Leygardagin klokkan 15 lata dyrnar í Listaskálanum upp til vársins fyrstu stóru serframsýning: Tróndur Patursson – Hinumegin blátt.
Framsýningin er sermerkt við tað, at Listasavnið nú yvirtekur Bládýpið, bingjuinstallatión Tróndar Patursson við litaðum glasi og speglum frá 1996. Slóðbrótandi listaverkið hevur verið fyri umfatandi umvælingum við dyggum fíggjarligum stuðli frá Norðurlandahúsinum og nú fingið varandi pláss við beinleiðis atgongd frá savnsbygninginum.
Aftur at Bládýpinum er ein nýggjari installatión, glaskupulin Kosmiskt rúm frá 2011, at síggja á framsýningini umframt málningar frá seinastu tíggju árunum og tekningar frá sjóferðum listamansins, keldan til allan íblástur hansara. Og so eru nakrar spildurnýggjar temperamyndir á hondgjørt indiskt pappír við á framsýningini. Tær eru figurativar eins og tekningarnar frá sjóferðunum, um enn tær annars eru rættiliga abstraktar. Tróndur Patursson brúkar havið, himmalin og kosmos sum evni. Svørt tekn streyma avstað sum frumkraftin yvir og undir øllum. Litirnir, serliga djúpblátt, røkka út í ævinleikan, og við at standa á speglgólvinum í installatiónunum kemur kenslan av at sveima vektleysur í einum endaleysum rúmi. Formur, litur og tilfar røkka hinumegin tann sjónliga heimin og út til nakað stórslignari; tí ber framsýningin heitið Hinumegin blátt. So koma vit ikki longur út í alheimin.
Til framsýningina er eitt katalog útgivið við greinum eftir Nils Ohrt savnsleiðara, ið kavar niður í søgunnar dýpi, og Inger Smærup Sørensen listfrøðing, ið kavar niður í litanna dýpi.