Framsýningin hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Inga Sørensen í Posthúskjallaranum hevur verið væl vitjað um Ólavsøkuna og enn ber til at síggja hana.
Framsýningin er opin í dag og í morgin aftrat frá klokkan 15.00 til 19.00. Myndirnar hjá Inga eru fotomyndir, sum hann hevur tikið á havsins botni kring Føroyar og myndirnar hjá Aggi eru tusj á lørift. Aggi er annars oljumálari um ein háls, men hevur í nýggja tøkninum funnið ein nýggjan grafiskan einfaldleika, sum hon trívist við at granska í løtuni.
Sjálvt um Aggi og Ingi eru serstakliga ymisk - hon er akademiútbúgvin og roynd listakvinna, meðan hann er royndur kavari við góðum eyga fyri undurvøkrum og dramatiskum myndevnum á havsins botni - spæla myndir teirra saman í organiskum, lívfrøðiligum og dekorativum margfeldi. Aggi hevur somuleiðis myndir við á Ólavsøkuframsýningini í Listasavni Føroya. Summar av myndunum eru haðani.
(KP)