Eitt lítið sindur national var eg allíkavæl, tá eg steig úr baðnum í morgun, tí eg turkaði mær við einum handklæði við áskriftini "Føroya". Eg siti í eini song við glæsiligum útsýni yvir Nólsoyarfjørð í sólskini og kappróðri. Allar tær dugnaligu og fittu sjúkrasystrarnar hava í fleiri dagar uggað meg við hesum góða útsýni til kappróðurin, sum tíverri ongan áhuga hevur, uttan kanska sum hugnaligt bakgrundsljóð, meðan eg stákist og lati meg í min fína búna. Eg eri Ólavsøkufólk um ein háls, eg elski Ólavsøku, men fulla áskriftin á áðurnevnda handklæði er "Heilsuverk Føroya", so í ár verður Ólavsøkan hildin á Landssjúkrahúsinum. Alt gott um sjúkrahúsið, men eftir sum Ólavsøkan bara er eina ferð um árið, er tað keðiligt og fyri meg er tað heilt óluksáligt - fyri ikki at siga ein sonn gøla!
Slapp eg á Ólavsøku hevði eg í skrivandi stund keypt pop corn og tær størstu og dýrastu ballónirnar í býnum til mín lítla drong, sum virðismetir ballónir so mikið høgt, at tað næstan svarar til ballónprísin á Ólavsøku. Slapp eg á Ólavsøku, høvdu vit bæði, lítli og eg eisini hugt eftir hestamuunum á setanini, sum kukka mitt á vegin, eins og vit við stórari fragd høvdu lurtað eftir tí omnipresenta hornorkestrinum við "tjener, vi vil ha´mere øl, tjener" ella hvussu tað nú er hann eitur. Líka mikið, hornorkestrið er altíð ediligt. Kanska høvdu vit eisini leitað okkum inn til framsýning hjá Aggi og Ingagubba í posthúskjallaranum og til marionettsjónleik hjá Rakel Helmsdal á Landsbókasavninum. Slapp eg á Ólavsøku, fór eg á Ólavsøkuframsýning, sum Jóhan Martin Christiansen og Annika á Lofti hava skipað fyri Listafelagið í Listasavninum og eg hevði helst eisini nýtt høvið at endurupplivað allar hinar framúrskarandi framsýningarnar í býnum: Summarframsýningina við Knud Odde og Jan Håfström, Marius Olsen í Steinprenti, Anker Mortensen í Listahøllini á Skipasmiðjuni.
Slapp eg á Ólavsøku, fór eg tíðliga upp í morgin at gera meg kláran og at lata meg í stásið, sum eg gerist alt meira glað fyri. Fekk føroysk klæði frá mammu í konfirmatiónsgávu og tá fekk konfirmanturin gron, tí hon ynskti sær eitt stereoannlegg. Gud forbarmi seg, mangt broytist og miðjuna á skjúrtinum hevur Dania lagt út so væl, at bæði sild og egg og skerpikjøt og skinsakjøt og øl og snapsur passa í uttan at tað ger mun. Troyggjuna og bristið hevur Dania eisini bundið og tað hevur hon gjørt eins framúr væl sum hon hevur gjørt alt hitt, sum hon hevur bundið, seymað, broderað osfr.. Í búnanum hevði eg tuskað oman í kommunuskúlahøllina at venja við teimum fittu fólkunum í Ólavsøkukórinum, eg havi glett meg til at Leif skuldi dirigera.
Tey snakka um endorfinir, ið skulu stinga seg upp í heilanum á fólki, sum rennur. Ikki veit eg nógv um tílík luftig fyribrigdi, men tað eru møguliga eitt slag av tjóðskaparligum endorfinum, ið plaga at gera seg galdandi, tá eg saman við stóra kórinum syngi "Tórshavn" á tinghúsvøllinum. Eydnukenslan er eitt margháttligt samansurium av dejá vu, nútíð og framtíð, sentimentaliteti og stórslignari hátíð, men hon er júst tann sama hvørt tað einasta ár. Haðani hevði leiðin verið bein út á Tinganes, har gott lag, snapsur og gamlir vinir ganga upp í eina hægri monomaniska kórsangaraeind. Um ikki heilt so bein, hevði leiðin hiðani verið inn á gólvið hjá góðum vinfólkum úti á Reyni og har hevði eg sitið óluksáliga leingi og reypað og ornað verðinssituatiónina og løgmansrøðuna og Ólavsøkuframsýningina og kanska eisini makrelmálið, hvør veit. Slapp eg á Ólavsøku fór eg eins og hvørja Ólavsøku niðan til systir til frálíkt nátturaborð, har mangt skilafólk hevur sitið hugnaligt og væl. Tað besta við Ólavsøku er kanska heilt einfalt júst hetta, at sita væl og práta við fólk, familju, vinir og kenningar. Men fólkafundurin má eisini við og eg komi ov seint á hvørjum ári, tí hann byrjar ov tíðliga hvørt ár, men slapp eg á Ólavsøku, kom eg til tíðina í ár, tí eg havi frætt, at bæði Øssur Winthereig og Hitt føroyska skjaldraveldi skulu røða á Doktaragrund og tá kann tað neyvan blíva annað enn hugvekjandi og undirhaldandi. Eftir fólkafundin er tíðin komin hjá Ólavsøkufólkum at improvisera og midnáttarsangin fari eg í hvussu so er ikki at sakna. At standa í fólkahavinum á vaglinum er minst líka klaustrofobiskt sum at vera í sjúkrahússkannaranum, men á Ólavsøku er blíðskapurin stórur og húsrúm plagar at vera hjá góðum fólkum. Eg rokni ikki við, at nakað normalt menniskja hevur lisið hendan ólavsøkubloggin, tey hava for hundin annað at gera. Slapp eg á Ólavsøku, las eg ongan bloggin, tí tá hevði eg havt úr at gera. Í staðin siti eg her í frið og fegnist um, at heilsan spakuliga batnar. Kappróðurin er av og nú bera tey mær náttura. Skerpikjøt er á breyðnum. Góða Ólavsøku góðu fólk og sum terminator segði á sinni: I´ll be back!
(KP)