av tíð" segði eg. "Ja, tað kann gott taka eitt sindur av tíð" segði hann.

Fríggjadagin fáa vit páskafrí og so fara Jens Brandur og mamma hansara at ferðast. Ikki til regnskógin, men til gamla listahøvuðsstaðin Paris. Eg gleði meg

(IS)