Ólavsøkuframsýningin 2011 er árliga framsýninign hjá Listafelag Føroya og framsýningin er í Listaskálanum í Gundadali.
Listafelagið heitti í vár á tvey dugnalig listafólk og bað tey stíla fyri framsýningini.
Tey eru Anniku á Lofti, sum hevur BA frá Listaháskóla Íslands, og Jóhan Martin Christiansen, sum á triðja ári lesur á Konsthögskolan í Malmö.
Annika og Jóhan Martin hava havt fríar teymar og hava ikki ásett hvørki evni, tøkni ella aðrar treytir.
Tey hava valt 94 verk burtur úr teimum mongu, sum komu inn. Tey hava lagt seg eftir at skapa eina listaliga heild og hava sóknast eftir duldu gimsteinunum í verkum hjá fleiri nýggum eins og royndari listafólkum.
Eins og flestøll onnur hava Jóhan Martin og Annika havt ilt við at velja millum verkini, tí hvat er tað rætta? Tíðirnar broytast, og listin flytur seg ár fyri ár. Ársins Ólavsøkuframsýning er teirra boð um, hvar føroysk list er í dag.
Myndina á plakatini hevur Helena Maria Guttesen, BFA (Bachelor of Fine Art), gjørt. Plakatin er partur í verkætlanini Working Machine, sum er at síggja í býnum um ólavsøkuna.
Listafólkini, sum sýna fram í ár eru 33 í tali, 12 menn og 21 kvinnur.
Talan er um olju- og akrýlmálningar, vatnlitamyndir installatiónir, foto, video og standmyndir av ymsum slag. Summi hava sýnt fram áður bæði á Ólavsøkuframsýningini, Várframsýningini og Heystframsýningini, summi hava sýnt fram uttanlands og nøkur sýna fram í ár á fyrsta sinni.
Vælkomin á Ólavsøkuframsýningina 2011
opið:
Ólavsøkuaftan kl. 14-20
Ólavsøkudag kl. 14-20
30. juli - 7. august:
gerandisdagar 11-17
leygar- og sunnudag kl. 14-17
Atgongumerki: 50 kr. – atgongumerkið er lutaseðil.
Malan Marnersdóttir vegna Listafelag Føroya