Gongur tú í Havn og ert við at vera at lítið sindur mjørkatroytt, er upplagt at fara á listaframsýning í Steinprenti í dag. Klokkan fýra letur upp framsýning við nýggjum verkum hjá Mariusi. Í fleiri av teimum síggja vit tað sama landslags-myndevnið, sum Marius hevur brúkt áður í alskyns litríkum versiónum og í summum teirra er hetta frumlandslagið prýtt av einum ælaboga. Í nýggja høvuðsverkinum er ælabogin litleysur, men niðri undir landslagnum eru litir, sum áskoðarin sjálvur í huganum kann leggja til myndina. Nýggja myndin er gjørd í Steinprenti nú í vár/summar. Fleiri av myndunum á framsýningini fevna yvir tað fínliga og analytiska yvir í tað meira ekspressiva, men allatíðina er góðskan eins framúrskarandi og tøkniligi førleikin er eyðsýndur. Tó at myndirnar eru so einfaldar sum tær eru, eru tær huglagstungar og løddar av spenningi á ein hátt, ið minnir eitt sindur um myndir hjá danska málaranum Vilhelm Hammershøi og um mystisku symbolistisku landsløgini hjá norska Edvardi Munch. Steffan Danielsen kemur eisini til hugs Myndirnar hjá Mariusi hava ein melankolskan norðurlendskan tóna, men stílurin er originalur. Hetta kann ikki vera nakar annar enn Marius Olsen, ið gevur okkum sínar einføldu, sterku náttúruvisiónir. Framsýningin verður hangandi inntil 13 august og er stuðlað av Okkara. Listamaðurin, sum býr í Finnlandi, verður til staðar á ferniseringini.
(KP)