Friday, July 8, 2011

Skaldskaparritið Vencil fyllir runt


Vencil hin 10. er komin út. Hetta er fimta árið hjá skaldskaparritinum Vencli.

Vencil hevur hesi seinastu fimm árini borið fram fyri føroyska lesaran manga góða yrkingina, manga góða stuttsøguna og manga góða ritroyndina. Vencil 10. stendur ikki aftan fyri hinar undanfarnu.

Í hesum Venclinum eru aftur nógvir góðir útlendskir rithøvundar, klæddir í føroyska málið. Millum annað eru ikki færri enn 13 yrkingar eftir ógvuliga eksklusiva danska yrkjaran Willum Peder Trellund, sum Ragnar M. Egholm hevur týtt. Ragnar, sum sjálvur kendi Trellund, hevur eisini skrivað eina ritroynd um kennskapin teirra millum. Fyrimyndin til evropiska stuttsøgu, “Novelle”, eftir týska stórskaldið Johann Wolfgang von Goethe, hevur Símun av Skarði týtt til føroyskt. Ein stuttsøga, sum er kravdur lesnaður í enskum í miðnámi, er stuttsøgan “Eini heimsøkt hús” eftir Virginia Woolf, ið Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Alexandur Kristiansen hevur týtt mætu yrkingina “Teir innanholaðu menninir” eftir T.S. Eliot. Gurðið Helmsdal Nielsen hevur týtt nógv umrøddu yrkingina “Á eini tokstøð í undirgrundini” eftir Ezra Pound. Tina K. Jakobsen hevur týtt yrkingina “Brúksseðilin” eftir Bertolt Brecht. Seinasta týðingin í 10. Vencli er ein ógvuliga forkunnug søgu, ið gongur fyri seg í Fuglafirði seinast í 80 árunum. Tað er norski rithøvundurin Finn Iunker, ið sjálvur arbeiddi í Fuglafirði um hetta mundið, ið hevur skrivað hesa sjálvsæviskendu søguna. Jákup í Skemmuni hevur týtt hana til føroyskt.

Vencil er aftur hesa ferð stoltur av at kunna bjóða føroysku lesarunum nógvar góðar føroyskar høvundar. Ein debutantur er við. Tað er Tina K. Jakobsen, ið hevur eina yrking við. Gurðið Helmsdal Nielsen hevur fýra nýggjar yrkingar við. Heðin M. Klein hevur eina yrking. Katrin Ottarsdóttir er aftur við hesa ferð, og hevur hon fýra yrkingar við. Gunnar Hoydal hevur skrivað eina framúr góða ritroynd um býir og bøkur. Katrin Reinert, sum fyri fáum vikum síðani gav út sítt fyrsta yrkingasavn, hevur tvær yrkingar við. Annika Skaalum hevur eina av sínum stuttligu og skeivu søgum við. Oddfríður Marni Rasmussen hevur eisini tvær nýggjar yrkingar við.

Permuna til Vencil 10. hevur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð gjørt.

Um ikki alt ov langa tíð kemur ein enskur Vencil. Hetta er eitt úrval úr níggju teimum fyrstu Venclunum, ið Marita Thomsen hevur týtt til enskt.