Wednesday, July 6, 2011

Listin fyllir eitt ár



Í dag 6.juli 2011 flagga vit, - ikki bara tí okkum dámar at flagga, men eisini av tí, at Listin fyllir eitt ár í dag. Vit flagga fyri okkum sjálvum. Tað er eitt ár síðan, vit tóku okkum saman at gera henda bloggin og ambitiónirnar vóru lutfalsliga høgar. Í øllum førum, um hugsað verður um, at alt arbeiðið við listablogginum er sjálvboðið og ólønað. Vit settu okkum fyri, at hava minst eitt nýtt innslag um dagin og hetta hevur eydnast okkum higartil, til tíðir við hjálp frá lesarum og listafólkum, t.d. høvdu vit ein poesijólakalendara í desember mánaði, har vit hvønn dag vórður ríkað av einum parti av frálíkari yrking hjá Carl Jóhan Jensen. Vit hava eisini havt yrkingar hjá Alexanduri Kristiansen, Oddfríði Rasmussen, Tóroddi Poulsen og fleiri øðrum á skránni. Vit hava fingið nakrar brellbitar frá nýggju útgávuni av Vencil, sum koma her á blogginum komandi dagarnar. Langt yvir 500 tekstir um list og mentan eru nú tøkir á blogginum, býttir upp í ymsar listasløg og kategoriir. Vit halda sjálvar, at listabloggurin kundi tikið seg nógv meira yvirskoðiligt út, t.d. sum heimasíða, men hetta verður vónandi bøtt. Eini góð ráð eru til tann, sum leitar á blogginum, at brúka leititeigin ovast vinstrumegin. Um tú her skrivar eitt nú navnið á listafólkinum, bókini ella framsýningini, sum avvarðandi tekstur snýr seg um, skuldi tú funnið hann á henda hátt.

Hetta árið Listin hevur verið til, hava vit merkt sera stóran áhuga millum fólk og frá fjølmiðlunum, ikki minst. Vit hava upplivað, at heilir tekstir av Listablogginum eru lisnir upp í Útvarpinum, at partar eru siteraðir í sjónvarpinum og av bløðunum er Listabloggurin javnan brúktur og vit eru sjálvandi fegnar um uppmerksemið. Vit eru somuleiðis sera glaðar, tá vit fáa eitthvørt sendandi, myndareportasjur, ummæli, yrkingar, umrøður osfr., sum kann brúkast á blogginum og nýta høvið her til at heita á tykkum øll um at senda okkum tilfar. Vit ætla, at Listin skal halda áfram so leingi sum tað ber til. Eitt ár er jú lítið av miklum, men vit halda sjálvar, at Listin hetta árið hevur verið við til at sett mentanarligu dagsordanina hetta árið og vit gleða okkum til komandi avbjóðingar. Fyrst og fremst er Listin til fyri teg, sum lesur hetta og vit vilja takka okkara lesarum so hjartaliga fyri áhugan og fyri herðaklappini. Tit eru øll vælkomin at senda okkum tykkara hugsanir um listabloggin, rís og rós til listinblog@gmail.com

Kærastu heilsanir

Ritstjórarnir

Kinna og Inger



(KP)