Wednesday, July 27, 2011

10 ár við mentan í ólavsøkurøðunum


Løgmansrøðan á ólavsøku tekur saman um farna politiska árið og setur úr í kortið, hvørjar ætlanir eru. Løgmenn seta orð á teirra visjónir um stórtsæð øll samfelagsøkir - eisini mentanina. Tí er spennandi at lesa løgmansrøðurnar, tær vísa nakað um áhugan fyri mentan og um evnini at røkka politiskum úrslitum á tí økinum.

Meðan vit spent bíða eftir løgmansrøðuni 2011 havi eg funnið alt fram, sum er sagt um mentan í løgmansrøðunum seinastu 10 árini. Røður, sum hava nógvar góðar tankar og góðan vilja, væl av orðafloymi um týdningin, sum mentanin hevur og harafturat óhugnaliga nógv, sum ongantíð bleiv til nakað annað enn orð. Eitt mentanarráð, ein listaskúli og nýggj lóg á mentanarøkinumn eru nøkur av átøkunum, sum hava verið frammi seinastu 10 árini, men sum vit enn einki hava sæð.

Kaj Leo Holm Johannesen, 2010

”Harra formaður
Mentanin er grundvøllurin undir okkara samleika. Mentanin ríkar tilveruna, mennir skapanarevnini og skapar virði, ið ikki kunnu gerast upp í krónum og oyrum.

Samstarvið millum listafólk og okkara útbúgvingarskipan skal halda fram. Tað stimbrar tær skapandi lærugreinarnar í skúlaverkinum og mennir listafólkini. Ætlanin er at geva Mentanargrunninum størri mentanarpolitiskan leiklut, og at hann skal umsita fleiri stuðulsjáttanir. Á vári 2011 verður aðalorðaskifti um okkara framtíðar mentanarpolitikk.

Landsstýrið hevur varðveitt játtanina til úrvalsítróttina, sum er 600.000 kr., so at okkara fremstu ítróttarfólk fáa betri karmar at virka undir.

Nýtt málráð verður sett í komandi ári, og fyrireikingar til føroyska upphavsrættarlóg verða nú gjørdar. Public Service sáttmáli verður gjørdur við Kringvarpið, har m.a. dentur verður lagdur á tilfar til børn og ung á føroyskum, og deyvatulkingin verður styrkt.”


Kaj Leo Holm Johannesen, 2009

”Harra formaður
Vit standa fyri nýggjum avbjóðingum, nú fíggjarkreppa herjar um allan heim. Eg ivist onga løtu í, at vit saman føra Føroyar trygt ígjøgnum hetta búskaparliga lágtrýstið. Politiska søga Føroya hevur nógvar kapitlar um ósemjur, og onkur tílíkur kapittul verður helst skrivaður aftrat. Men tað finst ein megi, sum bindur okkum tættari saman, enn vit ofta gáa um, og tann megin býr í okkara hjørtum. Kærleikin til landið, tilknýtið til mentanina og tilvitanin um stríðið fyri at yvirliva á hesum oyggjum býr undir øllum, vit gera og eru. Okkara fatanir kunnu vera ymiskar, men málið er tað sama: Vit vilja skapa eitt gott land at búgva í fyri øll.”

”Landsstýrið arbeiðir við at útinna samtyktina hjá løgtinginum um, at Føroyar fáa atlimaskap í UNESCO, sum er ST-felagsskapur fyri útbúgving, vísind og mentan.”

”Virksemið á føroyska tónleikapallinum er størri enn nakrantíð, og gávurík tónlistafólk og stór tónleikatiltøk gera Føroyar sjónligari úti í heimi. Tað syngur og ljómar, men tørvur er á eini heildarætlan fyri føroyskan tónleik, skal hann geva størri búskaparligt íkast. Fleiri almennir stovnar fáast so ella so við tónleikavinnuframa, og vitan um at menna hesa vinnu liggur spjødd ymsastaðni. Ætlanin er at styrkja karmarnar hjá tónleikavinnuni, so hon fær betri møguleikar at menna seg.”

Jóannes Eidesgaard, 2008

”Fyri at byggja út altjóða undirstøðukervið er skipað eitt uttanríkisráð, ið skal røkja føroysk áhugamál í útlondum. Miðað verður eftir at hava fólk á øllum sendistovum okkara, ið burturav fáast við útflutningsframa. Sendistovurnar fara eisini at bjóða fram tænastur og høli til eitt nú fyritøkur. Ætlanin er stútt og støðugt at vísa umheiminum, hvat okkara vinna og mentan hava at bjóða. ”

”Tá vit leggja sandkornið inn undir sjóneykuna síggja vit landið, fólkið og tað, sum bindur okkum saman – mentanina. Á ólavsøku rennur alt hetta saman í eina hægri eind og gevur okkum eitt virði, sum ikki skal ella kann metast í krónum og oyrum. Mentan er samleiki og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð. Mentanin er høvuðsorsøkin til, at vit búgva her, og tann atdráttarmegi, ið skal draga tey heim aftur, sum búgva uttanlands – tey, sum búgva í útjaðaranum á føroysku mentanini. Tí uttan eina mentan hvørvur eitt fólk. Vit skulu skapa rúm, sum eru frístøð hjá okkum øllum, rúm sum eru gróðrabotnurin fyri teimum tonkum og hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið undir hesum samfelagi – okkara mentan.

Sum ein liður í hesum arbeiði fer samgongan at skipa eitt Tjóðsavn, ið skal savna og samskipa
søvnini – okkara mentanararv. Tjóðsavnið skal styrkja grundleggjandi liðirnar í savnshugsjónini, sum eru at savna, granska og ikki minst at skapa kunnleika. Tí mentan skal liva og knýta fólk saman. Annar týðandi partur av mentanarliga arbeiðinum er at sýna máli okkara tign og frama.

Vit eru vís í, at íløgur í mentanarligt arbeiði koma fleirfalt aftur- kanska meira í lívsgóðsku enn í krónum. Og vit gleða okkum til tey næstu árini at arbeiða saman við og lurta eftir teimum mongu
eldsálum, sum arbeiða á hesum øki.”

Jóannes Eidesgaard, 2007

”Mentan okkara er fjølbroytt og sterk og megnar ivaleyst at taka við avbjóðingum í alheimsgerðini. Men samstundis, sum alheimsgerðin hevur fyrimunir við sær, er eyðsæð, at avbjóðingarnar fyri eina so lítla tjóð sum okkara eru stórar – ikki minst, tá ið hugsað verður um mál og mentan. Alheimsgerðin letur eisini upp fyri møguleikum, og tað er við stoltleika, at vit fylgja okkara gávuríku ungfólkum, ið gera vart við seg á altjóða pallinum, bæði í tónleiki, list og sniðgeving.

Sjálvboðið arbeiði er grundarlagið undir stórum parti av mentanarlívinum um landið. Týdningurin av hesum arbeiði kann ikki metast nóg høgt, og alsamt fleiri kommunur leggja seg eisini eftir at reka ein virknan mentanarpolitikk. Tað gevur úrslit.

Eitt aðalmál við Visjón 2015 er at skapa eina felags fatan av, at Føroyar eiga og kunnu vera í fremstu røð. Hetta krevur, at vit gera samróður til okkara tjóðaráhuga. At tey flestu rógva við, og tey fæstu skjóta á.

Á oyggjaleikunum á Rhodos gekk sjón fyri søgn. Okkara ítróttarfólk vísti, hvussu góð úrslit, ein fær við at seta sær stór og greið mál. Og so fer eftir málinum. Ger sær ómak. Samstarvar. Ger sítt ítasta fyri seg og felagsskapin. Ítrótturin hevur ein høvuðsleiklut fyri okkara heilsu, trivnað og samleika. Og tí stuðlar landsstýrið sjálvandi Ítróttarsambandi Føroya, sum hevur boðið land okkara fram at verða vertur fyri Oyggjaleikunum 2015. Lat okkum gera okkara til, at hetta fer at eydnast!”

Jóannes Eidesgaard, 2006

”Støðið undir einum vælvirkandi samfelag er ein góð undirvísingarskipan, og mentanin er týðandi fyri trivnað og samfelagsliga menning.”

"Føroysk mentan er fjølbroytt og sterk og megnar uttan iva at taka við teimum avbjóðingum, sum koma við alheimsgerðini. Men ávirkanin uttanífrá økist í hvørjum, og tí er neyðugt at vera á varðhaldi, tí samstundis sum alheimsgerðin kann hava fyrimunir við sær, so er eyðsæð, at avbjóðingarnar fyri eina so lítla tjóð sum okkara eru stórar – ikki minst tá ið vit hugsa um mentan og mál okkara. Hetta krevur tí ein mentanarpolitikk við greiðum málum og ítøkiligum uppskotum um, nær og hvussu vit røkka málunum. Arbeitt verður við hesum spurningum í bólkinum, sum hevur ábyrgd av mentanarpartinum í Visjón 2015. Málini eru løgd fyri visjónstorgið, og nú verður farið at orða verksetanarætlan samsvarandi.

Málstevnunevndin, sum er sett sambært løgtingssamtykt, er farin undir týdningarmikla starv sítt at orða ein almennan málpolitikk, og hetta arbeiði fer uttan iva at vera til mikið gagn fyri mál og mentan okkara.

Landsstýrismaðurin hevur sett bólk at endurskoða virksemið hjá Filmseftirlitinum. Bólkurin er komin væl áleiðis við arbeiðinum at gera uppskot til eina nýggja lóg um eitt Miðlaráð, sum heimilar ráðnum at flokka filmar og annars veita leiðbeining og kunning til almenn¬ingin. Uppskotið verður væntandi liðugt í heyst.

Uppskot til lóg um stuðul til ítróttaranlegg verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Upphavsrættarøkið verður í dag røkt í Danmark, og Føroyar hava ikki egna lóg á økinum. Ætlanin er at skipa økið við lóg og hava myndugleika av økinum í Føroyum.

Nýggj kringvarpslóg er samtykt, og samanleggingartilgongdin heldur fram. Ætlanin er at byggja aftur at verandi útvarpshúsi, og verður uppskot til verkslagslóg lagt fyri Løgtingið í heyst.

Játtanin til musikkskúlaskipanina er munandi hækkað, og í 2007 verður næmingatalið kring landið um 2.200. Útbúgving á miðnámsstigi er byrjað, og frá august 2006 ganga 16 næmingar á eini trýára miðnámsútbúgving í musikkskúlaskipanini. Í august næsta ár verður næmingatalið 24. Her ber til hjá næmingum at fyrireika seg til víðari útbúgving, meðan teir enn eru í Føroyum. Arbeitt verður við at endurskoða lógina um musikkskúla.”

”Næsta ár fara stórar bygnaðarbroytingar fram í tí norðurlendska mentanarsamstarvinum. Føroyar hava verið umboðaðar í teimum arbeiðsbólkum, ið hava arbeitt við tí nýggja bygnaðinum, og tí skuldu føroysk áhugamál verið tryggjað í hesi nýggju skipanini. Tað er tó ikki óhugsandi, at byrjanartrupulleikar vera, og Mentamálaráðið er sjálvsagt til reiðar at veita føroyskum mentanarlívi ráðgeving og stuðul í hesum sambandi. Av tí at bygnaðarbroyting¬arnar fara at elva til øktan tørv á ráðgeving og vegleiðing til listafólk og mentanarstovnar, verður neyðugt at hækka játtanina til LISA.

Ætlanir eru um at byggja upp í Norðurlandahúsið. Landsstýrið fegnast um hetta og fer at átaka sær sín part av fíggingini av hesi ætlan.”

Jóannes Eidesgaard, 2005

”Heimurin gerst støðugt minni, og ávirkanin uttanífrá økist í hvørjum. Samstundis sum hetta kann hava stórar fyrimunir við sær, er eyðsæð, at avbjóðingarnar fyri eina so lítla tjóð sum okkara eru stórar – ikki minst, tá ið vit hugsa um mentan og mál okkara. Neyðugt er tí at vera á varðhaldi, samstundis sum vit eiga at betra um førleikan í fremmandamálum og í mentanarfatan.”

”Vit eiga eitt sterkt og fjølbroytt mentanarlív, og føroysk list søkir alsamt fleiri útlendskar marknaðir og hevur eisini vunnið sær fótafesti til stóran heiður fyri Føroyar. Tann skapandi, listarliga tilgongdin hevur í sjálvum sær eisini stórt virði í búskaparligum høpi, bæði alment og privat. Tað kundi verið ynskiligt, at virkir og stovnar vóru eitt sindur raskari at gagnnýta kreativa tilfeingið hjá væl lærdu listafólkum okkara.

Týdningurin av tí sjálvbodna mentanararbeiðinum má ikki undirmetast, tí hetta er berandi megi undir stórum parti av mentanarlívinum. Tí verður arbeitt við at orða ein yvirskipaðan barna- og ungdómsmentanarpolitikk eins og ein almennan ítróttapolitikk. Eisini skulu gerast ítøkiligar atgerðarætlanir fyri økini. Samsvarandi áheitan løgtingsins verður farið undir at orða ein almennan málpolitikk. Hetta er sera týðandi arbeiði. Eisini á hesum øki skal gerast ein menningarætlan fyri teir ymsu tættirnar í málpolitikkinum til tess at styrkja og menna støðuna hjá málinum.”

”Norðurlendska mentanarsamstarvið er merkt av, at stórar bygnaðarbroytingar henda á økinum. Hóast mentamálaráðharrarnir í samtykt síni um broytingar hava roynt at tryggjað mentanarligu áhugamálini hjá sjálvstýrandi londunum, fara broytingar at seta stór krøv til mentanarlív okkara. Eingin ivi er tó um, at tað fer at kunna laga seg til hesar nýggju avbjóðingar.”

Jóannes Eidesgaard, 2004

”Føroyskt mentanarlív er fjølbroytt, virkið og sterkt, hóast ávirkanin uttanífrá er stór. Sum áskoðarar fáa vit alskyns mentanarligar upplivingar alt árið, og kring landið eru mong og fjølbroytt mentanarlig tilboð til teirra, ið sjálv vilja vera uppí í mentanarlívinum. Tey síðstu árini hava alsamt fleiri føroysk listafólk gjørt vart við seg uttanlands, og tað er einki at ivast í, at mentan og list hava vinnuligt potentiali, ikki bert sum søluvøra á altjóða marknaðum, men eisini sum skapandi tilfeingi fyri nýhugsan í føroyskum vinnulívi. Tí ræður um at hava eyguni opin fyri hesum.

Tað sjálvbodna arbeiðið er grundarsteinur undir stórum parti av mentanarlívinum úti um landið. Týdningurin av hesum arbeiði kann ikki undirmetast. Alsamt fleiri kommunur leggja seg eftir at reka ein virknan mentanarpolitikk, og tað gevur úrslit.

Tørvur er á at endurskoða lógargrundarlagið á savnsøkinum og at fyrireika bygnaðar¬broytingar. Farið verður undir hetta arbeiðið í hesi tingsetu. Uppskot til lóg um at friða fornminni í havinum verður lagt fyri løgtingið í heyst til tess at lúka ásetingarnar í ST-havrættarsáttmálanum, sum er settur í gildi fyri Føroyar.

Stuðul til leiklist er nú skipaður við lóg, og fer Tjóðpallur Føroya at virka 1. januar 2005. Ætlanin er í hesi tingsetu at byrja tilgongdina at lógarskipa allan stuðul á mentanarøkinum, undir hesum eisini ítrótt. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa upphavsrættin hjá listafólki í rættlag, og arbeitt verður við hesum.”

Anfinn Kalsberg, 2003

“Føroyar skulu gerast javnbjóðis partur í altjóðasamfelagnum. Altjóðasamfelagið broytist í hvørjum, og nýggj krøv til lond og fólk verða sett hvønn dag. Vit eiga at skapa karmar um eitt liðiligt samfelag, sum hevur ein sterkan samleika og skjótt kann laga seg til tað nýggja, og har allir borgarar hava møguleikan til góðan kunnleika og førleika. Ein tilvitaður mentanarpolitikkur er fremsta amboðið hjá føroyingum at mennast í 21. øld.

Undirvísingarskipanin, granskingin og mentanarpolitikkurin hava ov nógv verið tillagaðar skipanir uttaneftir. Okkara skipanir hava verið mettar eftir, um tær eru annaðhvørt í andsøgn ella í samsvari við eitt nógv størri samfelag, enn Føroyar eru. Tí hava okkara skipanir ikki verið bygdar á egna samfelag og egnu styrkir. Harafturímóti síggja vit, at har undangongufólk og felagsskapir hava tikið stigið beinleiðis út í heim sum javnbjóðis partur, hava vit ment okkum almikið, og tað hevur verið til fyrimunar fyri alt samfelagið. Á mentanarøkinum eru fremstu dømini seinnu árini:

- okkara ítróttafólk – t.d. fótbóltslandsliðið, ÍSB-svimjararnir, ítróttafólk á Special Olympics, á oyggjaleikunum og í “Canadian Open for Swimmers With a Disability”
- okkara listafólk – t.d. tónleikarar, myndlistafólk og sniðgevar, ið fáa altjóða viðurkenning og seta Føroyar á heimskortið
- okkara granskarar – har t.d. veðurlagsgransking við havinum sum granskingarevni, hevur altjóðastigi og altjóðaáhuga”

”Tað tykist tíbetur at gerast alt meira viðurkent í føroyska samfelagnum, at mentanarpolitikkur í víðari merking er ikki ein viðfáningur fyri eitt samfelag, sum vil framá. Mentanarpolitikkur í víðari merkingini er eisini besta grundarlagið undir einum sterkum vinnulívi og einum sterkum búskapi. Mentanarpolitikkur skapar eisini inntøkur og framburð.

ein yvirskipaður mentanarpolitikkur verður orðaður í eini nevnd, har umboð fyri listafólk, vinnulív, fakfeløg, ítróttafeløg, áhugafeløg og samkomulív eru uppi í. Nevndin skal eisini gera uppskot til at skipa eitt óheft Mentanarráð, sum eins og Búskaparráðið regluliga skal meta um gongdina í mentanarpolitikkinum og koma við tilmælum

Seinastu 5 árini er mentanarpolitikkurin í Føroyum miðvíst mentur. Fíggjarliga er játtanin til skapandi og útinnandi listaligt mentanarvirksemi nærum tvífaldað, og Føroyar eru nú ájavnt við hini Norðurlondini, tá ið ræður um at raðfesta mentan á landsins fíggjarlóg. Við ætlanini “Mentan og menning” er ein greið ætlan løgd fyri landsins ábyrgd at skapa karmarnar um skapandi og útinnandi list.

Fyrireikingarnar at seta á stovn Tjóðpall Føroya ganga, sum ætlað. Miðað verður eftir, at stovnurin kann fara undir virksemið 1. januar í 2004. Stuðul til mentan og list verður skipaður í lóg, og er uppskot hesum viðvíkjandi ávegis í Løgtingið. Ætlanin er somuleiðis at útgreina virkiskorini, ið listafólk hava, og um ábøtur kunnu verða gjørdar hesum viðvíkjandi t.d. í skattalóggávuni og almennu stuðulsmøguleikunum annars. Arbeitt verður við tí at dagføra lóg um Mentanargrunn Landsins. Og arbeiðið við at byggja listaskúla í Sandoynni heldur fram. Ítøkiliga ætlanin fyri listaskúlan verður gjørd í løtuni. Verklagslóg um at byggja skúlan verður løgd fram í hesi tingsetu. Nevnd er farin undir at orða ein almennan ítróttapolitikk, og arbeiðið verður væntandi liðugt til næstu ólavsøku. Samstundis verður arbeitt við at orða ein ítøkiligan barna- og ungdómsmentanarpolitikk.

Uppskot til nýggja kringvarpslóg, har Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipaðir sum sjálvstøðugir almennir stovnar við egnari nevnd, verður lagt fram í hesi tingsetu. Og arbeiðið at gera uppskot til nýggja fornminnalóg er liðugt, og lógaruppskot er sent til ummælis hjá avvarðandi stovnum og myndugleikum. Næsta stigið er at endurskoða lógina um Føroya Fornminnissavn og bygdasavnslógina, og byrjar hetta arbeiði í næstum.”

Anfinn Kalsberg, 2002

”Flestu tjóðir ásanna nú, at mentanararbeiði, útbúgving og gransking eru grundarlag undir samfelagsmenningini. Støddin á londum, nøgdin av náttúrutilfeingi og fólkatal eru ikki treytir fyri at standa seg í heimssamfelagnum, men harafturímóti útbúgving og skapandi evni hjá fólkinum. Hetta skapar ikki bert fólkaræði, trivnað og javnbjóðis møguleikar. Hetta skapar eisini framburð, vinnulívsmenning og búskaparvøkstur.

Henda sannroynd tykist eisini at vinna støðugt fram í Føroyum. Føroyska vinnulívið setur krøv um útbúgving og gransking, samstundis sum mentanararbeiði verður alt meira virt og stuðlað. Okkara dugnaligu listafólk, tónleikarar, sjónleikarar, ítróttafólk, rithøvundar og granskarar hava seinastu árini aftur og aftur prógvað, at íløgur í mentan, útbúgving og gransking kunnu løna seg fleirfalt aftur og seta Føroyar á heimskortið.

Fyri einar sjálvstøðugar Føroyar er ein miðvísur mentanar- og útbúgvingarpolitikkur alneyðugur. Vit seta okkum høvuðsmálið at vera millum heimsins best útbúnu fólk og at hava ein víðskygdan mentanarpolitikk. Og øll skulu hava sama rætt til útbúgving og mentanartilboð. Men tað krevur ítøkilig stig og íløgur næstu árini at ganga fram ímóti hesum avbjóðingum.”

”Í vár læt Mentamálaráðið úr hondum mentanarálitið Mentan og menning, ið er ein menningarætlan fyri listaøkið fram til 2006. Listaøkið verður skipað við lóg um stuðul til list og listaligt virksemi, og eru fyrireikingarnar til hetta farnar í gongd. Lóg um Mentanargrunn Landsins skal verða endurskoðað, so at virkisøki grunsins verður víðkað. Fyrireikingarnar til Tjóðpall Føroya eru farnar í gongd. Umstøðurnar hjá tónleikarum við eitt nú spælistøðum og venjingarhølum verða í hesum sambandi eisini raðfestir í mentanarpolitikkinum.”

Anfinn Kalsberg, 2001

”Fyrst í hesi tingsetuni verður ein mentanarpolitisk ætlan løgd fyri tingið til aðalorðaskifti.

Farið verður nú undir at fyrireika listaháskúlan í Sandoynni, og nýggjur lógarkarmur verður
smíðaður fyri Leikpall Føroya. Farið verður undir at endurskoða fornminnislóggávuna og skjalalóggávuna, og uppskot um nýggja lóggávu á økinum verður lagt fyri tingið í vár. Ein nýggj bygdasavnslóg verður eisini fyrireikað.

Landsstýrið fer at seta eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í
mentanarviðurskiftum. Samsvarandi løgtingssamtyktini um Sjálvstýri Føroya fólks kemur skúlin 1. januar 2002 undir fult føroyskt ræði. Hetta krevur ikki fyrisitingarligar broytingar í sjálvum sær ella samráðingar við danskar myndugleikar, men er ein formlig staðfesting av, at bæði lóggáva, umsiting og øll fígging nú verður føroysk. Í hesum sambandi er neyðugt at endurskoða og nýhugsa alt skúlaøkið.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið verður endurskoðað, og nevnd verður sett, ið eisini skal viðgera,
hvussu lærararútbúgving, námsfrøði, navigatiónsútbúgving, sjúkrasystraútbúgving, hægri
tekniskar útbúgvingar og møguligar aðrar útbúgvingar kunnu samskipast við hægri lestur og
gransking á universitetsstigi. Álit um yvirtøku av fólkakirkjuni við uppskoti til kirkjulógir verður latið landsstýrismanninum ein av fyrstu døgunum. Eftir samráðingar við donsku stjórnina verður uppskot um yvirtøku lagt fyri tingið í heyst, so hon kann setast í verk innan 1. januar 2002.”

”Mentanarpolitisk Ætlan verður løgd fram eftir ólavsøku, og ætlanin er at hava aðalorðaskifti í tingsetuni. Ætlanin setir upp mál og strategi fyri mentanarpolitikk, serstakliga við atliti at
skapandi og útinnandi list tey komandi árini. Listaháskúli verður settur á stovn á Sandoynni, og nevnd er sett at gera uppskot til innihald og bygnað fyri skúlan. 1 mió. kr. er sett av til verkætlanina í ár, og farið verður nú undir at gera skitsuprosjektið. Skúlin er settur á langtíðarløguætlanina. Lógarkarmur verður í løtuni smíðaður um Leikpall Føroya, og verður hann lagdur fram í heyst.”

”Landsstýrið fer at stovna eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í mentanarviðurskiftum í breiðum týdningi. Ráðið skal árliga gera eina mentanarfrágreiðing, og eisini kann landsstýrismaðurin leggja ymiskar ætlanir fyri Mentanarráðið til ummælis.”

(IS)