Thursday, July 21, 2011

Grindalistin


Á heimasíðuni hjá Ekstrabladet eru tey so mikið væl informeraði, at tey hava fingið fatur á, at Paul Watson er komin til Føroya. Á listablogginum eru vit ikki enn heilt komnar yvir, at tað bara er skipið hjá Paul Watson, sum eitur Brigitte Bardot. Vit vóru so spentar og hildu fyri vist, at tað var hon sjálv, hin fyrr so undurvakra og nú so djórakæra frú Bardot, ið komin var at vitja okkum. Sambært Ekstrablaðnum er grindadráp ein skrekkilig hending, sum tó ikki kemur fyri meira enn júst eina ferð um árið : "Havet bliver farvet rødt af blod under det årlige drab på grinde-hvalerne på Færøerne…". Á listablogginum eru vit ikki so frægar, at vit hava hóming av nær árliga drápið byrjar, men tá nú høvið er til staðar, hava vit hug at sýna fram nøkur dømi uppá list, ið á ein ella annan hátt viðger grind og grindadráp. Eg havi ikki funnið heitini á øllum verkunum og tað er kanska spell, tí tey kunnu vera rættiliga sigandi. T.d. eitur fíni linoleumsskurðurin hjá Janusi Kamban, sum er nr 10 í røðini her "Hvalurin tann ediligi skapningur" (1986), meðan tann deiliga, appilsingula daman hjá Tóroddi Poulsen eitur "Birgitta 32 ár og grindamaðurin 53 og hini" (2005). Standmyndin hjá Janusi Kamban, har menn nokkso mansliga hvíla beinini oman á fonginum meðan teir práta og sum eg havi fotograferað úr bókini um Janus eitur "Prát eftir drápið" (1969). Úrvalið er yvirhøvur ikki fullfíggjað á nakran hátt, tað eru sera nógv verk, sum eg ikki finni, t.d. Uppskorin hvalur (1985) hjá Hans Paula Olsen osfr. Men er nakar av okkara lesarum, ið veit um og hevur myndir av grindalist, eru tit hjartans vælkomin at senda okkum tær til listinblog@gmail.com

Tóroddur Poulsen

Janus Kamban


Arnold Vegghamar


Frimod Joensen

Tróndur Patursson

Hans Pauli Olsen


Sámal Joensen Mikines

Mynd úr Vestmanna 1854

Tóroddur Poulsen


Mikines


Tann ediligi Janus Kamban


Mikines

Tóroddur


Mikines

Tróndur Patursson

Pernille Kløvedal Helweg

Tóroddur Poulsen gevur okkum her myndina av einum røttum nútíðarføroyingi, ið als ikki ætlar sær í grind


(KP)