Monday, July 4, 2011

SUMMARLISTIN - gamlar myndir


Tankin um at gera eina bók við myndum hjá pápa mínum, fotografinum Ásmundi Poulsen, er nú so mikið fastgrógvin, at eg spakuliga eri farin at hyggja hansara myndir í gjøgnum. Enn er talan ikki um nakra skipaða leiting sum so, men bara um at hyggja, tá eg havi nakað av eyka tíð í barndómsheiminum har alt tilfarið liggur enn, í óskipaðum bunkum. Í tonkununum er bókin við myndum hjá pápa mínum sera vøkur við denti á tær framúr góðu myndirnar. Men tá tú hyggur í gjøgnum so stórar myndarúgvur, er tað ringt ikki at steðga á, eisini tá tú kennir fólk og støð aftur. Siðsøguliga virðið á gomlum fotomyndum er eyðsæð, men eg haldi, at myndirnar hjá pápa mínum kanska hava okkurt aftrat. Í hendan summarbloggin seti eg nakrar landslags- og portrettmyndir. Hesa fyrstu hevur babba tikið at sær sjálvum og Elmar barberinum, sum helt til niðri undir Sjómansheiminum í Havn.




Oskar Hermansen og William Heinesen

Útsýni yvir á Tindhólm

Frimod Joensen


Frimod og Fraser (Eysturoy)



Maður við hoybyrðu á Eiði


Við Áir



Útsýni úr vindeyganum í Gríms Kambansgøtu

(KP)