Monday, March 19, 2012

Ein góður politikari brúkar oyruni dupult so nógv sum munnin


Eftir heili 11 ár sum formaður í LISA hevur Oddfríður Marni Rasmussen lagt frá sær. Hetta hevur verið eitt spennandi tíðarskeið, sum hevur givið honum eitt einastandandi innlit í hvussu føroyska listaumhvørvið virkar. Tí hava vit nýtt høvið at spyrja hann nakrar spurningar. Vit takka Oddfríði fyri hansara stóra avrik til frama fyri listina.

Hvønn leiklut heldur tú, at LISA hevur fyri føroyaska list?
Føroysk list skal sleppa at menna seg. Ein slík menning merkir, at listafólk hava møguleikar at liva av sínum skapanarevnum. Vit liva í einum samfelag, har heimamarknaðurin verri enn so er nóg stórur til, at hesi somu og tó lutfallsligu nógvu, dugnaligu, føroysku listafólkini kunnu liva av heimamarknaðinum. Tí noyðist tað almenna (og fyri so vítt tað privata eisini) at stuðla hesi listafólkini við pengum. Tað er her LISA kemur inn. LISA eigur at streingja á, og plága embætisfólk og politikarar, eigur at gera lobbyarbeiði, soleiðis at tey, sum kunnu játta almennar pengar, førka seg frá einum konservativum og snævurskygdum mentanarsýni til eitt opið sinn og ein progressivan mentanarpolitikk, ið stuðlar og er við til at menna listafólkini og harvið føroyska list. Tað er uppgávan hjá LISA at hjálpa og fáa politikarar til at gera karmarnar so mikið góðar, at gjørligt er at koma út um 200 fjórðingamarkið og harvið koma inn á ein størri marknað.

Tað er eisini uppgávan hjá LISA, at vísa Føroya fólki á, at list hevur alstóran týdning fyri eina tjóð. Ein skuldi trúð, at slíkt ikki varð neyðugt, men tað er neyðugt alla somlu tíðina at sannføra fólk um, at tjóðin doyr við ongari list.

Henda leiklut hevur LISA. Hann skal gerast betri og eg vóni at LISA gerst eitt sjónligt felag, ið flytir hugburð fólksins og politikarans.
 
 
Í tey 12 árini, tú hevur verið í LISA er nógv hent við føroyskari list. Hvat heldur tú hevur størstan týdning?
Mentan hevur eitt dragandi punkt við sær. Vit verða drigin onkursegna at tí mentanarliga, tí, sum vit dyrka millum menniskju, tí, sum skapar ella ber listina fram.
Tað hevur verið ein stór framgongd á mentanarliga økinum tey seinastu nógvu árini, men tað er ikki politikarum at takka, hóast politikkarar hava tað fyri at breggja sær sjálvum av, at vit eru so nógv góð listafólk í Føroyum. At skapa list er ein lívstreyt. Tú doyrt, um tú ikki fært pengar fyri títt arbeiði við list, og tú doyrt um tú ikki arbeiðir við list. Hetta er tvíeggjaða svørðið er allýsingin av einum góðum listafólki, og vit royna sum frægast at arbeiða innan hesar karmar. Tað er ikki lætt, men tað gongur kortini.

Tey seinastu mongu árini hava vit fingið nógv listafólk, sum ikki bara eru dugnalig innan eina listagrein, men sum eru fjøllistafólk. Tey bæði fáast við at mála og gera tónleik og gera film. Hesi fjøllistafólk hava verið ógvuliga sjónlig, og hava gingið á listaskúlum uttanlands, og tí hava hesi fjøllistafólkini (tíbetur) ikki givið sær stórvegis far um, at vit hava eina listaliga siðvenju í Føroyum. Tey eru farin egnar leiðir – hava gjørt sínar egnu siðvenjur, ávirkaðar av altjóða listarákum.
Tað hevur stóran týdning at listin er fullkomiliga fræls. At ongin stýrir, hvussu listaliga arbeiði hjá listafólkunum skal gerast og hvørji evni skulu viðgerast í listini. Í norðurlendskum og evropiskum stuðulskipanum er talan um, at umsøkjarin skal halda seg til eitt evni, ið politikarar áseta. Tað er í mínari verð púrasta burturvið, og við til at skeikla ta listaligu tilgongdina. Vit eiga at birta uppundir og stuðla peningaliga frá verkætlan til verkætlan. Ikki stýra listini politikskt.

At so nógvir tónleikarar hava staðið seg væl uttanlands (og tá tosi eg ikki um danskar kareokikappingar, hóast tær gera sítt til), og at teir ikki klára seg væl bara tí, at teir eru føroyingar, men tí at teir eru føroyingar, ið duga væl sítt listaliga arbeiði. Eg haldi, vit hava fingið nógv spennandi og góð listafólk, og tey eru við til at flyta gerhardistiska hugburðin, vit ofta hava fyri tí avantgardistiska.

Tú hevur sæð nógvar mentamálaráðharrar koma og fara. Kann tú peika á ein, tú heldur hevur gjørt serliga nógv gott?

Í mínari tíð sum formaður í LISA, havi eg sæð 12 mentamálaráðharrar koma og fara. Allir hava ikki verið eins dugnaligir. Tað skal líka sigast fyrst, at tað at gerast mentamálaráðharri, mann ikki vera eitt starv, ein politikari ynskir sær. Eg havi ikki hoyrt nakran politikara fara upp í politikk við tí fyri eyga at gerast mentamálaráðharri. Nakrir hava dugað betur sítt starv enn aðrir, og tað hevur nakað við, hvussu tú er innrættaður sum menniskja og ikki so nógv, hvønn politiskan lit, tú hevur. Ein góður politikari hevur tvey oyru og ein munn – hann lurtar dupult so nógv sum hann tosar. Hesin eginleikin er ikki til staðar hjá nógvum politikarum, og tí gera teir bara sum teimum lystir og spyrja seg ikki fyri, har serkunnleikin er. Tað er munur á serkunnleika og áhugamálum.

Mær hevur dámað serliga væl at arbeitt saman við Kristinu Háfoss og Helenu Dam á Neystabø. Tórbjørn Jacobsen hevði nógv at siga fyri, at Mentanargrunnur landsins varð hækkaður. Jógvan á Lakjuni gjørdi ikki so lítið fyri tónleikaumhvørvið. Annars var hann rættiliga tvørur, men tú vista altíð, hvar tú hevði hann. Kristina Háfoss gjørdi ótrúliga nógv, teir fáu mánaðarnar, hon sat sum mentamálaráðharri. Eisini setti hon nógv í verk, sum enn verður arbeitt við. Her kann eg nevna umskipanina av Mentanargrunni landsins til Listaráð. Hetta arbeiðið var klárt at bera niðan í løgtingið, men so varð val. Vónandi er Bjørn Kalsø so mikið politiskt vaksin, at hann gjøgnumførir hesa nýskipan.

Hvørjar uppgávur heldur tú hava størstan týdning fyri LISA í framtíðini?
Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at arbeiða víðari við málum sum hava týdning fyri, hvussu karmar og arbeiðsumstøður skulu síggja út. Skatta- og tryggingarmál hava altíð ein stóran týdning. Har er ymiskt, sum skal gerast. Hóast vit hava lagt út á heimasíðuna hjá LISA, hvussu listafólk frægast kunnu skipa síni skatta- og tryggingarviðurskifti. Listafólk detta altíð niður ímillum stóla, tá ið talan er um stívar og krakkaveldiskendar lógarreiðmenn, ið skulu gera lógir. Summi listafólk eru sjálvstøðug vinnurekandi, men kortini passa tey ikki inn í allar vinnulógir. Tey kunnu heldur ikki tryggjast vanliga, tí at tey ikki passa inn í ein tryggingarfrymil. Ofta skuldi ein trú, at í Føroyum búðu 10 milliónir menniskju, har øll vóru listafólk. Listafólkini eru so mikið fá, og hava so stóran týdning fyri tjóðarbygging, líka frá einum skúlaverki við føroyskum undirvísingartilfari til listaverkini í stovunum hjá Føroya fólki.

Samansettar starvsetanir hava nógv at siga. Um tónleikararnir, ið undirvísa í Musikskúlaskipanini kunnu fáa slíkar starvsetanir, og vit vita frá londunum rundan um okkum, at tær rigga væl, tá kundi tað verið spennandi at fingið slíkar samansettar starvsetanir at virka í øðrum listaøkjum, har møguleiki er fyri teimum.

Eisini haldi eg, at tað er nú, at vit mugu fáa eina dagførda upphavsrættarlóg í Føroyum.
Størstan týdning haldi eg, at tað hevur, at Mentanargrunnur landsins verður umskipaður til eitt Listaráð.