Men gott er. Eg havi ikki og havi ongantíð havt nakað í móti verkinum hjá Guðrið Poulsen, eg helt bara, at nú vit høvdu henda heldur óvanliga kjansin fyri at ogna okkum eina frálíka standmynd í heimsflokki hjá Bjørn Nørgaard, so áttu vit at tikið av. Hesi hugsjón standi eg við. Frá í morgin av hava vit verkið Himmalspegilin at taka støðu til og at fegnast um, tí eftir myndunum at døma, sum eg havi sæð á facebook, riggar tað sera væl uttan fyri Fimi í Gundadali.
Á heimasíðuni verða verkið og listakvinnan lýst: Listaverkið er eitt horisontalt verk, umleið 8 m. í tvørmát, úr hondgjørdum svørtum sementflísum, har keramiskir formar eru stoyptir niðurí, í høvuðsheitum kringlutir í skapi, í ymiskum litum og frábrigdum. Í ávísum flísum er ljós lagt niðurí. Um dagin virka ljósini sum partur av ornamentikkinum, og um kvøldið lýsir túnið sum himmalspegil av smáum veikum vetrarstjørnum. Listaverkið er við til at skapa og samansjóða virksemið og umhvørvið hjá teimum, ið ferðast har um leiðir. Endurtiknu kringlutu skapini, sum eru niðurfeld í listaverkið, skapa ein forvitnisligan dynamikk, og verkið bjóðar bæði til hvíld og rørslu. Himmalspegilin vendir sær til tey virknu og bjóðar til interaktión, sum í sjálvum sær í symbolum snýr seg um rørslu og gleði við at íðka og njóta fimi. Guðrið Poulsen er útbúgvin keramikari og hevur nomið sær úbúgving í Finlandi og Íslandi árini 1982-86, umframt at hon hevur verið námsferðir í øðrum londum. Guðrið hevur tikið lut í nógvum felags framsýningum innan- og uttanlands og hevur sýnt fram á einstaklingaframsýningum í Føroyum. Á listablogginum gleða vit okkum at síggja verkið og vóna at koma við myndum og umrøðu í næstum.
(KP)