Fyrstu ferð eg hoyrdi "The Crystal Ship" hjá The Doors stóð alt stilt. Tað var um náttina og eg var saman við vinfólkum á veg inn í eini hús í Havn eina av hesum spontanu, stuttligu og sorgleysu løtunum, sum ungdómurin er so fullur av. Eg hoyrdi ta fyrstu strofuna og steðgaði fullkomiliga upp har í gongini, meðan alt suss og ljóð hvarv. Hjartað dukaði og eg hitnaði um kjálkarnar og visti meg uppliva okkurt marksetandi, tá eg hoyrdi ta djúpu, melankolsku røddina hjá Jim Morrison, sum tóktist mær so óendaliga syrgilig. - í ungum ivaloysi visti eg beinanvegin, at hetta var besti kærleikssangur, eg nakrantíð hevði hoyrt og soleiðis hevði eg tað nokkso leingi. Men síðan hoyrdi eg "In the warm room" hjá Kate Bush, "Perfect day" hjá Lou Reed, "Wild is the Wind" hjá David Bowie og so framvegis og víðari og tíðin fór og eg fór við og við árunum kølnaði forholdið til góða gamla Jim og tær gomlu vinylpláturnar hjá The Doors eitt lítið sindur.
Nú eitt kvøldið gekk eg inn á gólvið í Mimir og upplivdi har av tilvild nakrar musikalskar garpar við flairi fyri Jim Morrison og Doorstónleikinum. Flóvin, Jón og Brandur (og Bjarki kom aftrat) sungu og spældu eina deiliga drúgva versión av Riders on the Storm, umframt tann herliga ovurhonds flipputa My wild love (-sum hann syngur væl, Flóvin). Her fyri vóru tað júst fjøruti ár síðani, Jim Morrison doyði og í hesum sambandi vitjaðu serliga ung fólk grøvina hjá honum. Tað er helst hesin sami romantiskt syrgiligi dámurin, sum rakti meg á sinni, ið fær ung fólk enn í dag at elska The Doors og karismatiska sangaran í bólkinum. The Crystal Ship kom út í 1967, árið fyri sum eg varð fødd og smá trý ár seinni funnu tey tann syrgiliga sangaran syrgiliga deyðan í einum baðikari í París. Um likamið man vera nokkso upployst har tað liggur á Pére Lachaise kirkjugarðinum í París, hava fjøruti ár neyvan tann stóra týdningin, tá tú ert staddur on the other side í ævinleikanum. Hinvegin merkjast tey hesumegin, tey 27 árini, sum eru farin síðan, eg fyrstu ferð møtti Kristalskipinum í vindfanginum í einum húsum í Havn. Eri ikki longur uppá fornavn við harra Morrison og eg tími ikki longur at brúka eina nátt uppá at kjakast um innihaldið í "People are strange, when your´e a stranger...". Og eg veit tað væl. Tað er stórt spell fyri meg. Tá eg í dag hendinga ferð hoyri The Doors sum hetta kvøldið í Mimi ella eg lurti eftir hypnotisku røddini hjá Jim Morrison á gomlum plátum kann tað henda, at rúsandi ørvitiskenslan frá hini ungdómsnáttini aftur reisist seg við fullari styrki og tá eri eg fullkomiliga á einum máli við Jim, óansæð um hann syngur um løgin ella fremmand fólk, um at bíða eftir sólini, um at vísa veg til eina wiskeybarr, um sundurbrotnan ungdómskærleika, ella um sjálva endan: "Deliver me from reasons why. You'd rather cry, I'd rather fly..."
Before you slip into unconsciousness
I'd like to have another kiss
Another flashing chance at bliss
Another kiss, another kiss
The days are bright and filled with pain
Enclose me in your gentle rain
The time you ran was too insane
We'll meet again, we'll meet again
Oh tell me where your freedom lies
The streets are fields that never die
Deliver me from reasons why
You'd rather cry, I'd rather fly
The crystal ship is being filled
A thousand girls, a thousand thrills
A million ways to spend your time
When we get back, I'll drop a line
(KP)